týsdagur 11. apríl 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
So hendi tað aftur, at onkur á før
oyska konservativa høgraveingi
num sendi út eitt huldumannabræv
við Posta – sum av hesum rokinum
hevur strammað reglarnar, og nú
fer at upplýsa, hvør tað er, sum
sendir slíkt dulnevnt útspillingar
tilfar í hvørt hús í landinum.
Seinast var upp undir býráðs
valið, tá stuðlar hjá Anniku Olsen –
sum tó í almennum skrivi tók frá
støðu frá huldublaðnum – sendu
út eitt útspillingarblað, sum serliga
dálkaði Heðin Mortensen, borgar
stjóra, og Sjúrð Olsen, varaborgar
stjóra og floksfelaga hjá Anniku
Olsen.
Hetta blaðið er líkt øðrum bløð
um, sum hesi víðgongdu hava sent
út. Serliga við tað, at Fólkaflokk
urin verður gjørdur til tann mest
gudiliga flokkin av øllum – ein
leiklutur, sum man fáa nógv at
hveppast.
Gamalt var, at tú fært tað aftur
í gráum kálvskinni, tá tú tekur pat
ent – í hesum føri upp á Várharra.
Hetta við at siga, at »vit-trúgva-
meira-upp-á-Gud-enn-tit«, og at
»Gud-dámar-betur-okkum-enn-
tykkum« er so tollut, at Várharra
hevði uttan iva klíggjað.
Tí einki eru fólkafloksfólk bet
ur fólk yvir fyri Gudi, enn sam
bandsfólk, tjóðveldisfólk, javn
aðarfólk ella onnur fólk fyri tað.
Og einki hevur Jørgen Niclasen
fríbillet gjøgnum perluportrið.
Ella hvat er tað, sum ger Jørgen
Niclasen til størri gudsmann, enn
Hanna Jensen er gudskvinna? Og
hvat er tað í heila tikið, sum skal
gera Fólkaflokkin »kristiligari« enn
aðrar flokkar? Er tað kanska teirra
gerðir ella kjakið á tingi?
Hetta er bæði býtt og tollut –
men mest av øllum syndarligt.
At fólk finnast at kringvarpi
num er í fínasta ordan. At fólk
halda, at summir føroyingar eru
betri føroyingar enn aðrir, er
óhugnaligt. At summi halda, at
ávísir flokkar eru gudiligari enn
aðrir er fáfongt. Men tað ringasta
við hesum er, at onkur sendir slíkt
út við einum politiskum endamáli,
men ikki torir at leggja navn til.
Í hesum døgum verður hátíðar
hildið kring heimin, at Luther fyri
500 árum síðani mótmælti, at ávís
fólk tóku sær patent upp á Vár
harra.
Hetta huldumannabrævið, sum
varð sent í hvørt hús mánadagin,
gevur Fólkaflokkinum pantent
upp á Várharra. Longur tú fert
burtur frá Fólkaflokkinum, longri
burtur fert tú frá Gudi. Hetta er av
sonnum at brúka Guds orð til fóta
traðk.
Maka til humbukk og vrøvl
skalt tú leita leingi eftir. Tú kanst
ynskja tær nógv í politikki, men
Várharra veit, hvat hann ger – tí
skilja vit slett ikki koblingina mill
um Gud og ein ávísan poltiskan
flokk sum til dømis Fólkaflokkin.
Teir »gudiligu« flokkarnir
áttu at átalað huldublaðið
ómansligt Huldubræv
Hevur
sáað røt
ur í 55 ár
Hon síða 16-17
Elski
at eldast
Bergtóra
høgnadóttir
Bloggan
hon Síða 24
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fríggjadagin 14. apríl kl. 16 til
18 letur ein framsýning við
verkum hjá Randi Martin
upp í Galerie Focus í Lamb
agerði 1 í Havn.
Framsýningin er opin til
27. apríl: týsdag til fríggja
dag kl. 15 til 18, leygardag kl.
16 til 18, eisini er opið eftir
avtalu. Myndirnar eru at
síggja á heimasíðuni www.
galeriefocus.com
Randi Martin er av Tvør
oyri og hevur síðani 1959 búð
í Danmark, undantikið tvey
ár í Congo. Frá 1978 til 1982
gekk hon á Billedskolen í
Keypmannahavn. Hon hev
ur sýnt fram síðan 1979 ymsa
staðni í Føroyum og í Dan
mark, í Týsklandi og USA.
Randi
Martin
arbeiðir
mest við grafikki, síðani 1999
hevur hon arbeitt á Atelier
Agerbo í Keypmannahavn.
Hennara grafisku verk
hava altíð uppruna í eini
persónligari uppliving, ofta
næstan gloymdar støður,
sum treingja seg uppá og
mugu lýsast í eini mynd.
Upplivingin
verður
til
eina mynd gjøgnum skitsu
og grafiska prentplátu og
transformerast frá tí privata
til nakað vónandi alment.
Endamálið er, at áskoðarin
sær seg sjálvan í tí endaliga
verkinum.
Einstaka verkið verður
til í samstarvi við eigaran
av grafiska verkstaðnum,
har hon arbeiðir. Tey tjakast
um søguna og koma fram til
søguna og kompositiónina í
myndini.
Randi krevur nakað av
sínum áskoðarum. Áskoð
arin skal arbeiða við síni
uppliving. Eins og Picasso’sa
GUERNICA kann upplivast
beinleiðis, so kann tað geva
eina eyka dimensión, at
kenna bakgrundina, inspir
atiónina.
Á framsýningini í Galerie
Focus eru fleiri grafisk verk
og málningar.
Randi Martin í Galerie Focus
So er at koma í Gøtu kirkju
skírisdag ella í Vesturkirkj
una langa fríggjadag. Har
verður stórmessan hjá Wolf
gang
Amadeusi
Mozart
framførd. Konsertin er lítlan
tíma til longdar og er ikki áð
ur framførd í Føroyum.
Eins og við Requiem, gjørdi
Wolfgang Amadeus Mozart
ongantíð stórmessuna í c-moll
lidna. Messuna skrivaði hann
í takksemi fyri, at unnusta
hansara, Constanza, var vorð
in frísk aftur eftir drúgva
sjúkralegu.
Mozart hevði í samband
við hesa messuna lagt seg
eftir at granska teir gomlu
meistarnir Bach og Handel.
Messan við m.a. 8-rættaðum
dubultkórum,
karakterist
iskum
samspæli
millum
moll og dur og skifti millum
kraftmiklar satsar til yndis
ligar ariur, verður av mongum
mett at verða eins dygdargóð
sum hansara Requiem.
Tað eru Havnakórið, Eyst
anljóð, solistar og orkestur
sum seinasta árið hava vant
víðagitnu
stórmessuna
í
c-moll. Solistar eru Hallveig
Rúnarsdóttir, sopran, Tóra
Vestergaard, sopran, Ernst S
Dalsgarð, tenor og John Jac
obsen, bass.
Leif Hansen stjórnar kóri
og orkestri.
Skírsdag kl. 19.30 verður
stórmessan framførd í Gøtu
kirkju.
Langa fríggjadag kl. 17
verður stórmessan framførd
í Vesturkirkjuni í Havn.
Stórmessan hjá
Mozart á páskum
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin