týsdagur 11. apríl 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ORKURÁÐSTEVNA
Danjal av Rana
Orkupolitikkurin hjá Før
oya Landsstýri hevur sum
mál, at øll upphiting á landi
skal koma frá varandi orku
keldum í 2030. Longu í 2025
skal helmingurin koma frá
varandi orkukeldum. Eisini
skal alt brennievni til ak
før koma frá varandi orku
keldum í 2030.
Sambandsflokkurin skip
aði fríggjadagin fyri eini
orkuráðstevnu um, hvussu
langt føroyska samfelagið er
komið á leiðini. Endamálið
við ráðstevnini var greitt
at vísa á týdningin av, at
orkumarknaðurin má libe
raliserast, um vit skulu náa
málinum.
SEV sigur, at trupulleikin
ikki liggur í at framleiða nokk
av orku, men í at tryggja eina
støðuga orkuveiting. Serliga
vindorkan er nógv tengd at
veðrinum og framleiða vind
myllurnar nógvan streym, tá
nógvur vindur er.
Avbjóðingin er, at vind
myllurnar, tá tær framleiða
sum mest, framleiða meiri
streym, enn føroyingar nýta.
Hvat skal so gerast við av
lopsorkuna,
sum
verður
framleidd?
Á orkuráðstevnuni vóru
serliga trý boð upp á hesa
loysnina. Ein er at goyma
hana í battarískipanum, sum
eisini verður gjørt í Húsa
haga, men hetta er kortini
ein avmarkað loysn.
Ein onnur loysn er at
gera sonevndar pump-to-
storage
goymslur.
Bæði
SEV og Røkt hava í huga at
gera slíkar skipanir. Einfalt
greitt frá, so er ætlanin at
nýta vindorku til at pumpa
vatn úr lægdunum niðan í
goymslur í hæddini. Hesar
goymslurnar
kunnu
so
nýtast til at framleiða vatn
orku, tá vindorkan og ver
andi
vatnorkuverk
ikki
megna at nøkta tørvin á
streymi.
Triðja boðið upp á eina
loysn kemur frá VITorku.
Teir skjóta upp at seta heitt
vatnstangar upp hjá fólki,
sum verða hitaðir av avlops
orkuni hjá SEV. Talan er altso
um eitt slag av fjarhita- ella
kanska heldur nærhitaskip
an. Ein slík skipan kundi
eisini vera gjørd fyri størri
grannaløg.
Fleiri av fyrilestrarhald
arunum vístu á týdningin
av at lata marknaðin upp, so
at aðrir veitarar sleppa inn á
marknaðin. Røkt og Jóhan
í Niðristovu hava í mong
ár arbeitt við at geva SEV
kapping á el-orkuøkinum, og
nú er greitt, at Magn eisini
ætlar sær upp í kappingina.
– Effo og Magn eru nógv
størstu orkuveitararnir í Før
oyum í dag, og vit í Magn ætla
framhaldandi at vera millum
størstu orkuveitararnar í
Føroyum, tá skift verður
yvir til varandi orkukeldur,
segði Hendrik Egholm, stjóri
í Magn.
Hákun Djurhuus, stjóri
í SEV er tó ikki fegin um at
lata marknaðin upp.
– Vit arbeiða við at lata
elnetið upp, soleiðis at fólk
sjálvi
kunnu
framleiða
streym til sítt egna forbrúk,
sum til dømis við sólsellum,
vindturbinu ella eini lítlari
vindmyllu. Men hóast eg
politiskt eri liberalur, so má
eg viðganga, at á elveitingar
økinum er eitt monopol bet
ur, segði hann.
Gjøgnumgangandi
var
ráðstevnan rokut. Hon var
merkt av, at tveir fyrilest
rarhaldarar vóru seinkaðir
orsakað av útsettu flog
førunum hjá SAS og annar
teirra
kom
so
ongantíð
fram. Fyrilestrarnir tóktust
eisini at fevna ov víða, so at
torført var at fáa eyga á ein
reyðan tráð gjøgnum allar
framløgurnar.
Bárður S. Nielsen, for
maður í Sambandsflokkin
um, og Aksel V. Johannesen,
løgmaður, fingu síðstu orðini
á ráðstevnuni.
– Vit hava gjøgnum dagin
fingið fleiri boð upp á, hvussu
vit skulu náa málinum hjá
landsstýrinum. Tað er tó
greitt, at skal málið røkkast,
má marknaðurin latast upp
fyri øðrum veitarum, segði
formaður Sambandsfloksins.
Løgmaður var ikki avvís
andi í sínum svari.
– Málið hjá landsstýrinum
er at veita bíligari streym.
Kunnu privatir veitarar veita
bíligari orku, kann vera, at
netið má latast upp og geva
teimum møguleikan, segði
Aksel V. Johannesen.
danjal@sosialurin.fo
YNSKJA OPNARI
ORKUMARKNAÐ
Orkuráðstevnan hjá Sambandsflokkinum hevði eina greiða politiska stevnu
Magni Laksáfoss og Sambandsflokkurin skipaðu fyri ráðstevnuni
Skulu hava sólorku í Føroyum
Skal SEV náa málinum um 100% grøna framleiðslu í 2030, mugu bæði sjóvarfallsorka og sólorka takast í nýtslu.
Danjal av Rana
– Fólk smílast framvegis,
tá eg nevni sólorku, men
sannleikin er, at okkum
tørvar sólorku, um vit skulu
náa málinum um 100% grøna
orku í 2030, sigur Terji Niel
sen.
Sa m ba n d s f l o k ku r i n
skipaði fyri orkuráðstevnu
fríggjadagin og millum fyri
lestrarhaldararnar var Terji
Nielsen,
menningarleiðari
hjá SEV.
Hóast veðrið kanska ikki
altíð er av tí allarbesta, so
er ikki heilt eiðasørt av sól
tímum í Føroyum. Til stutt
leika kann nevnast, at sól
ríkasti mánaðin vísir seg at
vera mai.
Terji Nielsen nevnir eis
ini, at prísurin á sólorkuskip
anum er fallin nógv seinastu
árini, og tí er hetta eisini
vorðið áhugavert í Føroyum.
– Avbjóðingin í Føroyum
er at hava eina javna fram
leiðslu. Vindstyrkin er óstøð
ug og vatnbrunnarnir tøm
ast, tá turkur er. Her er tað,
at sólin ger sína nyttu. Hon
kann veita orku, tá vindur og
vatn ikki eru til staðar, sigur
Terji Nielsen.
Hann vísir á, at tað júst er,
tá minst er av avfalli og vindi,
at mest er av sól. Á hendan
hátt kann sólin minka nakað
um undirskotið, sum verður
til tíðir.
– Sólin fer ongantíð at
fylla nógv í samlaðu fram
leiðsluni hjá SEV, men fer,
saman við vindorku, vatn
orku og sjóvarfallsorku at
hjálpa okkum at náa málin
um um 100 prosent grøna
orku og fulla veitanartrygd,
sigur Terji Nielsen.
Fyri at ítøkliggera, hvussu
stóra ávírkan sólin fær, vís
ir hann á, hvussu stórari
goymslu, tørvur er á.
– Um vit einans hava
vindorku, mugu vit hava 60
GW í goymslu. 60 GW svarar
til eini fýra ferðir Eiðisvatn,
goymt á 300m hædd. Leggja
vit sólorkuna afturat, fellur
goymslutørvurin niður í 45
GW og tá sjóvarfallsorkan
verður løgd afturat, fellur
tørvurin niður á 22GW, sigur
Terji Nielsen.
Terji Nielsen er
menningarleiðari hjá SEV
Meira frá
Orkuráðstevnuni
á síðu 6