týsdagur 11. apríl 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
STJÓRI TIL
LANDSBANKA
FØROYA
Stjórin hevur ein avgerandi leiklut í arbeiðinum at
leiða nýskipaða Landsbanka Føroya og gera hann til
ein fakliga dyggan og týðandi búskaparligan leikara í
føroyska samfelagnum.
Tí er neyðugt, at stjórin støðugt fylgir búskapar
gongdini, og at hann megnar at skapa eitt gott og
virki arbeiðspláss við týðiligum virðum, og sum
hevur dirvi at taka neyðugar og rættstundis avgerðir
á dyggum fakligum grundarlagi. Eisini skal stjórin
á ein professionellan og fólksligan hátt umboða
bankan og miðla vitanina, ið stovnurin framleiðir, til
Føroya fólk, myndugleikar og politisku skipanina.
Førleikakrøv
Vit hugsa okkum ein stjóra, sum hevur útbúgving
innan búskaparfrøði ella aðra viðkomandi
útbúgving á master/ kandidatstigi, og sum hevur
góðar leiðsluførleikar og viðkomandi starvs
royndir, umframt vitan um føroyska búskapin og
fíggjargeiran. Harafturat skal stjórin hava evni og
tev fyri at samskifta.
Starvskarmar og starvsinnihald
Stjórin skal við støði í løgtingslóg um Landsbanka
Føroya og Føroya váðaráð millum annað tryggja, at
Landsbankin:
• Fyrisitur gjaldføris og skuldarviðurskifti landsins
• Ger íløgustrategi, sum landsumsitingin skal fylgja
• Fyrisitur lántøku og hevur dagliga láns
umsiting um hendi, til hetta hoyrir tað
at gera kunningartilfar til íleggjarar
• Umsitur ogn og skuld landsins
• Gevur myndugleikum og politisku skipanini
ráð í fíggjarligum viðurskiftum
• Hevur eftirlit og ger greiningar av búskaparligum
viðurskiftum við serligum atliti at váðum í
fíggjarkervinum og tí parti av búskapinum, ið
ávirkar fíggjarliga støðufestið í síni heild
• Savnar, viðger og almannakunnger
hagtøl á virkisøkinum
Stjórin í Landsbanka Føroya er formaður í Føroya
váðaráði og hevur skrivstovu ráðsins um hendi.
Landsbanki Føroya umsitur eisini Búskapargrunnin
og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
Starvsøkið og týdningarmestu uppgávurnar
hjá stjóranum eru lýst greiniligari í starvs og
persónsprofili, sum fæst við at venda sær til
ráðgevingarfyritøkuna, Metis, á teldupostadressuni
ingibjorg@metis.fo ella á telefon 213080.
Setanarviðurskifti
Starvið sum stjóri í Landsbanka Føroya er
fast starv. Starvið er flokkað í lønarflokki 39
sambært sáttmála millum Tænastumannafelag
landsins og Fíggjarmálaráðið uttan tó at vera
tænastumannastarv.
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum
og persónligum førleikum. Starvið verður sett, tá
rætti umsøkjarin er funnin.
Upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar,
ert tú vælkomin at seta seg í samband við:
Tummas Eliasen, nevndarformann,
telefon 217788
tummast@klaksvik.fo.
Umsókn
Umsókn til starvið við CV og avritum av
viðkomandi prógvum skal vera Metis í hendi
í seinasta lagi mánadagin 1. mai 2017 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast við teldubrævi til
ingibjorg@metis.fo
ella við vanligum brævi til:
Metis
Kovalág 9
100 Tórshavn
Landsbanki Føroya leitar eftir stjóra, sum saman
við nevnd bankans skal mynda og menna stovnin í
uppgávu síni at tryggja fíggjarligt støðufesti.
Starvslýsing:
Landsbanki Føroya
er stovnaður við
løgtingslóg nr. 116 frá
24. november 2016 um
Landsbanka Føroya og
Føroya váðaráð.
Landsbankin er
almenni fíggjar- og
greiningarstovnur
Føroya, óheftur av
politisku skipanini.
Í Landsbankanum
starvast 6 fólk.
Starvsstaðurin er í løtuni
Kvíggjartún 1, 160 Argir.
Um Lands
banka
Føroya