Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Partur av endamálinum við orkuskiftinum til elektriska orku er at minka um koltví­ s­úr­evnis­útlátið hjá føroy­ ing­um og oljunýtsluna hjá før­oyingum. Aksel V. Johannesen, løg­maður, greiddi á orku­ ráð­stevnuni hjá Sam­bands­ flokk­in­um í fríggja­dagin frá orku­poli­tikkin­um hjá lands­ stýrinum og vísti millum annað á tiltøk, sum lands­ stýrið hevur sett í verk og um­hugsar at seta í verk. Hann nevndi millum ann­að, at landsstýrið hev­ ur broytt avgjaldið á bilum, so at dálkandi bilar rinda meiri enn aðrir bilar. Eisini hevur landsstýrið givið el- og vetnisbilum mvg-frítøku. – Eitt annað tiltak, sum landsstýrið kannar í løtuni, er at banna olju­fýringum frá 2021, segði løgmaður. Hann segði, at í løtuni vóru um 1.000 húski, sum nýttu hita­ pumpu til upphiting, men at heili 18.000 húski nýta fram­ vegis oljufýring, sum er nógv meiri dálkandi. Hesi skulu á ymiskan hátt eggjast ellan noyð­ast til at velja aðrar hita­loysnir. Thormann Kruse, tekn­ iskur leiðari í VITOrka, helt, at hetta var ein vána loysn, tí hetta einans flytir olj­una úr kjallaranum yv­ir á elverkið á Sundi, har streym­urin til hita­pump­una verður fram­ leiddur av tungolju. Hendrik Egholm, stjóri á Magn, vísti á, at gass­olj­ an, sum verður nýtt til upp­ hiting, er nógv reinari enn tungoljan, sum SEV nýtir til elframleiðslu. – Tungoljan er óynskt í Noregi og í USA. Sjálvt kinesarar eru farnir at banna tungoljuni, tí hon er so sera dálk­andi. SEV má gera meiri við at minka um tung­olju­nýtsluna, serliga tá prog­nos­urnar vísa, at nýtslan av tung­olju fer at vaksa kom­andi árini, segði Hendrik Egholm. SEV megnar ikki at náa orkumálinum Tað krevur 15 vindmyllulundir sum tann í Húsahaga komandi 13 árini, um vit skullu náa málinum hjá landsstýrinum og SEV, sigur stjórin á Magn Danjal av Rana – Ætlanirnar eru góðar, men letur tað seg gera? Tað eru bara 13 ár til 2030, men sera fáar ítøkiligar ætlanir eru settar í verk, segði Hendrik Egholm, stjóri á Magn, sum ikki helt sær aftur, tá hann legði fram á orkustevnuni hjá Sambandsflokkinum í Østrøm fríggjadagin. Hendrik Egholm vísir á, at sambært SEV krevur tann grøna framtíðin eina íløgu upp á okkurt um sjey milliardir krónur. Har­um­ framt skal grøna orku­fram­ leiðslan økjast frá 150GWT upp í minst 600GWT. – Hetta svarar til at gera 15 vindmyllulundir á somu stødd sum í Húsahuga – upp á 13 ár. Harumframt fer hetta at krevja eina íløgu upp á eini sjey milliardir krónur, segði Hendrik Egholm. Einasta ítøkiligu ætlanir­ nar enn eru at gera tvær vind­myllulundir afturat. Síð­ani er prát um tvær goymsl­ur, sonevndar pump to storage. – Einki ítøkiligt er á skrá um sólorku. Einki ítøkiligt er á skrá um sjóvarfallsorku. SEV er sjálvandi ein týdning­ ar­mikil leikari í hesum ar­ beið­inum og ger eitt framúr­ skarandi arbeiði, men tað er ómøguligt hjá teimum at náa málinum um 100 prosent grøna orku í 2030 einsamalt. Aðrir leikarar mugu sleppa framat, segði Hendrik Eg­ holm. Hann fílist eisini á, at land­sins myndugleikar leggja so nógva orku í at fáa fólk at skifta yvir til hita­ pumpur. Finn Jacobsen, sum áður var tekniskur leiðari á SEV, men nú er tekniskur stjóri hjá Magn, vísti á, at 10 % av teimum, sum høvdu fingið sær hitapumpu, hava skift aftur til oljufýring. Hendrik Egholm vísir á, at so leingi sum øll orku­ fram­leiðslan ikki kemur frá varandi orkukeldum, kem­ur ein stórur partur frá tung­ olju­verkinum á Sundi. – Gassoljan, sum vit nýta í oljufýringunum, er gull­ rein í mun til sera skitnu, svávul­ríki tungoljuna, sum SEV brúkar á Sundi. For­ søgnirnar siga eisini, at kom­ andi árini fara vit at nýta væl meiri tungolju til at fram­leiða elorku við, meðan onnur lond, sum Noreg, Kina, USA og eisini ES gera alt tey kunnu, fyri at minka um tungoljunýtsluna, segði Hendrik Egholm. – Um hitapumpustuðul verður veittur, fer tað at økja um nýtsluna av tung­ olju­fram­leiddari elorku. So­ statt verður svávuldálking mun­andi hægri enn í dag – so eg ivist í, um politiska skip­anin yvirhøvur hevur skilt, hvussu elorka verður framleidd í Føroyum í dag, segði stjórin í Magn. – Vit í Magn vilja fegnir lyfta hesa avbjóðinga saman við tykkum í felag. Tað krevur nakrar lógarbroytingar í el­ veitingarlógini, men vit eru sannførdir um, at einasti møgu­leikin at náa hesum málin­um er við at loyva privat­um aktørum inn á el­ veitingarmarknaðin, segði hann. ORKURÁÐSTEVNA Um­hugsar at banna olju­fýringum Vit vilja lyfta uppgávuna saman við SEV sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn Í 2030 skal øll upphiting koma frá varandi orkukeldum, sigur løgmaður