týsdagur 11. apríl 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKISDAGUR
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Klokkan er farin av tíggju og tað
er mánamorgun í hesi vikuni í
Oyndarfirði. Atlanta Houman er
til handils. Ein gulur vørubilur hjá
Poul Michelsen stendur uttanfyri.
Tað er mjólkin til oyndfirðingar,
hann er komin við. Við kassan
situr unglingurin Finnur Lómstein
Petersen.
Hann
er
abbasonur
Eivind og hann loysir av, nú
Sosialurin er á vitjan í samband
við at Eivind í vikuni hevur verið
handilsmaður í 75 ár. Ein starvs
aldur, sum fá røkka. Eivind er
føddur 13 januar 1928 og er sostatt
89 ára gamal og hann er framvegis
til arbeiðis.
– Eg havi verið glaður fyri mítt
arbeiði og tað eri er framvegis, men
nú forbjóðar tað seg sjálvt, aldurin
er so høgur. Eg má gevast, eg veit
ikki akkurát nær. Eg veit ikki, um
alt sær øðrvísi nú, men eg minnist
meg ikki vera farnan til arbeiðis við
gron. Eg havi kent eina ógvuliga
stóra gleði við mínum arbeiði.
Kanska hevur tað nakað við tað
at gera, at tá íð arbeiðsdagurin er
liðugur, havi eg stongt handilin
ordiliga. Petur á Hellunum, sum
var keypmaður í mong ár, segði
einaferð við meg: “Minst nú til, tá tú
stongir handilin, so stong ordiliga.”
Tað hann meinti við var, at eg ikki
skuldi taka trupulleikarnar úr
handlinum við heim til hús og tað
er nakað, sum eg havi hildið og
kanska júst tí, haldi eg, at nøgd
semið hevur verið so stórt í mínum
arbeiði.
– Mínar 75 ára starvsroyndir
siga mær, at søla er altíð ójøvn
og tað nyttar einki at ganga upp
í tað. Eg má royna at vera glaður,
eisini tá ið sølan er í botni. Og eg
skal ikki klaga, eg havi livað av
handilsstarvinum, líka síðan eg
stóð fyrstu ferð í handli, tað var í
kjallaranum heima hjá okkum á
Fløtti, eg var 14 ára gamal, og elsti
beiggi mín Petur hevði handil og eg
arbeiddi hjá honum.
76 eftirkomarar
Tað hevur vignast betri hjá Eivind
enn hjá teimum flestu. Síðan Eivind
og Esther gingu í hjúnarlag 20 mai
í 1950 eru 76 eftirkomarar eftir tey.
Eivind og Esther eiga fimm børn.
– Spyr meg ikki akkurát um
hvussu nógv av hvørjum, tí so má
eg fara at telja, men eg kenni tey
øll. Eg eri eisini oldurabbi og tað
var stuttligt at vera til barnadóp í
kirkjuni, har bæði eg og olduromm
an vóru hjástødd. Esther hevur
verið sjúk seinastu tíðina. Tað er
ryggurin, sum er viknaður. Hon
hevur verið á sjúkrahús og er nú á
Ellis og Røktarheiminum í Runavík
og kemur fyri seg aftur. Hon hevði
tað ikki nakað serligt í gjár, men
man tað ikki fara at ganga, hon fer
at koma seg. Hon er trý ár yngri enn
eg og er eisini komin upp í árini. Vit
hava havt krúndiamantbrúdleyp.
– Esther var heima, meðan
børnini vóru smá. Seinnu árini
hevur hon verið í handlinum. Døt
urnar vóru eisini raskar at standa
í handlinum, áðrenn tær fluttu
heiman. Vit vitjaðu hana í gjár
kvøldi, næstelsta dótturin Anni og
eg. Undarligt ikki at vera saman, tá
ein hevur gingið lívsleiðina saman
í so mong ár.
– Eg og Esther fóru niðan á
Marknagil at vísa ommuni Annu
Sofíu í Hoygarðshúsi elstu dóttr
ina Judith, tá ið hon var fødd.
Omma var starblind, hon búði tá
hjá dóttrini Magninu og hon føldi
uppi á andlitinum á Judith fyri
at gera sær eina mynd av lang
barnabarninum,
sigur
Eivind.
Yvirritaði og Eivind eru í nærm
astu familju, pápi og hann vóru
systkinabørn, høvdu felags ommu,
sum er langomma mín. Og hon
gjørdist elligomul, heili 96 ár, sum
var ógvuliga gamalt fyrsti í fimti
árunum í farnu øld.
Vit sita inni í køkinum í handl
inum. Her er te og vaniljukransar
á borðinum. Her er kalt, okkurt
er galið við radiatorinum. Kalt er
í erva, fjøllini gráhvít og seyðurin
liggur niðalaga. Tað kólnar eisini
í skralltóma frystidiskinum úti í
handlinum. Hann hevur gingið í
36 ár, men nú gekk frystaríið fyri.
Reimarnar sum drivu motorin
slitnaðu. Hetta er nú umvælt og
frystivørurnar, sum liggja í frysti
boksunum hjá familjuni kring
bygdina, verða í kvøld savnað aftur
í fyrstidiskin. Hurðin gongur, fólk
koma í handilin og abbasonurin
Finnur kemur javnan inn til abban
at spyrja um prís.
– Eg haldi, at hann hevur evnini
til handil, abbasonurin, mutlar
hann fyri seg sjálvan.
– Tá ið eg var yngri, mintist eg
prísin á øllum í handlinum. Nú er
minnið kámað, men eg minnist tað
mesta.
– Harra Gud, sum eg sakni
Andrias í Skúlanum. ( Thomsen).
Vit vóru javnaldrar systkinnabørn
og hann kom í handilin hvønn
einasta dag, aftan á døgurða, tá ið
hann var fluttur aftur til Oyndar
fjarðar. Hann sat akkurát har, sum
tú situr. Vit høvdu mangt prátið.
Nú eru longu fimm ár síðan hann
fór.
Handil og fisk
Beiggi mín Petur hevði stýrimans
útbúgving og var sjómaður. Men
hann gjørdist sjúkur í maganum
og noyddist at leggjast uppi, tí fór
hann at handla. Hann byrjaði hand
il í einum sethúsum niðri í bygdini,
Í Hoygarðinum. Og síðan flutti
hann handilin niðan til okkum í
kjallaran. Tá ið Jóan Pauli Thomsen
doyr í 1942, er Hálvmørkhandilin
til sølu og Petur keypir hann. Vit
handlaðu stutt uppi hjá okkum.
Vit keyptu ikki fisk undir krígnum,
men fóru undir hetta eftir kríggið
í 1945.
– Allir mínir javnlíkar fóru til
skips, men tað lá ikki til mín. Eg havi
verið ein túr til skips, og tað var við
Maseppu. Pápi var við. Vit vóru
fýra dagar á Mýlingsgrunninum
og fingu einki og komu inn aftur.
Tað var mín tíð á sjónum og tað var
slett ikki nakað fyri meg. Kanska
ein orsøk til, at eg ikki var meira á
sjónum var, at ungir menn sluppu
ikki til skips undir krígnum. Tað
var kanska gott fyri meg, tí vanliga
høvdu menn einki annað at velja,
enn at fara til skips.
– Eg minnist at prísurin á hýsu
var 45 oyru fyri kiloið og 65 oyru
fyri toskin. Fiskurin var turkaður
niðri í fjørðuni niðanfyri handilin
og heilt heim til kirkjuna. Tað var
viðbrekið arbeiði at turka fisk. Vit
máttu ansa eftir, at hellan ikki var
ov heit av sólini, tí annars loyptist
fiskurin og so var neyðugt at ansa
eftir, at ikki regn kom í.
– Útróðrarfiskurin varð salt
aður í kjallaranum í Hálvmørks
handlinum og síðan turkaður um
summarið.
Tveir
oyndfirðingar
Hans Martin, Mortan á Gutta og
Palle Heini plagdu at flekja. Eg
veit ikki, tað var ongin serlig for
rætning í at takast við fiski. Eg
minnist einaferð, at marknaðurin
var so vánaligur, at vit tóku eitt
partí heim aftur og máttu rinda fyri
dupulta frakt. Poul Hansen keypti
fiskin og vit høvdu tap av honum.
Petur bróður fekk heilsuna aftur
og flutti niður til Danmarkar við
familjuni miðskeiðis í fimtiárunum.
Eivind hevur verið
handilsmaður í 75 ár
75 ára starvsdagur, tað eigur at geva minst ein riddarakross, ein
fortjensmedailja er ovlítið fyri Eivind, sum er kongatrúgvur og
sambandsmaður um ein háls. Vónandi lesur ríkisumboðsmaðurin
Dan M Knudsen hesar reglur, nú áðrenn hann pakkar sekkin
og fer í tænastu í uttanríkisráðið sum konsulentur