Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 Hann sigldi við farmaskipi niðri. Eg keypti handilin. Eg gavst at fáast við fisk og tók mær av vanligum handli. Nógv knoss Kanska hevur tað ikki verið roknað fyri nakað, at standa í einum handli, men setir tú sjóneygað á, hev­ur verið nógv knoss at vera hand­ilsmaður í eini avbyrgdari bygd, sum Oyndarfjørður var heilt fram til 1968, tá ið vegurin kom. – Eg haldi heilt avgjørt, at onki hevur havt so stóran broyting fyri mítt arbeiði sum handilsmaður, sum hendingin, tá ið vegurin kom á heysti 1968. Fólk duga als ikki at fyrstilla sær, hvussu stórt knoss tað var, tá ið øll vøran kom til bygdina við skipi og alt skuldi knossast av keiini og inn í handilin og síðan stoytast í skuffur. Hvørt einasta kolli skuldi berast. Eg hevði verið í handilsvinnuni í 26 ár, tá ið vegurin kom og beinan vegin gjørdist alt lættari. At hugsa sær, at fáa vøruna koyrda til handilin, tað var heilt óskiljandi, tá ið eg var ungur. Vit fingu ikki bara vøruna við Pride og Barskorð, eg hevði eisini avgreiðsluna av Príde og talan var ikki bert um vørur, vit knossaðu eisini við tunnum av petroleum og bensini. Tað var ofta, at man bleiv útpurraður mitt á nátt, tí útróðrarbátar skuldu hava bensin, áðrenn teir fóru. – Í 1976 sá eg, at tað gekk ikki meira við gamla handlinum. Antin mátti eg lukka, ella mátti eg byggja út. Hóast vegurin var komin, var tað alt og nógv arbeiði at standa innan fyri diskin og flýggja út. Eg var 52 ára gamal tá, og sá at hetta fór eg ikki at orka. Tí var farið undir at fyrireika nýggjan handil uppi í bygdini. Hetta var ikki uttan stríð, tí tað var slett ikki lætt at fáa fígging, at enda forbarmaði Sjó­ vinnu­bankin seg yvir okkum. – Vit fluttu í nýggja handilin 1. desember 1980. Hetta var ein øgiligur munur. Nýggi handilin var ein sjálvstøkuhandil. Her lá mun­ andi betri fyri við øllum. – Og hóast forbetringar, so sakni eg stemmningin í gamla handlinum. Her komu fólk, eisin í øðrum ørindum enn at keypa. Handilin var savningarstaðið í bygdini. Menn komu at práta, tá ið teir vóru heima. Hans Marius, lærarin plagdi at siga við okkum, sum smádreingir, tá vit komu úr handlinum. “Hvat nýtt úr Hálvmørk?” Tað sum skuldi frættast úr bygdini, frættist úr handl­unum, sigur Eivind Petersen. Prísirnir eru broyttir øgiligt hesi 75 árini Eiving hevur handlað. – Eg minnist sum smádrongur, at tú kundi fáa tvær svávuldósir fyri eitt fimm oyra, í dag kostan ein svávuldós tríggjar krónur. Ein tubbakspakki kostaði 4,50 kr, tá ið eg var smádrongur og ein sigarettpakki 45 oyru, tá ið eg var ungur. Og menn keyptu ikki ein heilan tubbakspakka. Vit høvdu ein hvassan knív liggjandi í handlinum og hann var bara brúktur til at skera tubbakspakkarnar í tvey. Heimamaðurin álitismaður Sum heimamaður fekk Eivind fleiri álitisstørv. Hann kravdi inn tarvapengarnar. Hann kravdi inn pengar fyri sjúkrakassan, hann avlæs málararnar fyri SEV, hann var klokkari í mong harrans ár og hann hevur verið røktingarmaður. – Mær hevur altíð dámt væl at fáast við seyð. Tá ið hagarnir vóru sundurbýttir í 1963, varð eg biðin um at vera røktingarmaður í Ogn­ ini. Hetta starvið røkti eg í samfull 40 ár. Eg eigi mangar túrarnar nið­an undir Stígar og niðan í Rossabotn í Vatnsdali. Ofta fór eg í hagan, áðrenn eg lat handilin upp klokkan nýggju um morgunin og náddi eg ikki tað, so var farið aftan á lukkitíð. Tað var ógvuliga frísk­ ligt og gott fyri meg at ganga í hag­ anum. – Eg ivist um tað var so gott hugskot at sundurbýta hagarnar. Feli er góður, tá ið hann er góður, sigur Eivind Petersen at enda. MERKISDAGUR Um tú vil liva, so má tú gerast gamal og fólk gerast ofta mildari við árunum. Eg minnist Eivind meira strongdan fyri 50 árum síðani enn hann er í dag og øll børnini í bygdini eru framvegis um hann. Handilin er tað allarbesta sum er í bygdini hjá børnunum, ja handilin yvirhálar bæði kirkju og missiónshús, tí har fæst nakað ítøkiligt gott at eta