týsdagur 11. apríl 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1950:
Sosialurin skrivar:
Mjólkaprísir
Mjólkaprísirnir í Føroyum
liggja lang oman fyri mjólka
prísir í Danmark, Noreg og
Svøríki. Soleiðis kostar ein
litur av mjólk í Føroyum 78
oyru, Keypmannahavn og
Oslo 48 oyru, Stockholm 53
oyru.
Lærari í 25 ár
Mikudagin
15.
november
hevði S. E. Matras verið lær
ari í 25 ár.
Umframt
starvið
sum
lærari við kommunuskúlan
hevur Matras í fleiri ár verið
leiðari fyri handilsskúlanum
í Tórshavn.
Nøkur av strísárunum
miklu var hann blaðstjóri á
Tingakrossi.
Føroya Sosial-Demokratur
ynskir honum til lukku við
hátíðardegnum.
Vanlukka í Sørvági
Mikukvøldið
hendi
tann
syrgiliga vanlukka í Sørvøagi,
at hin 25 ára gamli, ógifti,
Herluf Olsen datt niður mill
um trolarin »Nýpuberg« og
bryggjuna og druknaði.
»Oyrnafjall« komið
Seinasta
mánadag
kom
»Oyrnafjall« á Tvøryri við
3500 tonsum av salti úr Norð
urafriku.
Saltið verður uppskipað á
Drelnesi.
»Drotningin« farin
til Grønlands
Næstseinasta
fríggjakvøld
fór »Drotningin« av Havnini
til Grønlands eftir dønum,
ið arbeitt hava íGrønlandi í
summar.
Í Grønlandi verður lat at í
fýra støðu eftir teimum 300
danskarunum, ið hon skal
hava heimaftur við.
Um alt gongur eftir ætl
an verður hon aftur í Keyp
mannahavn 2. desember.
Fólkaflokkurin hevur
avreitt seg til Sambandið
SOSIALURIN 1950
Sosialurin 9. desember 1950: – Valdu afturhaldsmannin Kr. Djurhuus til løgmann
S
osialurin er firtin í skriving síni
um løgmansvalið eftir løgtings
valið í 1950, tá blaðið skrivar so
leiðis:
»Í evstu stund gekk hitt samlaða
afturhaldið, Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin, saman um at velja
løgmann.
Mikudagin varð boðað frá, at løg
mansvalið skuldi fara fram. Davdsen
var burturstaddur og S. P. Zachariasen
var sjúkur. Valið varð tí útsett til kl. 8
s. p. hósdagin.
Langt áðrenn ásettu tíð vóru
áhoyraraplássini í tinginum upptikin.
Í gongini og uttan fyri tinghúsið var
hópur av fólki.
Klokkan fór av átta, áðrenn nakar
sambandsmaður ella fólkafloksmaður
vísti seg. Loynisamráðingarnar fóru
fram.
Fundurin varð so settur, og Th.
Petersen bað frá formanspallinum um
uppskot til løgmansvalevni.
P. M. Dam skeyt upp á H. J. Jacob
sen, búnaðarráðgeva. (Heðin Brú, red)
Aftaná reisti Poul Petersen seg upp
og bað um at fáa fundin útsettan ein
hálvan tíma. Fundurin var so slitin.
Tann hálvi tímin – avreið
ingartími Fólkafloksins
Sambandsmenn fóru beinanvegin
oman í rúm sítt í tinghúsinum, og
fólkafloksmenn upp á loftið. Javn
aðarmenn,
sjálvstýrismenn
og
tjóðveldismenn sótu í andleysum
spenningi og bíðaðu í tingsalinum,
bíðaði meðan Fólkaflokkurin av
reddi.
Tá ein løta var gingin kom Hákun
Djurhuus niður av loftinum og inn
til sambandsmenn. Drúgva løtu var
hann inni. Kom so út aftur og varð
verandi eina løtu í rúminum við síð
una av, til hann aftur var kallaður inn
til sambandsmenn. Skjótt aftaná kom
hann út aftur og fór aftur á loftið, av
reiðingin var lokin.
Sambansmenn høvdu egnt línuna,
og Hákun við øllum Fólkaflokkinum
hevði gloypt sambandsagninum –
ordiliga kýkað.
Fundurin uppafturtkin,
løgmansvalið
Hálvi tímin var gingin – sera skjótt
høvdu teir avreitt fundurin var sett
ur av nýggjum, og farið varð undir
atkvøðugreiðsluna.
Fyrsta atkvøðingin gav hetta úrslit:
Th. Petersen 8 atkv.
Andras Samuelsen 7 atkv.
H. J. Jacobsen 6 atkv
H. v. Høgadalsá atkv
Blankar atkv (sjálvst)
So var komið til aðru atkvøðing.
Áhoyrarnir og nógvir av tingmonnu
num sótu í andleysum spenningi. J.
Chr. Olsen býtti seðlarnar út, ting
menn skrivaðu, summir ógvuliga fá
leiddir, seðlarnir savnaðir saman, og
Th. Petersen las atkvøðurnar upp:
Kristian Djurhuus 13 atkv
H. J. Jacobsen 6 atkv
H. v. Høgadalsá 2 atkv
Tingmenn og áhoyrarar gløddu
við. Dam og fleiri við honum fingu
illa hildið sær fyri látri. Fólkafloks
menn sótu í orðsins sanna týdn
ingi sum lundar slignir á nevið. Ja, í
sannheit, hart og beikst mátti hetta
kenst. Beiskur mundi hesin sam
bandskalikurin vera at tøma hjá
fólkafloksmonnum.
Vert er at leggja til merkis, at
tveir sambandsmenn hava ikki at
kvøtt (tær blanku atkvøðurnar) Tr.
Samuelsen og annar. Seinni ferð at
kvøddu sjálvstýrismenn saman við
javnaðarmonnum.
Føroyingar eiga góða útvarspsstøð
– Tórshavnar radio. Nakrar útvarps
royndir hava verið gjørdar seinnu
tíðina – síðast frá samfundsfundi
num í Ebebezer. Avbera væl hevur
hoyrt um al landið.
Hví ikki nýta hesa radiostøðina
til dagligt útvarp, ið tøvrvar okkum
føroyingum so stórliga?
Hava einstakar samkomur ráð
til at nýta útvarpið,hevur hitt
føroyska samfelagið enn størri
møguleikar, og hesir møguleikar
eiga at troytast út í ytstu æsir, ikki
minst fyri at byrgja fyri tí málsligu
kryplingini, ið dagliga vindur upp
á seg.
1950: Málsliga kryp
lingin vindur upp á seg
Tingmanningin valskeiðið 1950-54. Myndin er tikin í 1952
Sosialurin skrivar soleiðis 25.
november í 1950:
»Enn er eingin avgerð tikin
um, hvør ið skal skipa landsstýr
ið.
Samráðingar fara fram flokk
anna millum, men higartil er
einki frætt um nakað endaligt
úrslit.
Útvarpstíðindi frá Oslo hós
dagin vildi vera við, at Th. Pet
ersen var valdur til »Færøernes
president«, men hetta hevur
einki við nakran veruleika at
gera.
Møguliga verður úrslitið av
landsstýrissetanini at frætta í
komandi viku.«
Thorstein Petersen
Færøernes president
Atkvøðubýtið
Persónliga atkvøðubýtið hjá
tingmonnum, valdir í 1950:
1 P. M. Dam
552
2 Th. Petersen
443
3 Johan M. F. Poulsen
377
4 Martin Holm
303
5 Jens Chr. Olsen
243
6 Hákun Djurhuus
242
7 Poul Petersen
234
8 Einar Waag
218
9 O. F. Joensen
205
10 J. F. Øregaard
202
11 Kr. Djurhuus
194
12 Hans Iversen
193
13 S.Z. Zacharisen
191
14 Hanus við Høgadalsá
190
15 J. P. Davidsen
185
16 J. H. Danbjørg
166
17 Fr. Bláhamar
164
18 Poul Niclasen
157
19 A. Sørensen
146
20 Sámal Ellefsen
128
21 J. P. Henriksen
128
22 Johan Kallsoy
121
23 Richard Long
81
24 D. P. Danielsen
73
25 Søren Danielsen
67