týsdagur 11. apríl 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Sakna ráðgeving um
viðgerðir móti krabba
Vilmund Jacobsen
Ein verkætlan, sum Kræftens Be
kæmpelse er við í, skal betra um
dialogin
millum
krabbameins
sjúklingar og heilsustarvsfólk um
alternativa viðgerð, og upplýsingar
um virknað skulu út til sjúklingar
við krabbameini og teirra avvarð
andi.
Deildarleiðarin í tí, sum danir
rópa Patientstøtte og Lokal Ind
sats, Laila Walther, heldur tað vera
ógvuliga týdningarmikið, at ein
góður dialogur fæst í lag millum
krabbameinssjúklingin og heilsu
starvsfólk um alternativa viðgerð.
Kanningar vísa, at umleið 25
prosent av øllum krabbameinssjúk
lingum hava brúkt alternativa við
gerð í samband við sjúkuna.
Av hesum 25 prosentunum eru
tað millum 52 og 71 prosent, sum
ikki fortelja um alternativu við
gerðina fyri heilsustarvsfólkum.
Ymisk alternativ
Millum alternativar viðgerðir, sum
fólk við krabbameini brúka, er eitt
nú náttúruheilivágur, kosttilskot,
akupunktur,
kostvegleiðing
og
sonuviðgerð.
Ógreiðan, sum er um alterna
tivar viðgerðir, skal nú burtur.
– Tá tú ert krabbameinssjúk
lingur og stríðist fyri at gerast frísk
ur, ert tú serliga sárur og nærtikin.
Tað er ógvuliga týdningarmikið, at
vit kunnu stuðla undir ein góðan
dialog millum sjúkling og heilsu
starvsfólk um alternativa við
gerð. Vit eru glað fyri at hava so
dugnaligar samstarvspartar í hesi
verkætlan, sigur Laila Walther, sum
starvast hjá Kræftens Bekæmpelse.
Sakna góðvild
Orsøkin til, at so nógvir krabba
meinssjúklingar
tiga
um
sína
nýtslu av alternativum viðgerðum,
er, at sjúklingarnir sakna meira
góðvild, stuðul og ráðgeving frá
heilsustarvsfólkum.
Tá sjúkrarøktarfrøðingar verða
spurdir, føla tær seg ikki nóg
kompetentar til at ráðgeva krabba
meinssjúklingum um alternativa
viðgerð.
Hesa uppgávu fer eitt nú ein
verkætlan at taka sær av. Kannast
skal, hvussu skjalprógvað vitan um
alternativar viðgerðarhættir og
tess virknaður á krabbamein best
kann samskiftast greitt til krabba
meinssjúklingar og teirra avvarð
andi.
Haraftrat
skal
verkætlanin
finna út av, um átakið hjálpir
krabbameinssjúklingum at taka
avgerðir um brúk av alternativum
viðgerðum, sum hava skjalprógv
aðan virknað.
Liðug seinni í ár
Professarin á Syddansk Universitet
og granskingarleiðarin, Helle Jo
hannessen, sigur, at royndir eru
gjørdar við fokusbólkum, mannaðir
við sjúklingum og starvsfólkum
á oknologiskum deildum, fyri at
finna út av, hvussu upplýsingar um
alternativar viðgerðir skulu latast
krabbameinssjúklingum og teirra
avvarðandi.
– Vit hava eisini eitt brúkara
ráð knýtt at hesum, har krabba
meinssjúklingar,
starvsfólk
frá
krabbameinsdeildum og alterna
tivir viðgerðarar luttaka. Haraftrat
dagføra vit eitt útkast frá 2008 um,
hvørjir hættir fyri alternativari
viðgerð hava vísundaligan virknað
á menniskju við krabbameini. Alt
hetta verður til gleði fyri bæði
krabbameinssjúklingar og heilsu
starvsfólk, sigur professarin og
granskingarleiðarin,
Helle
Jo
hannessen.
Ætlanin er, at verkætlanin, sum
nú er í gongd, skal verða liðug í end
anum av 2017.
Alternativ viðgerð
Nógv brúka alternativa viðgerð
bæði fyri, undir og eftir viðgerðir
móti krabbameini.
Tað, at tú kanst gera nakað
sjálv/-ur - og fyri teg sjálvan - kann
geva tær vónir og eyka styrki í
stríðnum móti krabbasjúku.
Nógvir krabbameinssjúklingar
uppliva, at alternativar viðgerðir
kunnu linna pínu, geva orku og
betra um lívsgóðskuna undir einari
krevjandi viðgerð.
Alternativ viðgerð er ein viðgerð,
sum læknar vanliga ikki bjóða á
sjúkrahúsum. Slík viðgerð verður
oftast brúkt, sum egið alternativ
sum íkast til krabbameinsviðgerð.
Marknaðurin fyri alternativa
viðgerð er stórur, og tí kann tað
eisini vera rættiliga trupult at finna
røttu viðgerðina.
Viðgerðartilboðini kunnu vera
góð, men tað eru ikki øll, sum eru
góð fyri teg, um tú ert í viðgerð fyri
krabbamein.
Kræftens Bekæmpelse tekur
undir við alternativum viðgerð
um, sum byggja á skjalfesta vitan,
soleiðis at virknaðurin framman
undan er kendur og møgulig hjá
árin.
Tað er týdningarmikið fyri fe
lagið, at sjúklingurin fær rætta
ráðgeving á einum skjalfestum
grundarlagi, soleiðis at sjúklingurin
kann taka røttu avgerðina um brúk
av alternativum heilivági.
Kelda: www.cancer.dk
Meira enn helmingurin av sjúklingunum, sum brúka alternativa viðgerð móti
krabbasjúku, fortelja hetta ikki fyri heilsustarvsfólkunum