Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 DEILDARLEIÐARI TIL FRAMLEIÐSLUDEILDINA STARV Á LANDSVERKI Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FO-110 Tórshavn Tel. +298 340 800 Faks +298 340 801 lv@lv.fo www.landsverk.fo ARBEIÐSUPPGÁVUR Sum deildarleiðari á Framleiðsludeildini ert tú partur av leiðsluni á Landsverki. Tú arbeiðir millum annað við strategiskum ætlanum og raðfestingum. Leiðarin á Framleiðsludeildini hevur ábyrgdina av rakstrinum á Framleiðslu- deildini og teimum tænastum, deildin veitir, t.e. framleiðsla og søla av gróti, skervi og asfalti. Landsverk luttekur í fleiri altjóða samstørvum, millum annað í Norðurlendska Vega- sambandinum, har tú ætlandi fert at luttaka. FØRLEIKAKRØV Tú ert útbúgvin verkfrøðingur ella líknandi, hevur royndir við starvsfólkaleiðslu og hevur gott innlit í og royndir innan byggi- og entreprenørvinnuna. Starvið inniber nógv samskifti við aðrar deildir á Landsverki, kommunur, arbeiðs- takarar og veitarar, tí er týðandi, at tú ert kundavinarligur, uppsøkjandi, hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar og megnar at samstarva við fólk við ymsum áhugamálum. Sum persónur dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Tað er týdningarmikið, at tú ert vælskipað/ur og hevur góð analytisk evnir. Tú kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, og megnar at fáa teir at lenda rætt. Tú dugir at sameina Vilt tú bróta slóð, leggja strategiskar ætlanir og tryggja bestu góðsku, so er Landsverk kanska rætta arbeiðplássið fyri teg. langtíðar strategiska arbeiðið við dagliga raksturin og optimeringina av honum. SETANARTREYTIR Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. UMSÓKNIR Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. apríl 2017. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, stjóra, á tlf. 290 801 ella ek@lv.fo. Fulltrúi til Fólkaheilsuráðið Eitt starv sum fulltrúi hjá Fólkaheilsuráðnum er leyst at seta 01.07.2017 Fólkaheilsuráðið søkir eftir fulltrúa at menna heilsu­ upplýsing fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og samfelagið annars. Sum fulltrúi kemur tú at hava ábyrgd av skrivstovuni í Fólkaheilsuráðnum til dagligt. Saman við formanninum í ráðnum og skrivstovuni skalt tú raðfesta fyrisitingarligar uppgávur. Tú hevur fyrisitingarliga ábyrgd í sambandi við átøk, verkætlanir, menning, samskifti og kunning, umframt ábyrgd av roknskaparfyrisiting og fíggjarstýring. Fulltrúin kunnar ráðið mánaðarliga um fíggjarstøðuna. Umframt ein samskipandi leiklut, er ein høvuðsuppgáva hjá tær at røkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og áhugafeløg og sambandið út í heim. Starvið hevur tilvísing til ráðsformannin/stovnsleiðaran. Høvuðsuppgávur : • samskipa arbeiðið í Fólkaheilsuráðnum • roknskapar­ og fíggjarstýring • samskipa og fyrireika fundir hjá ráðnum • samskipa átøk og verkætlanir og fíggjarstýring av hesum • framleiðsla av elektroniskum lýsingartilfari • samskipa tjóða­ og altjóða kanningar • samstarv uttanlands Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjarin hevur: • útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidat­ prógv • royndir við Leiðslukunningarskipan í Búskaparskipan landsins • kunnleika til telduskipanir • kunnleika til roknskaparforrit • royndir og innlit í arbeiði við fólkaheilsu • royndir at samskipa størri átøk • arbeiðsroyndir innan arbeiði við sølu, samskifti, sam­ skipan og marknaðarføring • vitan um almenna fyrisiting og arbeiðsmarknaðarmál Umráðandi er, at tann, ið settur verður: • hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata • hevur royndir í roknskap­ og búskaparstýring • fyrimunur er, um umsøkjarin hevur vitan og leiðslu­ royndir uttanlands • er opin, útvend/ur og samskiftissterk/ur í framløgum • hevur sterkar málsligar samskiftis førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum • hevur góðar førleikar til uttanlands samstarv • hevur góð leiðslu­ og samstarvsevni • er kreativ/ur • er fleksibul og megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti Vit bjóða: Eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi, við góðum skeiðs­ og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar – og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjar­ málaráðið og BLF ella AKF. Setanarøkið fevnir um Heilsu­ og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr á 292270. Umsókn: Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast innan 24. apríl til: Fólkaheilsuráðið J.C. Svabosgøta 43 100 Tórshavn ella til: t­post: fhr@folkaheilsa.fo Fá meiri at vita um stovnin á: www.folkaheilsa.fo