Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril! Sjúrður Skaale Beint fyri b ý r á ð s v a l i ð fingu allir havna­ borgarar borið eitt blað, sum var eitt langt álop á Heðin Morten­sen. Eingin visti hvør hevði gjørt tað – hóast politiski observansurin ikki var at fara skeivur av. Hann var tann sami sum hjá teimum, ið nøkur ár frammanundan høvdu sent út eitt yvirlit yvir, hvussu kristi­ligir – ella ókristiligir –før­ oyski flokk­arnir vóru. Og í morgun hendi tað aftur. Úr sínum skýmaskoti steinaði onkur eftir ávísum flokkum, ávís­ um persónum og KVF. "Ákærurnar" hesaferð eru gamlar og kendar: Meðan nøkur (t.d. Fólkaflokkurin) seta "kristnu lív­ virðini" hægst, gera onnur tað ikki. Meðan nøkur (t.d. Fólkaflokkurin) eru rættir føroyingar, eru onnur "kulturdanskarar". Meðan nøkur (t.d. Fólkaflokkurin) mugu stríða sín kamp einsamøll fyri lítlan al­ mennan stuðul, verða onnur stuðl­ að av tí kulturdanska og loysingar­ sinnaða almenna stovninum, KVF. Javnaðarflokkurin endar í "skeiva" partinum hvørja ferð - og sjálv­ur verði eg nevndur við navni sum "KVF-politikari". Tað er nú nokkso stuttligt. Tað er eingin loyna, at Javn­ aðar­flokkurin heldur tað vera al­ neyðugt, at vit hava ein sterkan, almennan fjølmiðil. Men vit eru ikki altíð nøgd við viðgerðina, og sjálvur havi eg ofta harðliga kriti­ serað KVF – bæði tá politisk mót­ støðu­fólk og partafólk hava verið órætt­víst viðfarin. Men fyri hesi dulnevndu fólk­ini snýr tað seg ikki um fakta og inni­ hald. Tað snýr seg um at ala fram tann fordóm, at meðan nakrir lands­menn eru óføroyskir og ókristi­ligir, so eru aðrir (t.d. Fólka­ flokk­urin) góðir, kristnir føroy­ing­ ar. Búi Tyril Seinast hesir persónar vóru upp á spæl, fingu vit at vita, at Estra hevði prentað ta dulnevndu lorta­ spannina, sum Posta síðani bar út, og soleiðis stoytti í høvdið á Heðini Mortensen. Men Estra vildi ikki siga hvør hevði bílagt uppgávuna – og tað vildi Posta heldur ikki. Tað hevði við sær nógvar atfinningar móti al­menna partafelagnum – og nú er politikkurin tíbetur broyttur. Eg ringdi nevniliga til Posta í morgun og fekk at vita, at fe­lagið "Bravogolf" hevði bílagt útber­ing­ ina. Felagið hevur eina teldu­post­ adressa: "sixidron@nordixis.com". Og telefonnummarið er 449627. Tá tú ringir til tað, svarar ein ensk rødd. Men tá tú biðjur um at tosa við stjóran, fært tú ein føroying í hornið - Búa Tyril. Alla ábyrgdina Eg tosaði við hann eina góða løtu í morgun, og spurdi m.a. hvønn rætt hann hevði at bera eitt skriv í hvørt hús, har eg og onnur verða lýst sum óføroysk og ókristilig. Hann segði seg ikki hava skrivað faldaran sjálvur. Hann hevði bara greitt hann til prentingar, og sent hann til útbering hjá Posta, segði hann. Eg minti hann á, at vit hava talufrælsi í Føroyum - men at tað er undir ábyrgd. Tað merkir, at tú kanst siga hvat tú vilt - men tú mást standa við tað. Í einum rættar­samfelag kann ábyrgdin ikki hvørva. Eg greiddi honum so frá, at tann, sum hevur skrivað faldaran (um tað altso ikki er Búi sjálvur), ikki hevur mansmót til at standa við síni orð. Tað er orsøkin til, at hann hann hevur nýtt Búa sum millummann. Men tað merkir altso ikki, at ábyrgdin hvørvur. At hvítvaska pengar er líka álvarsamt sum at stjala pengar. At selja stolnar vørur er líka álvarsamt sum at stjala vørurnar. Eg veit ikki um eg trúgvi Búa tá hann sigur, at hann ikki hevur skrivað faldaran sjálvur. Men tað er líka mikið. Búi Tyril er í hesum føri sum tann, ið hvítvaskar stolnar pengar og tann, ið selur stolnar vørur. Siga vit, at hann ikki hevur skriv­ að faldaran, er fortreytin fyri øllum svínarínum kortini Búi Tyril. Tað er hann sum forvinnur pengar uppá dirvisloysi hjá øðrum. Ábyrgdin er hansara. 100%. Og hvussu er inntil hann sigur, hvør hevur rindað honum fyri uppgávuna. Helst visti Búi ikki, at Posta hevur broytt politikk, og nú upp­ lýsir hvør umbiður og rindar fyri slíka útbering. Vónandi kann henda vitan gera, at hetta nú heldur uppat. Eg haldi ið hvussu er at hann skilti tað, eg segði við hann. Gott fyri Fólkaflokkin Hóast tað er rættiliga týðuligt, at tann, teir ella tey, sum hava staðið fyri hesum afturvendandi tiltøkunum stuðla Fólkaflokkinum, hevur flokkurin sjálvur sjálvsagt ikki ábyrgdina. Hann verður tvørtur­ímóti eisini raktur av ill­ gruna og illgitingum. Um tað steðgar orsakað av nýggja politikkinum hjá Posta, er tað tí ikki minst gagnligt fyri Fólka­ flokkin. KJAK So fingu vit aftur at vita, hvørjir flokkar eru kristiligastir og mest føroyskir. Sannleikans riddari eitur Búi Tyril Gudstænastur skírisdag 13. apríl Havnar kirkja kl 11.00 Skr. kl 10.40 Ann D. Hansen Havnar kirkja kl 18.00 Uni Næs, dómpróstur Vesturkirkjan kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Altargongd. Argja kirkja kl. 11.00: Heri J. Joensen. Altargongd. Nólsoyar kirkja kl.12, Sverri Steinhólm Hoyvík kl. 11, altargongd. Skriftamál kl. 10.40. Theodor Eli Dam Olsen. Kollafjarðar kirkja kl. 11.00. Guðstænasta og altargognd. Marjun í Kálvalíð Vestmanna kirkja, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 11.00. Saksunar kirkja, Martin Restorff Jacobsen, kl. 11.00. Hósvíkar kirkja, Maria Jørðdal Niclasen, kl. 11.00, altargongd. Kvívíkar kirkja kl. 17:00. Maria Jørðdal Niclasen. Altargongd. Skriftamál kl 16:50 Hvalvíkar kirkja, Maria Jørðdal Niclasen, kl. 12.15. Miðvágs kirkja kl. 17.00. Guðstænasta og altargongd. Marjun í Kálvalíð. Eftir guðstænastuna verður boðið til kvøldmáltíð í kirkjukjallaranum. Sørvágur kl 11,00, altargongd, Inga Poulsen Dam Funningur: kl. 12 messa Emil Olsen. Gjógv: kl. 17 messa Emil Olsen. Gøtu kirkja. Kl. 11.00. Gudstænasta. Altargongd. Ovi Brim Fríðrikskirkjan. Kl. 11.00. Lestur Fríðrikskirkjan. kl. 17.00. Gudstænasta. Altargongd. Ovi Brim Glyvra kirkja kl. 11, Henning Bøgesvang, altargangur. Rituvíkar kirkja kl. 11, Jógvan Fríðriksson, biskupur, altargangur. Søldarfjørður, kl. 18, Henning Bøgesvang, altargangur. Leirvík kl. 11.00 við altargongd: Marjun Bæk Vestmanna kl. 11.00. Guðstænasta og altargongd. Bergtórur Bjarkhamar. Fuglafjørður kl. 17.00 við altargongd: Marjun Bæk Christinskirkjan kl.11.00 Marjun Lómaklett altarg. Mikladalur kl.12.00 Hanus á Gørðum altarg. Húsar kl.15.30 Hanus á Gørðum altarg. Viðareiðis kirkja, útvarpsguðstænasta, Jóannes Purkhús, kl. 12.00. Altargongd. Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00. Sands kirkja, kl. 12.00, Havstein Klein. Altargongd. Dals kirkja, kl. 18.00, Havstein Klein. Altargongd. Fámjins kirkja kl. 12, altargangur, Jónsvein Bech. Hvalbiar kirkja kl. 16, altargangur, Jónsvein Bech. Tvøroyrar kirkjka kl. 18, altargangur, Jónsvein Bech. Gudstænastur langa fríggjadag 14. april Havnar kirkja kl 11.00 Sverri Steihólm Hoyvík kl. 11, Uni Næs, dómpróstur. Vesturkirkjan kl. 11.00: Heri J. Joensen. Argja kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Vestmanna: kl. 11.00. Deknaguðs­ tænasta. Kollafjarðar kirkja kl. 11:00. Bergtórur H. Bjarkhamar Sjóvar kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen Norðskála: kl. 11 Emil Olsen. Eiði: kl. 12.30 Emil Olsen. Tjørnuvíkar kirkja, Marjun í Kálvalíð, kl. 12.00. Hvalvíkar kirkja, Maria Jørðdal Niclasen, kl. 12.00. Kvívíkar kirkja, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 12.00. Sandavágur kl 11,00, Inga Poulsen Dam Kaldbaks kl. 12, altargongd, Theodor Eli Dam Olsen. Tjørnuvíkar kirkja kl. 12.00. Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð. Gøtu kirkja. Kl. 11.00. Lestur Fríðrikskirkjan. Kl 11.00. Gudstænasta. Sjónvarpað. Ovi Brim Glyvra kirkja kl. 11, Jógvan Fríðriksson, biskupur. Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum Jan Jacobsen syngur Árnafjøður kl.11.00 Marjun Lómaklett Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 12.00. Hvannasunds kirkja, Jóannes Purkhús, kl. 12.00 Skopunar kirkja, 12.00, Havstein Klein. Sandvíkar kirkja kl. 12, altargangur, Jónsvein Bech. Páskaaftan 15. apríl Glyvra kirkja kl. 20, Páskavøka. Upplestur, sálmasangur, kórsangur. Jóannes Purkhús er liturgur. Gudstænastur páskadag 16. apríl Havnar kirkja kl 11.00 Jógvan Fríðriksson, biskupur Hoyvík kl. 11, Theodor Eli Dam Olsen. Vesturkirkjan kl. 11.00: Heri J. Joensen. Argja kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Kirkjubøar kirkja kl. 11.00: Uni Næs. Kaldbak kl. 12, Sverri Steinhólm. Kvívíkar kirkja kl. 12:00. Maria Jørðdal Niclasen Haldórsvíkar kirkja, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 11.00. Hvalvíkar kirkja, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 12.15. Eiði: kl. 12 messa Emil Olsen. Talvan gongur fyri Bláa kross. Eiði: kl. 20 Emil Olsen. Gjógv: kl. 17 Emil Olsen. Funningur: kl. 18.30 Emil Olsen. Langasandur, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 15.00. Vestmanna kl. 11.00. Marjun í Kálvalíð. Aftur í ár kunnu børnini taka málaði egg við í kirkju, eftir guðstænastuna fáa børnini sjokolátaegg í gávu frá kirkjuni. Miðvágur kl 11,00, Inga Poulsen Dam Sandavágur kl 18, altargongd, Inga Poulsen Dam Gøtu kirkja. Kl. 11.00. Gudstænasta. Ovi Brim Fríðrikskirkjan. Kl 11.00. Lestur Skála kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen Glyvra kirkja kl. 11, Henning Bøgesvang. Fuglafjørður kl. 11.00: Marjun Bæk Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00 Viðareiðis kirkja, Jóannes Purkhús, kl. 12.00 Christianskirkjan kl.11.00 Marjun Lómaklett Talvan gongur fyri KFUM og K. Kórið í Christianskirkjuni luttekur Àrnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum Haraldssund kl.12.15 Familju­guds­ tænasta Hanus á Gørðum Skálavíkar kirkja, kl. 12.00, Havstein Klein. Altargongd. Tvøroyrar kirkja kl. 11, Jónsvein Bech. Mansbólkurin syngur. Innsavnað verður til Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Hvalbiar kirkja kl. 12.30, Jónsvein Bech. Mansbólkurin syngur. Sandvíkar kirkja kl. 18, Jónsvein Bech. 2. páskadag 17. apríl Havnar kirkja kl 11.00 Ann D. Hansen Nólsoyar kirkja kl 12.00 Uni Næs Hoyvík kl. 11, Jógvan Fríðriksson, biskupur. Vesturkirkjan kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Hests kirkja kl. 11.00: Heri J. Joensen. Kaldbak, Theodor Eli Dam Olsen. Vestmanna: kl. 11.00. Deknaguðs­ tænasta. Kollafjarðar kirkja kl. 11:00. Maria Jørðdal Niclasen Hósvíkar kirkja, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 11.00. Hvalvíkar kirkja, Bergtórur H. Bjarkhamar, kl. 12.15. Norðskála: kl. 12 messa Emil Olsen. Bøur kl 11,00, altargongd, Inga Poulsen Dam Gásadalur kl. 11.00. Guðstænasta við Marjun í Kálvalíð Oyndarfjørður kl. 12 v/altargongd: Símun Persson Jacobsen Selatraðar kirkja kl. 16: Símun Persson Jacobsen Glyvra kirkja kl. 11, Ovi Brim. Rituvíkar kirkja kl. 11, Henning Bøgesvang. Gøtu kirkja. Kl. 11.00. lestur Fríðrikskirkjan. Kl 11.00. Lestur Leirvík kl. 11.00.Marjun Bæk Søldarfjørður kl. 12.15, Ovi Brim. Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00 Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 12.00 Hattarvíkar kirkja, Jóannes Purkhús, kl. 11.00. Altargongd. Kirkjan á Kirkju, Jóannes Purkhús, kl. 12.15. Altargongd. Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum Familjugudstænasta barnakórið í KFUMog K luttekur Mikladalur kl.12.00 Marjun Lómaklett altarg. Húsavíkar kirkja, kl. 12.00, Havstein Klein. Altargongd. Skúvoyar kirkja, kl. 17.00. Havstein Klein. Altargongd. Fámjins kirkja kl. 11, Jónsvein Bech. Bønhúsið í Ørðavík kl. 12, altargangur, Jónsvein Bech. Týsdagin 18. apríl Felagskirkjulig gudstænasta í Vesturkirkjuni kl 19.30 Norðskála: kl. 19.30 kvøldgudstænasta Emil Olsen. Gudstænastur á páskum