týsdagur 11. apríl 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
Landsapotekari
Starvið sum landsapotekari verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Landsapotekarin er ovasti leiðari fyri
apo teks verkið og hevur mótvegis
Heilsu- og inn lendis mála ráðnum
enda ligu ábyrgdina av virkseminum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitunum
hesar:
• ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting,
ígongdseting og samskipan av
arbeiðs uppgávunum í apoteks-
verkinum,
• ábyrgd fyri støðugari menning í
apo teks verkinum, soleiðis at apo teks-
verkið á heilivágsøkinum livir upp til
nú tíðar krøv,
• ábyrgd fyri at gera uppskot til
fíggjar ætlan fyri stovnin,
• ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan
verð ur hildin,
• ábyrgd fyri at hagtøl fyri samlaðu
heilivágsnýtsluna í føroyska sam felag-
num eru tøk,
• ábyrgd av at røkja nærri útgreinaðar
mynd ugleikauppgávur og ráðgeva
Heilsu- og innlendismálaráðnum um
heilivág í síni heild, eftirlit við at
lóg gávan viðvíkjandi apo teks verk-
inum v.m. verður hildin dagførd,
• ábyrgd av samstarvi um heili vágs-
viður skifti við útlendskar stovnar og
myndugleikar.
Førleikar
Landsapotekarin skal hava staðið
danskt farmaseutiskt kandidatprógv
ella samsvarandi prógv, sum er góðkent
at lúka sáttmála við onnur lond.
Harumframt verður kravt, at við kom-
andi í starvi hevur víst seg skikkaðan at
reka apotek.
Tann rætti umsøkjarin skal
harumframt hava:
• áhuga og vitan um heilsuverkið í síni
heild,
• góð leiðslu- og samstarvsevni,
• ein mennandi leiðslustíl,
• evni at seta í verk fyriskipanir,
• vitan um fíggjarstýring og
heilsubúskap,
• góð samskiftisevni í skrift/talu.
Løn- og setanarkrøv
Setanarøkið er Apoteksverkið og
Heilsu- og innlendismálaráðið við
undirliggjandi stovnum. Viðkomandi,
ið settur verður, skal kunna tola
broytingar í starvinum, bæði í
starvsinnihaldi og vavi.
Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsu- og
innlendismálaráðnum. Lønin er ásett
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Pharma Danmark.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til: Turid Arge, aðalstjóra, á
t-posti: turid.arge@himr.fo ella tel 30
40 50.
Umsókn við CV og avriti av neyðugum
skjølum skal sendast til:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2,
100 Tórshavn
himr@himr.fo
Umsóknarfreist: 19. apríl 2017,
kl. 12:00.
Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
NEYTAKJØT
OG RØTUR
MIÐSTOVUGARÐURIN Á SANDI
Tlf. 220203 - 361057
NORÐINGAR
Vit eru við
Magnstøðina í Klaksvík
leygardagin 15. apríl
frá kl. 1100
Hósdag 13. apríl:
Stongt
Fríggjadag 14. apríl:
Stongt
Leygardag 15. apríl:
Rullusteik
Mánadag 17. apríl:
Stongt
Týsdag 18. apríl:
Rivjasteik – Kókað neytakjøt
Mikudag 19. apríl:
Stoktur fiskur – Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA