Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Havnin – høvuðsstaður okkara – hevur onki at ræðast (2) Jógvan við Keldu Fyri sløkum tveim­ um árum síð­ ani, tá Jens Kru­ høffer, sum lim­ur av tvør­polit­iska arbeiðs­bólk­in­um í “Staten i hele Dan­ mark”, eftir innbjóðing frá Vinnu­ lívs­ráðnum helt fyri­lest­ur fyri Vinnu­lívsráðnum og Klaks­víkar Handilsfelag, varð eisini sama kvøld ein staðfesting løgd fram, sum Vinnulívsráðið hevði um­biðið, um hvar íløgur í almennar bygn­ ingar í løtuni vórðu framdar. Sigandi og álvarslig staðfesting Staðfestingin er áhugaverd og før­ oyingar sum heild eiga at seta seg inn í gongdina, og leggja sær hana í geyma, tí ikki er sørt, at hon eigur at ræða okkum! – So gott sum allar hesar íløgur hava rakstrarligar fylgj­ur, t.v.s., at her falla stórar lønar­gjaldingar, drúgvar kostn­ aðarligar avleiðingar og hópin av avleiddum vinnum, sum ofta savna seg um “miðdepilin”! Hetta gevur eitt sjáldsamt ovurhonds alment sosialt býti til høvuðsstaðin. Staðfestingin vísir m.a.: - Íløgur í landsalmennar bygningar tá – fyri tveimum árum síðani - verða framdar fyri 1,2 mia. krónur í Føroyum. - Av 1,2 mia. krónunum, verður bygt fyri 1,1 mia. krónur í Tórshavn. - Í Tórshavn búgva 20.000 fólk. - Víðari - av hesari 1,2 mia. krón­un­ um verða “bert” 100 mill. (0,1 mia.) krónur bygdar fyri úti um landið. - Uttanfyri Tórshavn eru 30.000 íbúgvar. - Fyri hvønn íbúgva í Tórshavn er íløgan sostatt 55.000 krónur. - Fyri hvønn íbúgva úti um landið er við 0,1 mia. kr. íløgan 3.300 krón­ur. Nú veit eg, at ein høvuðsstaður eigur at hava ein serligan status, men vit skulu hava í huga, her er bert talan um íløgur og ikki um rakst­urin, sum aftur gevur gylt til komm­ununa, har hesar íløgur eru! Sjálvsagt at ferðast eftir arbeiði Sum eg nevndi í míni fyrru grein av hesum báðum, so var harmiligt at lesa “upprópið” frá meirilutanum í Tórshavnar býráði, um at “ágangur er á Havnina”, sum øll vita, onki hald er í. Fari hesuferð at loyva mær at nevna, at núsitandi meirilutin í Tórs­havnar býráði, er ikki teir fyrstu lokalpolitikarar í Suður­ streymi, sum hava borið seg soleiðis at. So langt eg minnist, hevur hetta verið lagið. Eisini hava flestu borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu við ávísum millumbilum seinastu mongu árini illneitast á, at fólk aðrastaðni frá koma til Havnar at arbeiða á almennum stovnum, tí “skatturin fellur uttanfyri Havnina”. Hendan illneitan er ikki sørt smáborgarlig. Legg til merkis, at fólk ferðast um mørk til arbeiðis úr Fuglafirði til Runavíkar vice versa, millum Eysturoy og Klaksvík o.s.fr. við góðum og gevandi úrslitum í einum sterkum øki. Havi ongantíð hoyrt borgarstjórar úr Fuglafirði, Runavík, aðrastaðni í Eysturoynni og Klaksvík so mikið sum ønt tí ein tanka, og hetta hevur fyri tað mesta snúð seg um privat arbeiðspláss. Hetta hevur tykst sjálvsagt, sum í øðrum londum. Fari seinni at koma inn á væl­ eydnaðar flytingar av almenn­um stovnum m.a. í Svørík. Tað nyttar lítið at gera skundloysnir hesum viðvíkjandi! KJAK Gloym meg ei Bergun Kass býrádslimur Soleiðis var heitið á ráð­ stevnu, ið Alz­heimers­fe­ lagið skipaði fyri i síðstu viku. Sum áhoyrarar fingu vit innlit í avbjóðingarnar hjá sjúklingi, hjá avvarðandi og hjá almenna myndugleikanum. Tad var so lívsjáttandi og rørandi at hoyra sjúkling og fleiri avvarandi greiða frá. Sigandi dømi um russisku dukk­urnar, sum eru inni í hvørju aðrari, er ein góð áminning til okkara um, at hóast sjónlig afturstig, so er menniskja har alla tíðina, um enn minni og minni. Framløgan um bóltin sum tek­in um sjúkuna, um sorgina, um avbjóðingarnar, um neyðarrópini og um hjálpina. Sjúkan kemur inn í familjuna sum ein bóltur. Viðhvørt fyllir hon sum vanligi bólturin, viðhvørt sum stóri pilatesbólturin, viðhvørt sum tunga bowlingkúlan og við­ hvørt lættari, sum hangandi bólturin á arm­ in­um. Myndin er um hjálparloysið, tá sjúkan byrjar, um vanliga ger­and­isdagin í gleði og sorg, um stríð og mótburð í samband við myndug­leika­skipanir og um lættað, tá hjálp­ in traðkar til. Eisini aðrar frásagnir og sangur frá familju og avvarandi - eins og fyrilestrar av einum og øðrum slagi, var sera gott, hjartanemandi og rørandi. Tøkk skulu tit øll hava fyri tað. Havi hug til at hugsa eitt sindur víðari um bóltin og líkasum fáa okkum at hugsa meira um bóltar sum sorgir og avbjóðingar hjá hvørj­um øðrum, og at vit sum hjástødd, granni, starvsfelagi ella bygda­fólk, royna at lofta og lætta um hjá hvørjum øðrum. -- Fyri mær, umboðandi kommu­nala myndug­leikan, er tað tanka­vekjandi, sum frá­søgnirnar eisini komu inn á, at býtið millum land og kommuna, bleiv eitt afturstig fyri nakrar borgarar. Sjálvsagt skuldi hetta verið viðgjørt og skipað beinanvegin eldraøkið varð lagt út til komm­unurnar. At økið fevnir um hjálp og røkt av ávísum slagi, og at tørvurin viðhvørt byrjar áðrenn tey 67. Tí tú hevur skipað tilboð hes­um bólki viðvíkjandi, og tí heilt burtur­við at hugsa tveysporað - land og kommuna. At landið so, hóast hesa saman­renning, rindar sín part, er ein umsitingarligur spurn­ ingur, sum sjúklingar og avvarandi ikki eiga at merkja til, ikki heldur hava stríðið av. Harmist stórliga ta tilgongdina og takki sjálvbodnum avvarandi, ið stríddust og kastaðu ljós á trupul­leikan og starvsfólki og øðrum, ið fingu betra umstøðurnar hjá yngri sjúklingum. Hjartans tøkk fyri eitt sera væl skipað tiltak og gleðiligar páskir. Av 1,2 mia. krónum í íløgum í almennar bygningar, fer Havnin við 1,1 mia. krónum, meðan úti um landið verður bygt fyri 100 mill. (o,1 mia. krónur). Av 50túsund íbúgvum eru 30túsund úti um landið HJARTALIGA VÆLKOMIN PÁSKASTEVNA Í BYLGJUNI Í RUNAVÍK 14.-16. APRÍL 2017 Langafríggjadag kl. 19.00 Møti Kl. 22.00 Ungdómsmøti Páskaaftan Kl. 16.00 Familjumøti Nátturði Kl. 19.00 Møti og barnamøti Kl. 22.00 Ungdómsmøti Páskadag Kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans (í Nebo) Kl. 16.00 Møti og barnamøti Nátturði Kl. 19.00 Møti Sangluttøka: Siloakórið, Betesdakórið, Barnakórið í Nebo, Maria á Lakjuni og Sirikit Jacobsen. Talarar: Páll Poulsen, Miriam Rasmussen, Oddur á Lakjuni, Eyðun Elttør, Zacharias Zachariassen, Klæmint Eliasen, Pól í Skorini, John Færø, Ingvard Petersen, Jákup Hansen og Jens Bech. Tulkað verður til enskt (headsett). Møtini hoyrast á elim.fo. GÓÐSKA GUDS Hann er ikki her, Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt (Matt. 28:6)