Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 Tøkk Hjartaliga tøkk øll tit, sum við heilsanum, blómum, gávum og vitjanum gjørdu 60 ára dagin, sum hildin var í Hoyvíkar kirkju, hugnaligan. Gleðiligar páskir. Uni Næs Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til og vístu samkenslu, tá okkara kæri Gabriel Hansen f. 8.11.1931 d. 20.3.2017 andaðist og fór til gravar. Jolina og børnini við familju Tøkk Hjartaliga takka við øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Eli Stakksund andaðist og varð jarðaður. Takk til familju og vinir fyri alla hjálpina seinastu tíðina. Vit takka Una Næs, presti, fyri troystarrík orð. Vit takka tykkum øllum, sum bakaðu og hjálptu til í sambandi við ervið. Somuleiðis takka vit BankNordik fyri ómetaliga góða hjálp. Takk fyri blómur, kransar og eisini fyri minnisgávur til Sjúklingahotellið Tórshavn. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Eli til hansara seinasta hvíldarstað. Birgit, Hallur, Rannvá, Ragnar og Elin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, troyst og hjálpsemi, tá elskaði sonur og lítlibeiggi okkara Heini Larsen f. 9. oktober 2000 d. 11. apríl 2016 andaðist og varð jarðaður. Vit takka tykkum mongu, sum á ymiskan hátt vóru um Heina seinastu tíðina. Takk til Ríkissjúkrahúsið, Intensivu deild, og Landssjúkrahúsið, Intensivu deild og Barnadeildina, fyri góða røkt og umsorgan. Takk til starvsfólkini á Smæruni fyri at vera har fyri Heina. Somuleiðis takk til stuðlarnar frá Almannaverkinum. Takk til prest fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni, og til sangarar og Tórshavnar Manskór. Eisini takka vit familju, vinum og kenningum og øllum øðrum, ið vóru har, heilsaðu, vitjaðu, og sum á einhvønn hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið. Takk til starvsfólk og næmingar á Skúlanum á Løgmannabreyt, flokkin hjá Heina, foreldur, starvsfelagar og onnur, sum stóðu fyri ervinum. Stóra tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, og tær nógvu gávur, sum vóru latnar til Smæruna, og stóra tøkk til tykkum mongu, sum frá nær og fjar komu at fylgja okkara allarbesta og elskaða Heinamann til hansara seinasta hvíldarstað. Eyðbjørn, Femja, Niels Pauli og Jón Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, systir, omma og langomma okkara Karin Anita Hansen Fuglafjørður f. 01-11-2021 d. 12-03-2017 andaðist og varð jarðað. Ein stór tøkk til Vesturstovu og Marjun Bæk, prest, og tykkum mongu, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri kransar, blómur og takk til tykkum, sum fylgdu mammu okkara til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk øll somul. Hildibjørg, Tóra og Sámal Andrew við fam. 75 ára starvsdagur Í samband við at Eivind Petersen Oyndarfjørður hevur starvast í handli í 75 ár, eru øll vælkomin at heilsa uppá hann í handlinum í Oyndarfirði týsdagin 18. apríl 2017 kl. 14:00 - 18:00 Tøkk Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið sýndu hjálpsemi og samkenslu við sjúku og jarðarferð hjá okkara kæra manni, pápa, abba og langabba, Jens Petur Egholm Ein serlig tøkk til B6 á Landssjúkrahúsinum, har hann og avvarðandi vórðu so væl móttikin, og tikin hond um, tá á stóð. Takk til Onkologisku deild, G1, portørar og heimatænastuna. Takk til Bjarna Bæk fyri tey vøkru og troystandi orð. Ein serlig tøkk til Rók fyri vakran sang í kirkjuni. Takk til tykkum, ið hjálptu til við at baka, og tykkum, ið sendu blómur og minningargávu. Takk til sangarar, berarar og gravarhjálp. Vegna familjuna Sólrun, Petur og Hanna