Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Skírisdag verða allar fýra fjórð­ ings­fin­alurnar í kappingini um Løg­manssteypið. Talan er um ein dyst, sum skal avgerast á degnum. Hó­ast tað eru tríggir favorittar, so er ikki vist at teir koma víðari. KÍ, NSÍ og HB hava øll mist stig í landskappingini móti liðunum, sum endaðu uttanfyri topp fimm í fjør. Tí er einki avgjørt, hóast hasi trý eru favorittar. Mest spennandi dysturin á papp­ír­in­um er í Gundadali, har B36 tek­ur móti Víkingi. Ein dysturin, har venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, kann standa yvirfyri son­in­ um, Róa Mørk Hentze. – Eg vóni ikki, at hann stendur í mál, sigur Sámal Erik Hentze. Søgan sigur Víkingur – spælið B36 B36 – VÍKINGUR (13.45) DÓMARI: LARS MULLER – Skulu vit í finaluna, so skulu vit vinna á øllum. Tað góða er, at vit fingu heimavøll, men tað keðiliga er, at vit møta helst sterkasta lið­ num í steypakappingini seinnu ár­ ini, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Heimaliðið er uttan Lukasz Ciesle­wicz, sum hevur meiðslað sær knæið. Fyribils verður væntað, at hann er úti í tríggjar vikur. Alex Mell­em­gaard hevur verið úti leingi og spæl­ir í fyrsta lagi um ein mánað. Eis­ini eru Hannes Agnarsson og Høgni Eysturoy ivasamir, meðan Tórð­ur Thomsen væntandi spælir, men um hann ikki verður klárur, so verð­ur tað ungi Rói Mørk Hentze, sum skal standa í mál. Hann er son­ ur venjara hjá Víkingi. – Eg vóni ikki at hann stendur í mál, tí tað verður ergiligt fyri hann aft­aná, sigur Sámal Erik Hentze bros­andi og leggur afturat: – Eg havi ikki verið út fyri tí fyrr, men tað fyllur einki nú. Eg eri mót­ stand­ari og tá er ongin náði. Tað er verri, tá eg eri áskoðari, sigur Sám­ al Erik Hentze, sum væntar ein tætt­an og spennandi dyst, eins og í fyrsta umfari í landskappingini, tá lið­ini spældu javnleik 1-1. – Hatta er ein stórdystur, sum vit gleða okkum til. Tað var fyrsti dyst­ur og teir dystirnir eru altíð tor­før­ir. Tað skal gjarna blívi betri frá tá av. B36 hevur so gott fólk, men tað merk­ist at Lukasz Ciesle­ wicz ikki er við. Vænti tað er ein miss­ur fyri teir, men liðið kann fram­veg­is verða gott. Teir eru ein av favor­itt­unum at fara allan vegin. Phil­lip Lund fekk leiklunti hjá hon­ um sein­asti og gjørdi tað væl, sigur Sámal Erik Hentze at enda. Víkingur er uttan Hans Paula Samu­el­sen, sum hevur trupulleikar við einum liðbandi. Hans Jørgen Djur­huus er ivasamur og helst meiri enn tað, eftir at hann fór av vøll­in­um sunnudagin móti Skála. Vík­ing­ur hevur tí fingið Fróða Ben­ ja­min­sen heim til dystin. Ivasamt er eis­ini hvønn leiklut Andreas Lava Ol­sen kemur at spæla. Hinir dystirnir Tríggir favortittar KÍ skal í Fuglafirði spæla móti ÍF. Klaks­víkingar vunnu í fjør kapp­ ing­ina um Løgmanssteypið og eru favor­ittar, hóast júst ÍF var eitt av lið­un­um, sum koppaði KÍ í farnu lands­kapping. Tá var tað serliga við Adeshina Lawal í álopinum, men hann hevur nú skift til Víking. ÍF er ikki eins sterkt, sum tað hev­ ur verið okkurt av undanfarnu ár­ un­um. ÍF hevur alt liðið tøkt, sum spældi móti HB sunnudagin. Fyri KÍ er Ísak Simonsen fram­ veg­is ikki tøkur. Hjalgrím Elt­tør røkti plássið hjá honum sunnu­dag­ in. NSÍ fær vitjan av TB/FC Suð­ur­ oy/Royn. Suðuroyingar kunnu tó illa roknast sum favorittar í hes­um dystinum, hóast tveir hava tví­falt so nógv stig sum NSÍ í lands­kapp­ ing­ini. Fyri gestirnar kemur tað illa við, at Salmundur bech er uttanfyri upp til ein mánað. NSÍ hevur allar mans tøkar. Størsti favoritturin er helst HB, sum er á heimavølli móti EB/ Streymi. Sundalagsmenn vunnu eft­ir brotssparkskapping á Skála. Hó­ast styrkin á liðnum hjá HB er eitt sindur óviss, so eru teir fav­or­ itt­ar at vinna á upp­flyt­ar­un­um úr EB/Streymi. Í HB er vónin, at Alexandar Stan­kov fær loyvini upp á pláss til dyst­in. Ári M. Jónsson sat uttanfyri móti ÍF, men hann er tøkur aftur. Tað er ein steypadysturin og tað er ikki bara bara. Vit skulu til at skapa stóru málmøguleikarnar. Vit spældu væl móti 07 Vestur, so vit vóna at finna tað aftur í Gundadali, sig­ur Sigfríður S. Clementsen. Rás2 sigur frá báðum dystunum í Gundadali og fylgir gongdini í hin­ um dystunum. FM finalurnar í flog­ bólti verða eisini skírisdag, so tað verð­ur ítróttar fyri allar pengarnar á Rás2 trondur@sosialurin.fo KÍ, NSÍ og HB eru øll favorittar í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, meðan tað tykist púra javnt millum B36 og Víking, sum spæla í Gundadali. Eitt er tó greitt, at eitt av teimum stóru fellur Ikki við: Lukasz Cieslewicz, knæskaði (3 vikur), Alex Mel­lem­ gaard, vøddaskaði (1 mðr). Iva­ samur: Hannes Agnarsson, knæ, Høgni Eysturoy, læ. Við aftur: Tórður Thomsen - eftir sjúku Ikki við: Petur Zachariasen (lærkrikin, 4 vikur) Ivasamur: Alexandar Stankov (loyvini) Við aftur: Ári M. Jónsson (sjúka) Ivasamur: Adeola Runswene (loyvini) Ikki við: Ísak Simonsen Ivasamur: Albert Adu LIÐ TÍÐINDI B36 HB EB/Streymur KÍ ÍF NÚ FELLUR EIN AV TEIMUM STÓRU ÍTRÓTTUR Upptakt: