týsdagur 11. apríl 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VÍKINGUR
Allir mans tøkir.
Við aftur: Betuel Hansen (eftir
fótskaða)
Ikki við: Salmundur Bech
(Skurðviðgjørdur í knænum, 4
vikur)
Ikki við: Hans Pauli Samuelsen
(liðband). Ivasamur: Hans Jørgen
Djurhuus (búkurin), Andreas
Lava Olsen (ryggurin), Jákup
V. Olsen (knæ). Við aftur: Fróði
Benjaminsen (heim til ein dyst)
NSÍ
TB/FSC/Royn
JÁKUP ÓSÁ
ítróttarskrivari á Norðlýsinum
B36-Víkingur 0-1
B36 hevur ikki fingið nóg nógv av stigum burturúr higartil, men
avrikini og spælið hevur verið á eini leið. Spælið hjá B36 er kanska
tað besta í landinum, har Róaldur Jakobsen, Christian R. Mouritsen
og Philip Lund eru bóltsterkir leikarar og gera kanska, at liðið fer
at klára seg uttan Lukasz Cieslewicz hesaferð. Men hagtølini móti
toppliðunum uttan Lukasz lúgva ikki. B36 vinnur næstan aldrin
móti øðrum toppliðum, tá Lukasz ikki er við. Víkingur manglar Hans
Jørgen Djurhuus, men so vænti eg, at Fróði Benjaminsen kemur inn
á tað plássið. Tvey lið sum eru væl fyri í løtuni, men har tað tykist at
koppa til Víking í nógv størri mun enn til B36. Víkingur hevur eisini
sterka siðvenju í steypakappingini, so tað verður helst ein tepur
sigur til Víking. Har annar av profilunum úr Leirvík verða avgerandi,
antin Sølvi Vatnhamar fyrsta tíman ella innskifti Andreas Lava Olsen
seinastu løtuna. 1-0 til Víking.
NSÍ-TB/FCS/Royn 3-1
NSÍ var við undirlutan størsta partin av dystinum móti B36, men liðið
spældi væl frammanundan móti 07 Vestur. TB/FC Suðuroy/Royn
hevur ikki fingið nakra roynd móti einum sokallaðum toppliði fyrr
enn her, og tað verður áhugavert at síggja, hvat suðuroyingar megna
móti NSÍ. Eisini spennandi at síggja, hvørja tilgongd Maurice Ross,
venjari, fer at brúka til ein slíkan dyst. Vanliga plaga suðuroyðarliðini
at vera sera verjukend til dystir sum hesar. Eg vænti, at NSÍ fer at
seta seg á hendan dystin og vinna hann. Tí Klæmint A. Olsen og
Árni Frederiksberg tykjast vera komnir í gongd og teir plaga at hava
uppskriftina uppá, hvussu ein letur eitt verjukent lið upp. 3-1 til NSÍ.
ÍF-KÍ 0-1
Áhugaverdur dystur, har heimaliðið helst verður sera uppsett. Tí
nógvir leikarar og venjarar í ÍF hava verið í KÍ áður. Eisini hevur ÍF eitt
stórtap í steypakappingini í fjør at hevna. KÍ liðið í løtuni er tengd
av góðum verjuspæli, har mótstøðuliðini koma til fáar møguleikar.
Frameftir hevur liðið trupult við at skapa nóg nógvar møguleikar,
men støðan var líknandi um somu tíð í fjør. Móti 07 Vestur glapp
hjá báðum álopsleikarunum, og kanska kann tað hjálpa. Nú havi
eg ikki sæð ÍF, men sum skilst hevur tað ikki sæð so galið út hjá ÍF
burtursæð frá fyrra hálvleiki í fyrsta umfarinum. Nú veit eg ikki,
um Adeola Runsewe verður tøkur, men ein álopsleikari kann broyta
nakað hjá ÍF, sum ikki skoraði móti HB og spældi uttan nakran leikara,
ið er vanur at spæla í álopinum. Eg vænti ikki, at tað koma so nógv
mál, sum tað ofta plagar millum hesi liðini, tí liðini skora fá mál í
løtuni. Páll A. Klettskarð plagar ofta at skora í Fuglafirði og hann
verður kanska munurin í Fuglafirði hósdagin. 1-0 til KÍ.
HB-EB/Streymur 2-0
Summi lið njóta gott av tilvildarligum lutakasti í steypakappingini, og
HB er eitt av teimum í ár. Fyrst heimadyst móti MB og nú heimadyst
móti EB/Streymi, har HB má metast sum favorittur. Sum eg havi skilt
á lagnum, so var tað heppið, at EB/Streymur fekk stig í Runavík í
fyrsta dystinum, so eg vænti ikki, at EB/Streymur fer at vinna nógvar
útidystir móti topp 5 liðunum (frá 2015 og 2016). HB er enn ikki
heilt samanspælt, men verjuparturin hevur verið góður. Hetta verður
ein dystur, har EB/Streymur fer at lata HB hava bóltin. Tað kann
enda 0-0, 1-0 ella 2-0. Eg velji at siga, at HB kemur á odda 1-0 og
so blakar EB/Streymur alt fram móti endanum, tí tað er líka mikið,
hvussu nógv ein tapir í steypakappingini. Tá kontrar HB og vinnur
2-0.
B36-Víkingur 2-1
Uppgerð ímillum tveir gull-
kandidatar, har B36 hevur
fyrimunin grundað á heimavøll og
generelt betri spæl higartil í ár.
NSÍ-TB/FSC/Royn 3-1
Heimavøllurin ger NSÍ til ein
rímiliga greiðan favoritt, hóast
gongdin higartil í landskappingini
hevur verið ivasom.
ÍF-KÍ 0-2
KÍ er betri skipað enn ÍF. Teir
duga at spæla uppá úrslit og
eru greiðir favorittar í Fuglafirði.
Fuglfirðingar eru tó eitt sindur
truplir at rokna út.
HB-EB/Streymur 3-0
Hóast EB/Streymur hevur tikið
øll á bólið, so verður hesin bitin
ov stórur fyri teir. HB fer at sita á
øllum spælinum.
SONNI L. PETERSEN
toppskjútti í føroyskum fótbólti 2004
B36-Víkingur 0-1
B36 svaraði væl aftur móti NSÍ
leygardagin, men við Lukasz
Cieslewicz úti við skaða kann
heimaliðið fáa tað trupult. Ein
javnur dystur, sum Víkingur
vinnur við einum máli. 1-2 ella
0-1.
NSÍ-TB/FCS/Royn 3-1
NSÍ vísti styrki og nakað av tí
sum vit vænta av teimum í ár í
Gundadali leygardagin. Tó skulu
teir uppá toppstøðið hvønn dyst
og sum FM favorittur, er tað eitt
krav at vinna Suðuroyarliðið, sum
við eini flúgvandi byrjan er um at
missa flogið. Tryggur 3-1 sigur
til NSÍ.
ÍF-KÍ 1-1, KÍ víðari
ÍF spældi væl móti HB, meðan KÍ
hevði tað trupult í Sørvági. Vænti
ein javnan dyst, sum kanska
endar javnur, men KÍ vinnur tá
av tornar. 1-1, men KÍ vinnur
antin eftir longda leiktíð ella
brotsspørk.
HB-EB/Streymur 2-0
Enn ein favoritsigur. Heimaliðið er
komið gott í gongd og megnar at
halda tætt í verjupartinum. EB/
Streymur hevur ov tunnan hóp til
veruliga at blanda seg. Tryggur
2-0 sigur til HB.
BILL M. JACOBSEN
fyrrverandi U21 landsliðsvenjari
B36 – Víkingur 1-1
Tey hava spælt javnleik í
landskappingini, og eg vænti enn
ein javnan dyst. Javnleikur við
Víkingi sum vinnara eftir umdyst
ella brotsspørk.
NSÍ – Suðuroyðarliðið 3-0
NSÍ er ikki rættiliga komið í
gongd í landskappingini, men eg
vænti at startskotið til eina góða
NSÍ gongd kemur skírisdag við
einum tryggum sigri.
ÍF – KÍ 0-1
Vænti mær ein taktiskan dyst,
sum kann fara báðar vegir. Havi
tó KÍ sum lítlan favoritt, og
eg vænti, at fysikkurin verður
avgerandi.
HB – EB/Streymur 1-0
Bæði liðini eru væl skipað, og
hetta fer at merkja dystin. HB fer
tó vera meira á bóltinum, og eg
vænti, at júst hetta fer at verða
avgerandi á degnum.
TEITUR JOENSEN
viðmerkjari og fyrrverandi spælari
ÍTRÓTTUR