Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bragd á Tórsvølli: LUTAKAST UM TVÆR VIKUR Talan var um eina sokallaða undan-undankapping, sum Føroyar nú hava vunnið, og tískil hava spælt seg víðari til sjálva HM-undankappingina. Sjálva HM-undankappingin verður spæld tíðarskeiðið 11. septembur 2017 til 4. septembur 2018. Sjey bólkar verða spældir við heima- og útidystum. Lutakastið verður um tvær vikur, 25. apríl. Pætur Albinus Fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá ið tað var greitt, at Føroyar – eftir at hava hild­ ið fast í tí 260 minuttir góða arbeiðnum, ið tær høvdu uppbygt sær – vunnu av­ gerandi 2-1-sigur ímóti favo­ rittunum úr Turkalandi. Tórsvøllur var týsdagin seinnapart karmur um triðja og avgerandi HM-und­an­ kappingardystin hjá føroyska kvinnulands­lið­num, sum eftir sigrar á Luksem­burg og Monte­negro kundi tryggja sær víð­ari lut­tøku í HM- undankappingini við einum sigri á Turkaland, sum var best styrkismetta liðið í bólk­ inum og eisini hevði vunnið sínar fyrstu tveir dystir í sannførandi stíli. Stuðlinum bilti einki á Tórsvølli, har FSF hevði gjørt nógv burturúr at lokka áskoðarar til dystin. Og tað riggaði, tí tað vóru greitt flestir áskoðarar til hendan dystin av øllum teim­um trimum, ið føroysku kvinn­ urnar hava spælt. Afturúr Eitt frískt lot var eftir vøll­ inum, og í fyrra hálvleiki høvdu Føroyar nógvan mót­ vind. Hetta merkti eisini spælið, tí tað var sum at spæla í mótbrekku. Turka­ land var betra liðið fyrstu løt­ una av dystinum, men tað var ikki talan um tey heilt væl gjøgnumspældu álopini, ið kluvu ta føroysku skip­an­ina, ið vísti seg at rigga og standa væl. Einasti mein­ bogin hjá før­oy­ ingunum var, at nøkur ó­neyð­ug frí­spørk vórðu givin burt, og at tær turk­isku kvinnurnar gagn­ nýttu hetta við at senda bóltin upp í nógva vindin og tætt undir mál. Tað var so­leiðis, at Føroyar kom aftur­úr. Tað var í 17. minutti, at Turkaland fekk fríspark í vinstru síðu, og 10-ari teirra, Melike Pekel, fekk sett tánna á bóltin og í mál til 1-0 til Turkaland. Í hesi støðuni og í nøkrum støðum annars vóru tær føroysku heldur passivar í deyðbóltsstøðunum. Aftursvar So hvørt sum fyrri hálv­leik­ ur leið høvdu tær før­oysku hug at ressast, og smáar 10 minuttir fyri hálv­leiks­steðgin gav tað úr­slit. Føroyar høvdu ikki spælt seg til teir heilt stóru málmøguleikarnar, men eins og Turkaland, so tók Føroyar av tí eina møgu­leik­ anum – og tað er ikki ov nógv sagt, at tað føroyska málið var nógv betri enn tað turkiska. Við stórum ágrýtni legði Føroyar upp ímillum tað turk­iska spælið og vann bóltin á miðvøllinum, har Heidi Sevdal setti fulla ferð á og fann Rannvá Andreasen á vinstra vongi. Ein hugsaði møguliga, at hon fór at senda bóltin innfyri, men so stórur málrevur sum hon er, so hevði hon aðrar – og betri – ætlanir. Við eyðkenda vinstra­fóti sínum langaði hon til eftir jørð ímóti hand­ aru stong, har bólturin smeyg sær røttu megin og í net­ meskarnar til 1-1. Stór frøði á Tórsvølli, og tað, ið eftir var av fyrra hálvleiki, var nøkurlunda tamarhald á støðuni. Tað var einans Ece Turkoglu á høgra vongi, ið var ein støð­ ug hóttan, men tá ið Maria K. Thomsen á vinstra bakki ikki megnaði at halda henni í snóri, so vóru aðrar før­oyskar raskar at bakka upp. 1-1 í hálvleikssteðginum, sum eisini var heilt í lagi. Innskiftingin Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki var Turkaland aft­ ur omaná, men føroyska skip­anin helt væl saman, og í verjupartinum vóru tær før­oysku raskar at koma sær ímillum og fáa ruddað burt. Óivað troyttandi fyri turkisku favorittarnar, sum høvdu víst gott tol fyrr í dystinum – men nú vóru farnar at ótolnast eitt sindur. Tá ið ein tími var spældur, varð Milja R. Simonsen sett á vøllin í staðin fyri Áslu Johannesen. Hon hevði sum innskiftari í báðum teimum fyrru dystunum verið við til at vent gongdini til tað betra, og málið við hesi inn­ skiftingini var óivað tað sama – nevniliga at revsa eina alt meiri troytta mót­støðu­verju. Milja R. Simonsen skuldi einans brúka fáar minuttir, áðrenn hon hevði gjørt nógv um seg. Fýra minuttir eftir innskiftingina lá hon framvið og fangaði bóltin í einari risa verjuvillu hjá Turka­landi. Ís­ køld rak hon framvið turk­iska málverj­an­um og potaði bóltin í málið til 2-1 til Før­oyar. Ótrúligur rómur á Tórs­ vølli, har tað nú eftir ein sól­ ríkan dag nú var farið at oys­ regna. Staðfest Bara fáar minuttir eftir føroyska leiðslumálið fekk Føroyar ein gyltan møguleika at økja um leiðsluna. Tann framúr væl upplagda Milja R. Simonsen rak frá turk­ isku verjuni og varð feld í brotsteigarfeltinum. Brots­ spark til Føroya, sum Rannvá Andreassen skuldi taka sær av. Veteranurin úr Klaksvík legði ov nógv fyri og fór eftir tríkantinum, har hon yvir­ plaseraði og misnýtti gylta møguleikan. Nú var lagt upp til 20 drúgvar minuttir, tí tær turk­ isku settu seg nú á spælið og fingu skapt eitt trýst á føroyska málið. Føroyska liðið hevur tó staðið seg væl í verjupartinum at kalla alla kappingina, og nú snúði tað seg um við berum stríðsvilja at fáa vart sigurin í hús. Hetta eydnaðist. Turka­ land royndi seg útifrá og við deybóltum, men føroyska verjan – og ikki minst før­oyski málverjin, Anna S. Han­sen – stóðu stinn sum ein múrur og noktaðu Turka­landi atgongd til føroyska málið. Hetta var føroyski heima­vøllurin, ið við einum krígshugi varð vardur. Før­ oyar vann uppiborið 2-1, og við fullum stigatali hava tær føroysku kvinnurnar spælt seg til sjálva HM-undan­kapp­ ingina. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... KVINNURNAR STAÐFESTU SÍTT VIRÐI Mynd: FSF Frammanfyri metstórari áskoðarafjøld á Tórsvølli vunnu føroysku kvinnurnar á favorittunum úr Turkalandi. Við góðum spæli og ótrúligum stríðsvilja hava tær við sigrinum hava tær vunnið seg víðari til sjálva HM- undankappingina, har tær kunnu møta teimum heilt stóru tjóðunum.