Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. apríl 2017 · Nr. 44 ÁSKOÐARATALIÐ SETTI MET Onkur hevur ilskast inn á, at tað einans vóru fá 100 fólk til teir fyrstu tveir landsdystirnar, men hendan seinasta og avgerandi landsdystin fór talið upp um 1.000. Tað nágreiniliga áskoðaratalið var 1.153, og tað er met til ein kvinnudyst á Tórsvølli. Sigast skal, at FSF eisini hevði gjørt eitt óført arbeiði við at marknaðarføra hesa undankappingina. Útskiftingar: Inn: Milja R. Simonsen (9), 60. Ásla Johannesen Inn: Elisabet Vang, 76. Rannvá Andreasen Málskjúttar: 0-1: Melike Pekel, 17. 1-1: Rannvá Andreasen, 36. 2-1: Milja R. Simonsen, 64. Danjal av Rana Stóra stjørnan á føroyska lið­num, Rannvá G. Andrea­ sen, tordi næstan ikki at hyggja seinastu løtuna. Hon stórspældi, men móti dystarenda var orkan uppi og hon varð skift út. – Tað var ræðuligt at sita uttan fyri seinastu løt­una. Alt í alt er hetta ótrúligt, eg havi ikki orð. Vit stríddust allan dystin og hetta var fult uppi­borið, sig­ur føroyski lið­ skiparin, sum skor­aði fyrra málið og tók i n n ­k a s t i ð , sum førdi til seinna málið. Stutt eftir, at Føroyar høvdu lagt seg á odda 2-1, fekk hon ein gyltan møguleika at skora til 3-1, tá Føroyar fingu brots­spark. Rannvá G. Andreasen skuldi taka. – Eg sá, at turkiski málverjin fór at blaka seg til mína høgru, so eg valdi at skjóta til vinstru. Tíverri fór bólturin eitt sindur ov høgt, greiðir hon frá. Fyri tveimum árum síðani var kvinnulandsliðið eitt mál undan at vinna seg víðari til und­an­kapp­ ingina. – Hetta merkir nógv fyri før­oyskan kvinnufótbólt. Nú verða regluligir lands­ dystir á Tórsvølli framyvir. Høvdu vit tapt nú, høvdu vit ongan dyst spælt kom­ andi tvey árini ella so, sigur Pætur Clementsen, venjari hjá kvinnunum. Hann er sera fegin um avrikið hjá føroysku kvinn­ unum. – Hetta er týdn­ingar­ mesti dystur, nógv­ ar teirra hava spælt. Tær vóru sera disipli­ner­að­ ar og strídd­ ust av øllum alvi, og tá hevur man uppi­ borið at vera eitt sindur heppin, sigur hann. Lív Finnbogadóttir Arge hevði sum uppgávu at rudd­að bóltin burtur, tá hann nærk­að­ist føroyska málinum, og ta uppgávuna greiddi hon til fulnar. – Klokkan hevur ong­ an­tíð gingið so seint sum móti dystar­enda. Eg hugs­ aði tó ongantíð, at hetta fór at ganga galið. Tað handlaði bara um at rudda vekk og tað gjørdu vit, sigur Lív F. Arge. Tordi ikki at hyggja HM-undankapping, kvinnur FØROYAR 1 2 TURKALAND 1 1 Týsdagur11. apríl 2017 6 MARIA K. THOMSEN 6 ÁSLA JOHANNESEN 7 BIRNA TUMMASARDÓTTIR 6 BIRITA NIELSEN 8 ANSY SEVDAL 6 LÍV F. ARGE 7 HEIDI SEVDAL 7 EYÐVØR KLAKSTEIN 8 ANNA S. HANSEN 7 OLGA KRISTINA HANSEN 8 RANNVÁ ANDREASEN Nýggjar spælara­ metingar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Myndir: Álvur Haraldsen