Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017 Tað er Joan Øregaard, sum eigur og rekur handilin, Well á Klaksvíksvegi 6 í Klaksvík. Well er mótahandil, sum í fyrsta lagi selur barna-og ungdómsklæði og skógvar til bæði gentur og dreingir - úr 0 árum og upp í umleið 16 ára aldur. Klæðini, sum Well selur, eru bæði til gerandisbrúk og betri brúk, og nú fleiri komfirmatiónir hava verið, hevur handilin eisini lýst við fermingarklæðum til unga “sjeikin”. Sum einasti handil í Føroyum, hevur Well klædnamerkið - Molo Kids - til børn úr 0 árum og upp í umleið 16 ára aldur. Klædnamerkini annars eru eitt nú ME TOO, D-XEL og Kids Up. “ODDERVOGNEN” Í lýsing, sum Well hevur í HON- blaðnum í dag, verður víst á, at handilin á Klaksvíksvegi 6 eisini er umboð fyri vælumtókta “Oddervognen” í Føroyum - og eisini eru teir sera vælumtóktu CITY klappvognarnir á goymslu. Eigur tú børn í aldrinum 0 til 16 ár er handilin Well avgjørt eina vitjan verdur, og samband fæst við Well á tlf. 457821. Well er eisini á Facebook. vilmund@sosialurin.fo Handilin Hjá Sannu í Saltangará hevur fleiri ymisk merki av undirklæðum, pyjamas, slábrokkum, toppum, brósthaldarum, undirbuksum og sokkum til kvinnur. Øll hesi klæði fáast í ymiskum litum og ymiskum tilfari og litirnir, sum kvinnur serliga leita eftir í dag, er blátt, grátt, ljósareytt, hvítt og so svart, sum altíð selur væl. Millum merkini av undirklæðum, sum selja ógvuliga væl, er eitt nú umtóktað Femilet, sum fæst bæði í undirklæðum og náttklæðum. Femilet hevur góðan ”passform”, og tað merkir, at klæðini sita væl á kroppinum. Femilet-merkið hevur eisini ull undirklæði í sínum útboði og fæst bæði sum stuttar og langar undirbuksur og undirtroyggjur við stuttum ella longum ermum. FLEIRI KLÆDNAMERKI Sanna Davidsen sigur, at tey eisini hava eitt stórt útboð av brósthaldarum, bæði við og uttan fyllu. Haraftrat hava tey tað, sum rópt verður ”silikone magic”, sum fæst í hálvum og heilum at leggja inn í brósthaldara. Onnur kend og vælumtókt merki, sum handilin Hjá Sannu hevur í sínum útboði til kvinnur, er Triumph, Sloggy, Lady Avenue, Naomi & Nicole og Trofé, sum telist millum bíligaru merkini. Handilin hevur eisini merkið Bestform í brósthaldarum, og hesir fáast bæði við og uttan boyla. – Vit hava toppar og bodystokkar, hvítar, ráhvítar og svartar, sum verða nógv seldir til konfirmatiónir, sigur Sanna Davidsen. Hon leggur aftrat, at støddirnar í flestu merkjum av undirklæðum eru úr A upp til H, og náttklæðini annars fáast bæði í bummull og silki. MAXFACTOR OG OPI Handilin hjá Sannu hevur eisini breitt úrval av vælumtóktað MaxFactor merkinum í make up, og innan neglalakk hevur handilin kenda merkið, OPI. – Vit hava luktilsi, bæði til kvinnur og menn, umframt at vit hava vælumtóktað AHAVA kremið til andlit, kropp, hendur og føtur, sum hevur sín uppruna úr Deyðahavinum. Sanna Davidsen sigur, at handilin eisini hevur eitt stórt úrval av klæðum til børn, bæði til gentur og dreingir, úr 0 árum og upp í eini 16 ár, og her eru klæðir frá innast til uttast í ymiskjum merkjum og prísum. Handilin er eisini at finna á Facebook undir navninum Hjá Sannu. vilmund@sosialurin.fo Sanna klæðir eisini kvinnuna HANDILIN HJÁ SANNU Í SALTANGARÁ HEVUR EITT STÓRT ÚRVAL AV ALSKYNS UNDIRKLÆÐUM TIL KVINNUR Millum vælumtóktu merkini av undirklæðum til kvinnur Hjá Sannu er Femilet Barna-og ungdóms- klæði í Well HANDILIN WELL Í KLAKSVÍK ER UMBOÐ FYRI VÆLUMTÓKTA “ODDERVOGNEN” Í FØROYUM - OG EISINI ERU CITY KLAPPVOGNARNIR Á GOYMSLU