Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN APRÍL 2017 Smyrjibreyðsbúðin 60 kr – Tvíflís við egg og rækjum Smyrjibreyðsbúðin í Havn serverar sjálvsagt smyrjibreyð, men afturat tí hava tey salat, dagsins rætt, pitabreyð, tvíflísar og ymiskt annað. Breyðið í tvíflísini var ok, og gott hjá teimum, sum vilja hava eina bleyta tvíflís, ið ikki er ov hørð at bíta í – hon er bleyt og passaliga stór at bíta í. Breyðið smakkar tó eitt vet ov nógv av geri. ALT ALT ALT ov nógv majones er í tvíflísini; og so eru ov fáar rækjur til at kalla tað eina tvíflís við egg OG rækjum. Tvíflísin var annars feskt og hevði ikki verið so nógv majones í, so hevði hon fingið betur skoðsbrá (dámar tær ógvuliga væl majones er hetta rætta tvíflísin til tín). Tvíflísin fær 2 stjørnur frá mær . BURN café 49 kr. – Tvíflís við avokado, mozzerella, tomat, pesto og salati Tá ið eg kom inn, stóðu nøkur starvsfólk og gjørdu nýggjar tvíflísar, klokkan man hava verið um 11.30. Eg bílegði mær eina tvíflís við avokado og mozzerella; men heldur enn at skunda sær at gera eina av teimum nýggju liðna, so góðu tey mær eina gamla úr kølaranum. Hóast tvíflísin bleiv grillað, so kundi hetta ikki bøta uppá gamla mozzerella ostin – hann var gulligur og smakkaði eitt sindur súrt. Avokadoin var brún. Salatið slaskutt. Og breyðið var sum so heldur einki at reypa av. Hetta er ikki fyrstu fer, eg fái eina ov gamla tvíflís her. Men vónandi síðstuferð. Hendan tvíflísin fær onga stjørnu frá mær – løgið at geva onga stjørnu. Tær eru óiva góðar feskar, men tað er einki sum er lekkurt við eini ov gamlari tvíflís. Prei til føroysku tvíflísamakararnar DROPPA tomatina! Tað er SO sjálvdan at vit fáa góðar tomatir í Føroyum, so uttan so at tomatin verður væl hitað við olju og kryddi, so er eingin smakkur í teimum, og tær gera meiri skaða enn gagn í tvíflísini!