Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2017 16 – EG ELSKAÐI URTAGARÐAR, TÁ EG VAR LÍTIL. ÁHUGIN BYRJAÐI, TÁ MAMMA OG PÁPI GJØRDU OKKUM HAVA, OG GÓVU OKKUM SYSTKINUM HVØR SÍTT ØKI AT ANSA EFTIR. Í HAVANUM VÓRU MILLUM ANNAÐ SALATBLØÐ, RØTUR, RADISUR OG BER, SUM VUKSU Á RUNNUNUM, SIGUR 75 ÁRA GAMLA HELEN JOENSEN. Annika Im Kunoy Uttan fyri húsini hjá Heleni Joensen í Runa­vík er stórur vakur urta­ garð­ur. Tað hóm­ast sonn gleði bæði í tónalagnum og í eygum henn­ara, tá hon setist at greiða frá øllum tí, ið vaksur rundan um hana. Hon kallar tað grøna gleði og sigur, at av tí at grønu planturnar anda tað inn, sum vit anda út, so eru tær lívs­ neyð­ug­ar fyri trivn­að á jørðini. – Eg eri ongin gartn­ ari, men havi altíð havt stór­an áhuga fyri tí, sum vaksur. Sjálv havi eg havt urtagarð við trøum, runn­ um, blómum og grønmeti, síðani eg giftist í 1963. Nú geri eg klárt til at sáða røtur og annað fyri 55indu ferð, sigur Helen Joensen. KÁL AV ALSKINS SLAGI – Eg byrjaði við grønmeti, tá vit búðu til leigu. Eg hevði røtur, radisur, persillu, grøn­kál, spinat, dild og kørvel, men eg fekk ikki salatið at vaksa, sigur hon. Gjøgnum árini hevur hon roynt seg fram, og funnið útav hvat riggar og ikki. Salatið, sum ikki vaks fór knappliga at vaksa, tá hon av óvart sletti kálk á moldina, og hon fann útav at salatbløð skulu hava kálk. – So nú riggar tað at dyrka bæði vanlig salat­bløð, icebergsalat og rukola. Kálplantur rigga eisini , um tað er forspírað inni í bakkum so­leiðis, at fræið verður lagt í pottar halvan apríl í vakstrarhúsi, ella í einum kjallara vind­ eyga, sigur hon. Helen greiðir frá, at hon hon hevur roynt at planta nógv ymisk sløg av káli, so sum hvítt­kál, reyðkál og spískál. Hóast tey verða væl minni og leysari enn tey, sum tú keypir í handlinum, so er tað stuttligt at borðreiða við tí, sum tú sjálv hevur fingið at vaksa. Plantar tú kál, so er hent at hava í huga, at blomkál og brokkoli hóska seg sera væl at planta, men tey mugu takast, tá tey eru klár, tí standa tey ov longi, so blóma tey, flakna og rotna, tí tað er so vátt í Føroyum – Planturnar fáa ikki nóg nógva tíð at vaksa, um tær ikki verða forspíraðar. Tá tær síð­ani verða settar út má tað vera eini 50 senti­metrar í millum hvørja plantu, og taðast má við nitrofoska tvær ella tríggjar ferðir gjøgn­um summarið, sigur Helen Joensen. GER PLANTURNAR KLÁRAR AT FARA ÚT Tá mai mánaði er hálvrunnin kunnu plant­urnar, sum eru í vakstrarhúsinum ger­ast klárar at taka út. Planturnar verða av­klimatiseraðar og laga seg til veðurlagið, við at tú letur hurðina í vakstrarhúsinum standa opna um dagin í eina viku, og so síð­ani letur hana standa opna allan sól­ ar­ring­in í eina viku afturat. Er tað tá átta hita­stig úti kunnu planturnar flytast, men er tað ov kalt, so loysir tað seg at bíða nakr­ar dagar, tí annars træna røturnar, greið­ir Helen frá. EG SÁI NÚ RØTUR 55 ´inda árið á rað