Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 49

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN APRÍL 2017 DÁMAR TÆR GULARÓT? Heima hjá Heleni verða tómir mjólka­pakk­ ar ikki burturbeindir. Hon greiðir frá, at hon klippir lokið av og setur hol á botnin. Hon brúkar keypta mold til gularøturnar, og leggur seks fræ í ein pakka – trý og trý eft­ir skapinum á pakkanum – og tekur pakk­an av, tá tær verða settar út. Helen grev­ur síðani eina rennu í passaligari dýbd, og seur innihaldið niður eftir lang­ síð­uni á pakkanum, soleiðis, at tað verða tvær rekkjur við 40 sentimetrum í millum hvørja rekkju. – Gularótini dámar væl góða og lætta mold. Moldin má tó ikki vera nýtaða og má ikki taðast í vakstrar tíðini, tí so vaksur gula­ rót­in ov skjótt, og sprekkar allan vegin niður og spillist. Hon fer eisini upp í slokk, um tað er ov kalt – altso undir átta hitastig um nátt­ ina, sigur Helen. STÓRT ÚRVAL AV RÓTUM Hálvan apríl plantar Helen reyðrót í smá­ um bakkum, og setur út í vakstr­ar­húsið. Tað skal bert ein planta í hvønn bakka, og hon skal eisini bíða inntil tað verða átta hita­stig áðrenn hon kann fara út. Tá tær eru farnar út, skulu tær hava nitrofoska ein­ar tvær ferðir gjøgnum summarið. Tá Helen setur tær út, hevur hon umleið 10 til 15 sentimetrar millum rekkjurnar. Kalabri røtur rigga eisini væl at sáa í bakkar inni við einum fræi í hvørjum bakka, og síðani planta úti, tá tær eru av­klima­ti­ seraðar, greiðir Helen frá. Tað skulu eis­ini vera eini 10 til 15 sentimetrar millum plant­ ur­nar og 40 sentimetrar millum rekkjurnar, og skulu hava nitrofoska einar tvær ferðir gjøgn­um summarið. – Hesar fáa ikki maðk, og kunnu blíva sera stór­ar. Ein hjá mær vigaði 1,5 kilo og var stór sum ein fólkahøvd, flennir hon. SUMMARBLÓMUFRÆ Summarblómufrø eru at fáa í handlunum fyrst í mars, og tá setur Helen um seks til átta sløg niður í fiskakassar. Hesir standa í um­leið 20 hitastigum at byrja við, men mugu fáa ljós, tí annars verða tær ov lang­ ar, tí tær strekkja seg eftir ljósinum. Hon set­ur bakkarnar í vakstrarhúsið, sum ikki fer niðurum 12 hitastig. – Tá smáplanturnar fáa bløðini, sum koma aft­an á kimbløðunum kunnu tær setast í pot­t­ar ein og ein. Tær mugu fáa passaligt av vatni. Nem vit moldina og vita um hon er turr, tí smáar plantur drekka lítið og tær sum standa í sólini drekka meira, sigur Helen Joen­sen. Hesar planturnar verða eisini av­klimati­ ser­aðar hálvan mai saman við hinum, sum er í vakstrarhúsinum, síðani settar út í havan har tað er pláss ella í krukkur. – Hetta krevur ein innsats, men er nógv bílig­ari og stuttligari enn at keypa tær í handl­inum, sigur hon. VESPUR Í RUNAVÍK Í urtagarðinum hjá Heleni eru eisini nógv­ ir runnar og har á vaksa reyðber, sólber og stikk­ulsber. – Tíverri eru stikkulsbersvepsur komnar til Runavíkar. Vespan leggur eitt egg í blað­ æðr­ina, sum verður til orm og sum síðani etur blað­ið frá kantinum, so runnurin stendur ber­ur og doyr. Tað eru trý ættarlig av ormum í juli og august, so tað er skjótt at runnurin er et­in. Ormurin fer niður í jørðina, verður til reiv­veru, liggur har allan veturin og kemur aft­ur sum vespa árið eftir, og leggur síðani egg síni í blaðið. Eg havi eini 50 runnar, og eg kroysti á leið 3000 ormar seinasta summar, men um øll ikki gera tað, so er tað nyttuleyst, sig­ur hon. Hóast tað kann tykjast møtimikið at fáast við ein slíkan urtagarð, so er eyðsýnt at Helen elsk­ar grøna arbeiði. Helen sigur til endans, at ein ikki skal fáa sær urtagarð, tí grannin hevur ein, ella tí tað er vakurt. – Treytin er at tí ert áhugað í at planta og síggja tað vaksa, annars verður tað ein plaga at hava urtagarð. Tað eigur at vera ein gleði at ganga runt og hugna og putla, sigur hon. TAÐ ER EITT GOTT HUGSKOT AT HAVA SANKUTØÐ (KOMPOST) Í URTAGARÐINUM. HAR KANST TÚ KOYRA GRASIÐ, TÁ TAÐ ER SLIGIÐ, BLØÐ SUM DETTA AV TRØUNUM OG RUSK ÚR URTAGARÐINUM. TÓ SKULU PÁSKALILJULEYKIR, PERLUHYASINTLEYKIR OG KROKUS KROYSTAST FYRST, TÍ TAÐ LIGGUR OG VEKSUR. EISINI BER TIL AT KOYRA KØKSRUSK Í SANKUTØÐ, TÓ IKKI SEYÐA- OG OKSABEIN, MEN HØSNARUNGA- OG FISKABEIN ER FRÁLÍKT. EITT LAG AV KÁLKI AV OG Á HJÁLPIR SODNINGINI, SUM TEKUR UMLEIÐ EITT ÁR. SOLEIÐIS FÆR EIN FÍNASTA TØÐ AT BREIÐA Á KØKSHAVAN ÁRIÐ EFTIR, GREIÐIR HELEN FRÁ. Prei