týsdagur 11. apríl 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017
Hemmas er ein lutfalsliga
nýggjur, spennandi og
forvitnisligur mótahandil við
Gøtugjógv.
Tað er Harda Emma
Skoradal, sum eigur og
rekur handilin. Hon
hevur útbúgving
sum søluatstøð
ingur við sergrein
í klæðum, og hon
er eisini útbúgvin
stylistur innan
klæðir.
Hemmas
leggur seg í stóran
mun eftir at
hava klæðir og
klædnamerki,
sum aðrir
handlar ikki
hava.
Í vøruútboðnum eru bæði bílig klæði, og
her eru klæðir, sum eru eitt sindur dýrari.
Fólk fáa tað, tey vilja hava, og Harda
Emma Skoradal gevur sær stundir til tey
viðskiftafólk, sum vilja brúka tíð í handlin
um.
Onnur, sum koma á gátt, hyggja seg um
og leita eftir tí, tey vilja hava.
Tað vil altíð vera soleiðis, at viðskiftafólk
hava ymisk ynski, og handilkvinnan er til
tænastu hjá øllum sum koma á gátt.
YMISKT TIL KVINNUR
Hemmas hevur í sínum útboði fleiri ymisk
klædnamerki til kvinnuna. Millum merkini
eru eitt nú Nümph, Denim Hunter, Cheep
Monday, Miss Baron og Intown.
Til tær størru kvinnurnar hevur
Hemmas klædnamerkini Adia og Ciso.
Men, Hemmas er ikki ein klædnahandil,
sum burtur av selur til kvinnur.
Handilin selur eisini klæði til menn, har
nøkur merki eru ætlað monnum burtur
av, meðan onnur klædnamerki eru til
bæði kynini.
Viðskiftafólk eru altíð hjartaliga væl
komin at spyrja seg fyri hjá Hemmas við
Gøtugjógv, eins og fólk altíð eru vælkomin
á gátt.
Mótahandilin Hemmas er eisini á
Facebook.
vilmund@sosialurin.fo
Harda Emma Skoradal
eigur og rekur
mótahandilin Hemmas
við Gøtugjógv
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stylist selur klæðir við Gøtugjógv
MÓTAHANDILIN HEMMAS VIÐ GØTUGJÓGV
HEVUR NÚ EITT ÁR Á BAKI
Anna Maria Zachariasen hevur selt klæðir í
20 ár, harav hon hevur havt Klædnahandilin
Brá við Norðskála umleið helmingin av
tíðini sum handilskvinna. Tey fyrstu 10
árini seldi hon klæðir í høvuðsstaðnum,
áðrenn hon flutti til Norðskálar at handla.
Fleiri og fleiri vitja handilsøkið við
Norðskála, nú bæði Bónus, Á-handil og
Blómuhúsið eru her, eins og Stanley hevur
verið her í nógv ár.
Mitt í hesum rokanum av lutfalsliga
nýggjum handlum, er handilin hjá Onnu
Mariu Zachariasen.
BÍLIG KVINNUKLÆÐI
Tó at kvinnuklæðini fylla nógv í
Klædnahandlinum Brá, klæðir handilin
bæði kvinnur, menn og børn - heilt úr 0
árum og upp í ellisár.
Anna Maria Zachariasen selur kend
klædnamerkir til kvinnur, sum hon hevur
selt í fleiri ár. Zhenzi og Ze-Ze ganga aftur,
eins og Yppig og Sisters Point eru merki, ið
flestu kenna. Hetta eru klædnamerki bæði
til stórar kvinnur og ungar gentur. Onnur
kend klædnamerki til kvinnur eru eitt nú
Infront, Peppercorn og Blend.
Merkið Dranella er eitt nýggjari merki,
sum kvinnur hava tikið væl ímóti.
Flestu klædnamerki, sum Brá selur,
eru lutfalsliga bílig og góð. Hetta er ikki
ein handil við klæðum í serliga høgum
prísflokki, tó at handilin eisini hevur onkur
dýrari pløgg.
Anna Maria Zachariasen plagar at siga,
at tá fólk hava høvi at keypa sær lutfalsliga
bílig klæði, merkir tað gjarna, at tey eisini
tilláta sær at keypa oftari.
Umframt klæðini, selur Brá eisini
skógvar, sum hóska til klæðini.
KUNDAVINARLIGUR HANDIL
Klædnahandilin Brá við Norðskála er eisini
í aðrar mátar ein ógvuliga kundavinarligur
handil. Her slepst lættliga inn við
koyristóli, og tað er aðalmálið hjá fryntligu
handilskvinnuni, at øll skulu hava somu
møguleikar at vitja á gátt.
Handilin við Norðskála er at finna á
Facebook undir heitinum Klædnahandilin
Brá.
vilmund@sosialurin.fo
TÁ FÓLK HAVA HØVI AT KEYPA SÆR LUTFALSLIGA BÍLIG KLÆÐI,
MERKIR TAÐ GJARNA, AT TEY EISINI TILLÁTA SÆR AT KEYPA OFTARI
Hemmas fær javnan nýggj
klæðir heim, og her er kvinna í
klæðum av merkinum, Ciso
Brá selur bílig
kvinnuklæði
við Norðskála
Klædnahandilin Brá
fær javnan nýggj klæðir
heim úr útlandinum