Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 192 - 8. oktober 2004 Nr. 192 - 8. oktober 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Ísraelska stjórnin hevur sett sær fyri at gera enda á friðartil- gongdini í Miðeystri. Alt tos um eitt pale- stinskt ríki verður útsett í óásetta tíð. ÍSRAEL Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri fyrstu ferð hava ísra- elsku myndugleikarnir av- dúkað, hvat málið er við ætlanini at flyta øll tey jødisku niðursetufólkini úr Gaza-geiranum og at taka herin burtur haðani. Tað er Dov Weisglass, ráðgevi hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra, sum av- dúkar endamálið. Við blað- ið Haaretz sigur hann: -Høvuðsendamálið við afturtøkuni úr Gaza-geir- anum er at steðga friðar- tilgongdini. Á tann hátt forða vit fyri, at palestinar fáa egið ríki, og alt tos um at lata palestinsk flóttafólk venda heimaftur verður lagt til viks. Í veruleikanum merkir hetta, at ætlanin um eitt palestinskt ríki er útsett í óásetta tíð. Dov Weisglass leggur afturat, at tað fer samstund- is at bera í sær, at Ísrael verður verandi á Vestara Áarbakka. Andstøðupolitikarar í Ísrael eru í øðini um tað, sum ráðgevin hjá Sharon hevur sagt, og teir krevja, at hann skal fáa sekkin alt fyri eitt. Ísrael steðgar allari friðartilgongdini Í morgin skulu afghanar velja for- seta, men valið hevur lítið við demokrati at gera, soleiðis sum vit kenna tað. AFGHANISTAN Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri nøkrum døgum síðani helt afghanski fyribilsfor- setin, Hamid Karzai, sín fyrsta valfund upp undir forsetavalið í morgin. Hóast nógvir afghanar vóru komnir at lurta eftir honum, var hetta ikki ein vanligur valfundur. Karzai fekk næstan ikki gingið fyri lív- vverjum, allastaðni runt fundarstaðið stóðu alvápn- aðir hermenn á varðhaldi, og amerikanskar hernaðar- tyrlur sveimaðu uppi yvir fundarstaðnum. Tey, sum komu at lurta, sluppu ikki inn á økið, fyrr enn hermenn høvdu kannað, hvat tey høvdu uppi á sær. Amerikanski mannarætt- indafelagsskapurin Human Rights Watch kunngjørdi fyrradagin eina drúgva frá- greiðing um viðurskiftini í Afghanistan nú upp undir valið. Felagsskapurin sigur, at hóast amerikanska stjórnin og serliga George W. Bush, forseti, royna at lýsa valið sum eitt demo- kratiskt val, restar nógv í, at so er. - Tað eru krígsharrarnir, sum ráða. Nógvir veljarar á bygd siga, at teir hava fingið boð um, hvørjum teir skulu atkvøða fyri, og teir tora ikki annað enn at gera eftir boðunum. Tí tey, sum seta seg upp ímóti boðunum frá krígsharr- unum, seta lívið í váða, skrivar Human Rights Watch. Men tað eru ikki bara krígsharrarnir, sum eru orsøkin til, at valið í morgin ikki kann sigast at vera demokratiskt. - Fleiri vápnaðir bólkar, sum fáa stuðul frá Wash- ington og stjórnini hjá Hamid Karzai, eru ein álvarssom hóttan ímóti teirri demokratisku til- gongdini, skrivar felags- skapurin í frágreiðingini. Human Rights Watch vísir eisini á, at trygdar- viðurskiftini í Afghanistan eru út av lagi vánalig. Tað sigur ikki so lítið, at Karzai tordi ikki út fyri dyr fyrr enn tann dagin, valstríðið endaði. Fyri einum mánað síðani var hann á veg til ein valfund í býnum Gardez, men fundurin mátti av- lýsast, tí myndugleikarnir hildu ikki, at forsetin kundi kenna seg tryggan í býnum. Støðan er lítið mætari nú. Tá varaforsetaevnið hjá Karzai, Ahmed Zia Masood, endaði sítt valstríð mikudagin, brast ein bumba ikki langt frá fundarstaðnum. Hamid Karzai vinnur ivaleyst forsetavalið í Afghanistan, men demokratiskt er valið ikki. Eitt eiti av einum vali Røkke bara millióningur Tað var tann tíð, tá norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke kundi rópa seg milliarding, men soleiðis er ikki longur. Seinastu tíðina eru partabrøvini í feløgunum hjá Røkke, Aker og Kværner, fallin nógv í virði á virðis- brævamarknaðinum í Oslo. Røkke eigur 30,5 prosent av partapeninginum í Aker og 53,1 prosent av parta- peninginum í Kværner. Sambært Aftenposten eru hesi partabrøvini nú 1.617 milliónir norskar krónur verd, men tá Røkke samstundis skyldar 640 milliónir krónur, eigur hann í dag 977 milliónir norskar krónur og er sostatt ikki milliardingur longur, skrivar blaðið. Aftenposten veit eisini at siga, at tá Røkke var best fyri fíggjarliga, átti hann virði fyri ímillum sjey og níggju milliardir krónur. Virðini hjá Kjell Inge Røkke eru minkað nógv seinastu vikurnar. Sambært Aftenposten eru parta- brøvini í Aker fallin 27 prosent í virði eftir trimum vikum, og í sama tíðarskeiðið er virðið á partabrøv- unum í Kværner fallið 25 prosent. Nú Røkke ikki er milliardingur longur, eru 59 milliardingar eftir í Noregi. Stríð um stuðul Amerikanska stjórnin hevur kært ES fyri altjóða handilsfelagskapinum WTO, tí amerikanarar vilja vera við, at evropeiska flogverksmiðjan Airbus hevur fingið ólógligan stuðul. Airbus svarar nú aftur og sigur, at amerikanska verksmiðjan Boeing hevur eisini fingið ólógligan stuðul. Í 1992 skrivaðu ES og USA undir ein sáttmála, sum avmarkaði stuðulin til flogídnaðin, men mikudagin kunngjørdi amerikanska stjórnin, at hon kennir seg ikki bundna av sáttmálanum longur, tí ES hevur veitt Airbus ólógligan stuðul. Talsmaðurin hjá ES-nevndini, Anthony Gooch, segði í gjár, at amerikanska avgerðin hevur einki við kapping at gera, men er beinleiðis liður í valstríðnum upp undir forsetavalið í næsta mánað. ES vil vera við, at Boeing hevur fingið minst 23 milliardir dollarar í stuðuli úr amerikanska ríkiskass- anum, síðani sáttmálin um stuðulin bleiv undirskriv- aður í 1992. Stuðulin er goldin ymsar vegir, men er í seinasta enda endaður í kassanum hjá Boeing, sigur ES-nevndin. Leggur frá sær Kongurin í Kambodja, Sihanouk, er farin frá, tí hann er misnøgdur við, at tann politisk leiðslan í landinum hevur skúgvað hann til viks. Hann er eisini misnøgdur við, at teir kambodisku politikararnir fáa ov lítið av skafti. Eitt nú fýlist hann á, at tað tók alt ov langa tíð at skipa stjórn aftan á seinasta valið, tí politikararnir kundu ikki semjast um tað, sum kongurin kallar smálutir. Kambodiski tjóðartingsformaðurin, sum er sonur Sihanouk, segði mikudagin, at politikararnir eiga at tosa við tann 81 ára gamla kongin fyri at fáa hann at verða sitandi á trúnuni. Avgerðin hjá konginum hevur sett tingið í eina heldur løgna støðu, tí kambodiska grundlógin sigur einki um, at kongur kann leggja frá sær. Fer Sihanouk, sum býr í Kina, frá, mugu kambodar velja sær annan kong, tí sambært grundlógini gongur trúnan ikki í arv. Segði seg vera lækna Løgreglan í amerikanska býnum Dallas hevur tikið ein 50 ára gamlan mann og skuldsett hann fyri at hava boðið sær til at viðgera kvinnur, sjálvt um hann ikki er lækni. Løgreglan hevði fingið frænir av, at Dr. Jim Patrick, sum maðurin nevndi seg, hevði ikki førleika til at gera tað, sum hann fekst við. Hann viðgjørdi bara kvinnur og bara tær, sum høvdu ein ella annan trupulleika við kynsgøgnunum. Við loyniligum upptøkutólum eydnað- ist tað at enda at avdúka mannin. Løgreglan í Dallas sigur, at Dr. Jim Patrick eitur í veruleikanum Thomas Patrick Remo, og at hann hevur ongantíð nomið sær nakra útbúgving innan læknavís- indi, sjálvt um hann hevði greitt sjúklingunum frá, at hann hevði lisið læknavísindi á einum lærdum háskúla i statinum Arizona. Sektin fyri at spæla lækni í USA er vanliga tíggju ára fongsul umframt bót. Tenninar batna Almanna- og heilsu- málaráðið hevur júst latið úr hondum eina nýggja skráseting, ið umfatar tenn og tann- støðuna hjá føroysk- um børnum. Tennin- ar gerast alsamt betri, er niðurstøðan TANNRØKT Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Fyri at prógva og skjalfesta tørvin á tannrøkt hjá børn- um, samdust tannlæknarnir í Føroyum í 1991 um, at fara undir at skráseta tann- heilsuna hjá øllum børnum í Føroyum. Í 1986 kom lóg um skúla- tannlæknar í gildi, og í 1998 kom eisini lóg um barna- og ungdómstannrøkt í gildi. Sostatt fáa øll før- oysk børn í aldrinum 0-16 ár viðgerð og fyribyrgjandi tannrøkt. Staðfestast má, at skipaða tannrøktin hevur givið úrslit. Í 1991 vóru einans 9,33 % av av teimum 7 ára gomlu, sum høvdu frískar barnatenn, meðan talið í 2003 var 23,59%. Tað er ein vøkstur uppá 152%. Somuleiðis vóru tað í 1991 bert 3,57% av teimum 15 ára gomlu, ið høvdu frískar vaksnamannatenn, meðan talið í 2003 var komið upp á 17,54%. Hetta er ein vøkstur uppá 391%. Sundalagið vánaligast barnatenn Av skrásetingarheftinum gongur týðiliga fram, at talið av brendum tonnum er nógv minkað frá 1991 til 2003. Bæði hvat viðvíkur barna- og vaksnamanna- tonnum. Serliga frá 1991- 1997 gekk minkingin sera skjótt. Av tí, at talvurnar í skrá- setingarheftinum eru býttar upp í postøkið, gongur týðiliga fram hvørji øki í landinum hava havt serliga stóra framgongd. Í 1991 hevur Sundalagið nógv tann størsta stabban, av brendum og plomberað- um barnatonnum. Teimum á baki koma bygdirnar í Norðoyggjum, og síðani koma børnini í Nes kommunu. Sundalagið er hinvegin eisini tað postøkið í landin- um, ið hevur størstan bata frá 1991-2001. Men hóast hetta, so var Sundalagið í 2001 væl omanfyri lands- miðaltalið. Bestu barna- tenninar í landinum vóru í 2003 í Fuglafirði og Leir- vík. Har vóru umleið tríggj- ar ferðir so fáar skaddar og viðgjørdar tenn, sum í Sundalagnum. Havnin er økið, ið javnt hevur havt tær bestu barna- tenninar. Sandavágur størstu framgongd Hvat ið vaksnamanna-tonn- um hjá 12 ára gomlum við- víkur, hevur Sandavágur havt nógv størstu minking. Í 1991 var talið av brendum og plomberaðum tonnum, hjá 12 ára gomlum í Sandavági, nógv størst í Føroyum. Tað var tá fimm ferðir so stórt, sum tað var í 2003. Tey 12 ára gomlu í Vest- manna, Kvívík og Gøtu hava havt nógv bestu vaksnamannatenn í landin- um. Í Vestmanna og Kvívík er ein stór minking av við- gjørdum tonnum at síggja frá 1991-1997, men eftir tað, hevur hetta talið verið javnt gott øll árini. Sum heild má staðfestast, at barna- og ungdóms- tannrøktin hevur havt sera stóra ávirkan á tannstøðuna hjá børnum og ungum í Føroyum. Í hesi 12 árini, sum kann- ingin hevur varað, eru tenninar batnaðar ógvuliga nógv. C M Y K 3 2