Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 192 - 8. oktober 2004 Nr. 192 - 8. oktober 2004 5 Almannastovan má bera sín part av byrðuni Grundin til, at spar- ingarnar á Almanna- stovuni verða so ogv- usligar, eru, at spar- ingar, sum skuldu verðið gjørdar í ár, eru útsettar út til næsta ár, so at alt fellur saman SPARINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit hava ein búskaparlig- an veruleika at halda okk- um til. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður, sigur, at Al- mannastovan má bera sín part av sparingingunum, eins og allir aðrir stovnar hava gjørt. Hann viðgongur sam- stundis, at tað hóvar honum ógvuliga illa at gera spar- ingar á Almannastovuni. – Men stígur er komin í búskapin og so ber heilt einfalt ikki til at lata sum onki, og so má eisini Al- mannastovan bera sín part av byrðunum. Ført hevur verið fram, at sparingarnar, sum ætlanin er at gera á Almannastov- uni, fara at føra til at seks- átta fólk verða søgd upp. Hans Pauli Strøm vísir á, at nú fíggjarlógin skuldi gerast, eru tað bara skúla- verkið, heilsuverkið, eldra- røktin og serforsorgin, sum hava fingið fult endurgjald fyri tær lønarhækkingarnar, sum eru komnar í gildi. – Allir aðrir stovnar hava ikki fingið meiri pening at játta yvir, hóast lønin er hækkað og sostatt mugu teir finna sparingar, sum samsvarar við lønarhækk- ingina. Sparingar fella saman Hann sigur, at skuldi Al- mannastovan havt fingið fult endurgjald fyri lønar- hækkingina, skuldi hon fingið 838.000 krónur aft- urat næsta ár. – Tað eru hesar 838.000 krónurnar, sum Almanna- stovan skal spara næsta ár. At hetta so skal føra til, at seks-átta fólk verða søgd úr starvi, hevur sína orsøk. Og orsøkin er, at leiðslan á Al- mannastovuni hevur hevur skotið sparingar, sum skuldi gerast í ár, út til næsta ár, so at allar spar- ingarnar fella saman og tí virkar tað so ógvusligt. – Orsøkin til at sparing- arnar næsta ár verða so ógvusligar, er, at leiðslan hevur ikki lagað virksemið í ár ár til sparingarnar, sum eru gjørdar í ár. Tað er eitt val, sum leiðslan hevur gjørt, men avleiðingin er, at allar sparingarnar so fella saman í 2005. Landsstýrismaðurin veit, at Almannastovan hevur ikki brúk fyri sparingum, men hevur brúk fyri fleiri fólki. – Men sum støðan er nú, røkkur búskapurin ikki til og tí er neyðugt at seta spar- ingar í verk, og her má Al- mannastovan bera sín part. – Ein minni sparing í 2004 og ein minni sparing í 2005, hevði væl givið sama endaúrslit. – Tað skal eg ikki gera viðmerkingar til. Men at koyra seks- átta fólk til hús í einum høggi, er so mátin, sum leiðslan á Almanna- stovuni hevur valt, heldur enn at gjøgnumføra nakrar av sparingunum í ár og nakrar næsta ár. Hann leggur afturat, at hetta er ikki ein atfinning at leiðsluni, tí leggja seg út í raksturin á Almannastov- uni, hvørki vil ella kann hann. Hans Pauli Strøm vísir á, at í 2004, ætlaði fíggjar- nevndin at Almannastovan skuldi spara 500.000 krón- ur eyka. men ta játtanina fekk hann upp á aftur. Næsta ár ætlar samgong- an at veita 60 milliónir í skattalætta. Er tað rætt at veita skattalættar, sam- stundis sum tað er neyðugt at spara í grundleggjandi tænastum, sum Almanna- stovan veitir? – Skattalættin er ein semja í samgonguni, tí mett verður, at hann fer at seta skump í virksemið. Og fleiri viðmerkingar vil Hans Pauli Strøm ikki gera til skattalættan. – Eg kann bara vísa til, at samstundis sum fyrisitingin á øllum økjum er beinleiðis lækkað 10%, er fyrisitingin hjá Almannastovuni ikki lækkað. Einasta sparing á Almannastovuni er, at hon hevur ikki fingið endurgjald fyri eina lønarhækking. Sostatt er Almannastovan í roynd og veru sloppin lættari enn aðrir stovnar. Ikki bara talan um starvsfólk Tey, sum hava við Al- mannastovuna at gera, vænta, at sparingarnar fara at føra við sær, at av- greiðslutíðin á Almanna- stovuni fer at longjast mun- andi? – Tað er ein spurningur um, hvussu leiðslan á Al- mannastovuni leggur ar- beiðið til rættis og tað skal eg ikki leggja meg út í. Men talan er ikki bara um talið á starvsfólkið. Talan er eisini um mannagongdir - og sparingin fyri næsta ár er altso 838.000 krónur. – Men í summum førum gevur lógarverkið Al- mannastovuni ov nógv ar- beiðið, eitt nú við eftirrokn- ingum av hvørjum ein- støkum viðskiftafólki. Hann sigur, at landsstýrið arbeiðir við at gera lógar- verkið einfaldari, so at tað verður lættari hjá Al- mannastovuni at umsita. – Men Almanna- og heilsuverkið eru meiri enn helmingurin av fíggjarlóg- ini og tað er heilt óhugs- andi, at tey økini skulu sleppa undan, tá ið vit annars verða noydd at finna sparingar, tí stígur er komin í búskapin. – Og tað verða vit noydd at boyggja okkum fyri. Tá ið heilar og hálvar vinnur hvørva, ber ikki til at lata sum einki, sigur Hans Pauli Strøm. Heðin Zachariasan, tingmaður í sam- gonguni, góðtekur als ikki, at tunnilin til Tjørnuvík verður skumpaður afturum tunnil til Viðareiðis og tunnil til Dals RAÐFESTING Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tunnilin til Tjørnuvíkar skal gerast, áðrenn tunnil til Dals og tunnil til Viðareiðis verður gjørdur. Tað slær Heðin Zachari- asen, løgtingsmaður, fast. Heðin Zachariasen er tingmaður fyri fólkaflokkin í Norðstreymoy og sostatt er hann eisini limur í sam- gonguni. Og hann er grundleggj- andi ósamdur í teirri rað- festing, sum samgongan hevur gjørt í sambandi við tunlar í Føroyum. Í Sosialinum fyrr í vikuni greiddu vit frá, at landsstýr- ið hevur sett pening av til forkanningar í sambandi við tunnil til Dals og í sam- bandi við tunnil til Við- areiðis. Bjarni Djurholm greiddi eisini frá, at tá ið Hovs- tunnilin í Suðuroy verður liðugur um eini tvey ár, skal farast undir tunnil til Viðar- eiðis. Hetta góðtekur Heðin Zachariasen als ikki. Hann sigur, at tað er ong- in ivi um, at Tjørnuvíkar- tunnilin skal raðfestast framum bæði Viðareiðis- tunnilin og Dalstunnilin. – Eg havi onki ímóti, at samgongan raðfestir tunnil til Dals og tunnil til Viðar- eiðis. Men vit hava ongar forkanningar gjørdar, hvørki í Dali ella í Viðar- eiði. – Hinvegin eru forkann- ingar gjørdar í sambandi við tunnil til Tjørnuvíkar og tær kanningarnar eru lidnar. Hetta er ein tunnil, sum politiskt hevur verið frammi í fleiri ár og tað hevur ligið í kortunum, at farast skuldi undir tað projektið. Tí er ongin ivi um, at hann skal raðfestast frammanfyri bæði Dal og Viðareiði, sigur løgtings- maðurin úr Norðstreymoy. – Tað eigur landsstýris- maðurin at gera sær púra greitt, leggur hann afturat, tí eg góðtaki ikki, at ein tunnil, har kanningarnar eru lidnar, verður skumpað- ur afturum tunlar, sum enn ikki eru kannaðir. Hann sigur, at hann fær seg ikki at trúgva, at tað er við vilja, at Tjørnuvíkar- tunnilin ikki er nevndur í fíggjarlógini. – Eg haldi, at landsstýrið rætt og slætt hevur gloymt tað. Heðin Zachariasen ásannar kortini, at hann er limur í eini samgongu og hann fer ikki at seta sam- gonguna í vága. – Men sum limur í sam- gonguni krevji eg at verða hoyrdur, leggur hann aft- urat. – Leiðslan á Almannastovuni hevur valt at útseta sparingar í ár til næsta ár og tí verður sparingin so ógvuslig, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum Ósemja í samgonguni um tunlar Heðin Zachariasen krevur, at tunnil til Tjørvnuvíkar verður gjørdur, áðrenn tunnil til Dals og tunnil til Viðareiðis Standa sterkari í kappingini Televarpið kann nú bjóða donsku rásir- nar DR 1 og 2 fyri munandi lægri prís enn vanligu parabol- skipaninar. Laila Hentze, stjóri, sigur, at samráðingarnar hava tikið langa tíð, og hon heldur, at við hesum stendur Tele- varpið sterkari í kappingini TELEVARPIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Haldarar hjá Televarpinum síggja nú DR 1 og 2. Fríggjadagin kom avtala í lag millum partarnar, at allir fýra grundpakkarnir hjá Televarpinum framyvir fara at innihalda donsku rásirnar. Televarpið hevur arbeitt við at fáa hesar rásirnar í langa tíð. Samráðingarnar hava drigið út av ymsum orsøkum, men hesuferð bar sum sagt til. Tað fegnast Laila Hentze, stjóri, um. Hon sigur, at hetta er ein liður í royndini hjá Televarpinum at fáa enn fleiri norðurlendskar rásir í teirra grundpakkar. Eitt nú hava tey sett nøsina upp eft- ir at fáa norsku rásina NRK. Tað verður tó ikki rættiliga enn, sambært Lailu. Men hon væntar, at tað verður einaferð kom- andi ár. Laila Hentze sigur, at hetta hevur stóran týdning fyri Televarpið. Hon heldur, at við DR 1 og 2 rásunum hava tey fingið eina betur vøru at bjóða kundunum. Eisini er vøran vorðin áhugaverd fyri enn fleiri møguligum kundum. Hartil heldur hon, at Televarpið nú stendur sterkari í kapp- ingini við tað, at tey kunnu bjóða fleiri rásir fyri ein rímuligan prís. – Vit hava kempað fyri hesum og at kunna veita eina góða tænastu, og tað meti eg hervið er eydnast okkum. Men hetta er sum sagt bert ein liður í at fáa enn fleiri norðurlendskar rásir í okkara pakkar, sigur Laila Hentze. Betur tænasta Grundpakkarnir hjá Tele- varpinum dýrka nakað, nú DR 1 og 2 er komnar aftur- at. Men samanborið við prísin, sum vanligir para- boleigarar skulu gjalda fyri at fáa tær báðar rásirnar, má sigast, at Televarpið hevur munandi betur tilboð. – Ein av orsøkunum til, at samráðingarnar drógu út, var nevniliga prísurin. Vit vildu ikki, at okkara kund- ar, sum longu frammanund- an gjalda millum knapt 200 og knapt 300 krónur um mánaðin, skulu uppliva eina stóra príshækking fyri tvær rásir, greiðir Laila frá. Men nakað dýrkar mánað- argjaldið kortini. Sum dømi kann nevnast, at um ein haldari hevur Ælaboga pakkan, so kostar hesin í dag 269 krónur um mánaðin. Donsku rásirnar merkja ein eykakostnað upp á 30 krónur. Men Laila Hentze sigur, at prísurin hækkar ikki fyrr enn 1. desember. – Fyri at veita kundum okkara eina góða tænastu, hava vit gjørt av, at teir kunnu síggja hesar báðar rásirnar ókeypis inntil 1. desember, tá gjaldið hækk- ar við teimum 30 krónun- um, sigur Laila Hentze, stjóri á Televarpinum. Tey bæði Sylvi Berit og Gustav Moland úr Noregi vóru tvey av ferðafólkunum við Norrønu, tá hon vendi við aftur til Føroya buldruta túrin fyrr í vikuni. Tey siga, at tey ongantíð vóru bangin, men tað var ólagaligt at vera um- borð. Tey rósa tó manningini og siga, at tey vóru sera pro- fessionell allatíðina SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Norrøna vendi aftur til Føroya týsnáttina vegna illveður, tá hon var á veg til Íslands.Ferðafólkini fingu ein buldrutan túr, men alt gekk kortini væl. Tvey av ferðafólkunum, sum vóru við, vóru norsku hjúnini Sylvi Berit og Gustav Moland. Tey greiða frá, at tað byrjaði at rulla beinanvegin, men tað var ikki fyrr enn seint út á kvøldið, at tað bleiv rætti- liga ógvusligt. Tó leggja tey dent á, at tey allatíðina fingu at vita, hvat og hvussu frá manningini, og yvirhøvur halda tey, at manningin á Norrønu var sera professionell og dugdi væl at sýna umsorgan fyri ferðafólkunum. Eisini fingu ferðafólkini longu framman undan frá- ferðini at vita, at skipið fór at verða seinkað til Íslands vegna veður. – Av tí, at tað bleiv sagt okkum frammanundan, so var ein innstillaður uppá, at tað fór ikki at verða gott veður, siga norsku hjúnini. Ódn – Vit fóru tíðliga í song, tí songin var tað besta staðið at vera í, meðan tað rullaði so illa, sigur Sylvi Berit. Gustav greiðir frá, at tað rullaði bara meira og meira. So illa, at tey noyddust at halda sær fast í songini. Lutir byrjaðu at koppa og skreiða aftur og fram í kamarinum. Gustav greiðir frá, at tey svóvu á sjeynda dekki, so tey sóu væl. Havið var øgi- ligt at síggja, og frá einum av manningini fingu tey at vita, at talan var um rætti- ligt ódnarveður. – Hann segði okkum, at vindmegin lá upp móti ódn, og at aldurnar vóru upp móti 16 metrum høgar, greiðir Gustav frá. Hóast tað vóru tey bæði ikki bangin. Men siga, at serliga ljóðini og ristingar- nar í skipinum vóru ólaga- ligar. – Men eg hevði tað nú gott kortini, tí Gustav bleiv við at siga við meg, at tað var ikki vandi á ferð, sigur Sylvi Berit smílandi. Gustav heldur, at skipið kendist trygt og haldgott, og tí er hann ikki í iva um, at Norrøna er eitt sjógott skip. – Ein skal minnast til, at tá skiparin tekur frá, er tað ikki tí, at skipið ikki megn- ar tað, men tí at ferða- fólkini ikki skulu kenna tað so øgiligt umborð, sigur hann. Vælskipað Tað ringasta rullið var mest um náttina, so tað bleiv ikki nógvur svøvnur. – Mitt í øllum varnaðust vit, at tað ikki var so ringt meira. Tá róptu tey í hátal- aranum, at teir høvdu vent skipinum, og at vit fingu nærri boð seinni, greiðir Gustav frá. Sylvi Berit heldur fram, at síðani boðaðu tey frá, at kaffi og køkur vóru at fáa á fimta dekki. – Tað var sera umhugsið av teimum, haldi eg. Ikki so nógv fyri kaffi og køkur- nar, men meira hetta, at fólk savnaðust og kundu tosa um hetta, sigur hon og vísir á, at tað eru fleiri ferðafólk, sum ferðast einsamøll. Hon ivast ikki í, at tað hevur verið gott fyri serliga tey at kunna savnast við hinum ferðafólkunum. Hatta halda tey vera eitt greitt tekin um umsorgan fyri ferðafólkunum. Sylvi Berit og Gustav siga, at aftaná hesa lítlu løt- una við kaffimunninum fóru tey aftur í koyggjuna og tá bar til at sova. – Og ístaðinfyri at vitja Ísland, fingu vit so tveir deiligar dagar afturat í Før- oyum, siga tey brosandi. Bæði skulu tey so heim til Bergens við Norrønu í kvøld, og tí siga tey seg als ikki stúra fyri. Televarpið fekk avtaluna um DR 1 og 2 í lag seinasta fríggjadag. Haldarar hjá varpinum sleppa at síggja báðar rásirnar ókeypis inntil 1. desember, tá mánaðarliga gjaldið hækkar við 30 krónum á teimum fýra grundpakkunum Mynd: Jens K. Vang Manningin á Norrønu framúr Á einum av útferðunum hesar eykadagarnar í Føroyum, varð stegðað við Áir, har Sylvi Berit og Gustav sóu Alv skúlan og gomlu hvalastøðina. Tað var heilt serligt fyri Sylvi Berit, tí abbi hennara arbeiddi eitt summar í 1920-unum á hvalastøðini við Áir Mynd: Sámal Bláhamar C M Y K 5 4