fríggjadagur 8. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 192 - 8. oktober 2004
Nr. 192 - 8. oktober 2004
7
Føroysk ull í sýnis-
gluggum í Keyp-
mannahavn. Durita
Petersen hevur latið
upp handil, har hon
millum annað selur
frakkar og troyggjur
frá Sirri og PAU.
Marjun Dalsgaard
Útflyting av klædnavørum
er ikki tað føroyingar eru
mest kendir fyri, men
gongur tú eftir Jernbane
Allé í Vanløse sært tú eina
heimliga verð millum fjøl-
broyttu sýnisgluggarnar á
leiðini. Her hava teir væl-
kendu jakkarnir, tøvdu
skógvarnir og húgvurnar
frá Sirri og PAU funnið sær
ein fastan bústað. "Dudas
Verden" er ikki ein serstakt
føroyskur handil, men kort-
ini er ein serligur føroyskur
dámur í hølunum, har
myndlist við føroyskum
motivum og málningar av
sildberanum hanga millum
niðurdeilar og jakkar úr
tøvdari føroyskari ull.
Durita Petersen er sjúkra-
systir, men hevur altíð havt
ein dreym um at gerast
sjálvstøðug. Smakk fyri
handilsyrkinum fekk hon,
tá hon fyri einum ári síðani
forelskaði seg í nøkrum
taskum í Nepal, sum hon
tók við sær heim og seldi til
vinir og kenningar. Eitt,
tvey trý vórðu allar seldar,
hon bílegði tí fleiri, og tær
hanga nú millum føroysku
vørurnar í hennara nýggja
handli,
Dudas
Verden.
Durita selur eisini háls-
ketur, oyralokkar og aðrir
prýðislutir frá Zento og
umhugsar at selja smúkkur
frá kumkum, sum eru eitt-
sindur dýrari og í stíli eitt
millumting millum Dyr-
berg Kern og Pilgrim. Hon
vil fegin hava ein fjøl-
broyttan handil og leitar
eftir annaleiðis vørum, sum
ein ikki sær í øðrum handl-
um. Um nakar hevur nakað,
sum er eitt sindur ørvísi,
sum tey sjálvi gera og
ynskja at selja, eru tey væl-
komin inn á gólvi, sigur
hon.
Hon
hevur
flest
bundnar og heklaðar vørur,
og hetta er júst tíðin til tað,
tí binding og bundin pløgg
er vorðið alt meira moderna
millum danir, sigur Durita,
sum saman við systrini
eisini sjálv hevur bundið og
heklað sjalir og turrikløð,
sum verða seld í handl-
inum. Umframt at umboða
Sirri og PAU selir hon task-
ur, sum føroyski sniðgevin
Kristin Bæk hevur gjørt.
Myndirnar, ið prýða hølini
hevur danski grafikarin
Ingrid Møller, sum hevur
vitjað nógv Føroyum, gjørt.
Íverksetanarstuðul
Durita hevur ongar royndir
innan handilsyrki, men
hevur fingið sera góða veg-
leiðing, sum verður latin
vegna danska statin gjøgn-
um "Erhvervsrådgivning-
en" í Keypmannahavn. Fyri
at
stuðla
íverksetarum
verður persónlig ráðgeving
veitt, um tú til dømis fer í
holt
við
at
gerast
sjálvstøðug handilskvinna.
Hetta er gull vert, sigur
Durita.
- Eg havi fyrr gingið á
einum skeiði á VUC, har eg
tók nøkur fak um rakstur av
eini fyritøku, men hesum
fekk eg einki burturúr, tí
tað var alt ov breitt. Nýggja
skipanin tekur støði í tær -
hetta er persónlig ráðgev-
ing, so tú fær hvørki meir
ella minnni, enn tú hevur
brúk fyri fyri at koma í
gongd og hava ein nøkun-
lunda møguleika fyri at
yvirliva, sigur Durita og
leggur aftrat, at hon altíð
kann venda sær til ráð-
gevan, um tørvur skuldi
verið á tí.
Handilin liggur mið-
skeiðis í Vanløse, á handils-
gøtuni, Jernbane Allé 73.
Um tað eydnast Duritu at
venja føroyingar við, at teir
eisini kunnu keypa føroysk
pløgg og annað her niðri,
ger tað minni, at handilin
ikki liggur mitt í Keyp-
mannahavn, heldur hon.
Prísurin liggur um tað sama
sum í Føroyum, og hon
hevur tax free. Durita hevur
góðar vónir og heldur, at
danir fara at taka væl ímóti
føroysku sniðunum.
- Tey eru púra vekk í før-
oysku
klæðunum,
men
skulu líka síggja tey ann,
áðrenn tey keypa, tí tey
liggja jú í dýrara endanum,
sigur Durita, sum enn hevur
selt mest av húgvunum og
heimabundnu
sjalunum.
Umframt Sirri og PAU um-
hugsar hon at fáa samar-
beiði í lag við aðrar før-
oyskar ullframleiðarar, eins
og hun møguliga fer at selja
føroyskt tógv og bindi-
uppskriftir um eftirspurn-
ingurin er nóg stórur.
Fríggjadagin 9. oktober
verða hennara vørur at
síggja í Føroyahúsinum, tá
Sirri og PAU standa fyri
eini mótasýning í sambandi
vid
mentanarnáttina
í
Keypmannahavn.
Føroyskt snið í Keypmannahavn
Ein sera spent Durita pakkar vørur út, sum just eru komnar úr Føroyum
Barnaskógvar úr
føroyum og taskur
úr Nepal
Tá alarmsentralurin
sunnunáttina boðaði
brandliðnum hjá
Miðvágs- Sandavágs
kommunum frá
einum ferðsluóhappi
í Vágum, visti
viðkomandi, sum tók
móti boðunum, ikki,
hvat hann skuldi
gera. Brandleiðarin
hevði beint framman
undan sagt seg úr
starvi
ALARMUR
Edvard Joensen
Alarmsentralurin í Havn
slapp ikki av við boðini um
eitt ferðsluóhapp í Vágum á
rættan hátt sunnunáttina.
Viðkomandi,
sum
tók
alarmtelefonina hjá brand-
liðnum á staðnum, visti
ikki, hvussu hann skuldi
bera seg at í slíkari støðu.
Alarmsentralurin
mátti
ringja til fleiri telefonir eftir
hjálp.
Jón Klein Olsen, vara-
politiinspektørur, sigur, at
alarmsentralurin sunnunátt-
ina fekk fráboðan um, at
ein bilur var farin út av
Vatnavegnum í Vágum.
Sagt varð, at tað var helst
ikki álvarsligur skaði hend-
ur.
Kortini vísti tað seg, at
ein ung genta sat føst í bil-
inum og slapp ikki út.
Ótryggur alarmur
Ringt varð til alarmtelefon-
ina hjá brandliðnum á
staðnum, sum er Miðvágs-
Sandavágs Sløkkilið.
Ein løta gekk, áðrenn
telefonin svaraði, greiðir
Jón Klein Olsen frá. Vakt-
havandi horydi, at tað var
ikki tann persónurin, sum
vanliga plagar at taka hesa
telefonina, sum hesaferð
svaraði.
Viðkomandi
greiddi frá, at brandleiðarin
hevði sagt seg úr starvi og
hevði latið telefonina frá
sær, og at hann, sum nú
hevði telefonina, ikki reiði-
liga visti, hvussu farast
skuldi fram í slíkum føri.
Vakthavandi á alarm-
sentralinum vildi hava at
vita, hvar klippiútgerð til
slíkar støður var at finna.
Maðurin, sum tók telefon-
ina í Vágum, helt, at best
var at royna flogvøllin.
Vaktahavndi ringdi til
brandliðið á flogvøllinum
og fekk at vita, at Vága
Bjargingarfelag átti útgerð-
ina. Síðan varð ringt til eitt
telefonnummar, sum har
var uppgivið. Bjargingar-
felagið vísti aftur til sløkki-
liðið í Miðvági/ Sandavági,
tí útgerðin lá í brandbilin-
um har. Men hetta var sama
nummar sum fyrr hevði
verið ringt til, og hildið
varð ikki, at har var meira
at heinta.
Sjúkrabilurin í Vágum
kom á staðið, og førararnir
vistu um onkran, sum bæði
koyrir sjúkrabil og er við í
brandliðnum. Viðkomandi
heðvi ikki vakt, men varð
uppringdur, og kom saman
við fráfarna brandmeistar-
anum skjótt eftir á staðið
við sløkkiliðsbilinum, har
millum annað klippiútgerð-
in lá í. Men tá hevði tað
eydnast teimum, sum vóru
á staðnum, millum annað
løgregluni í Vágum, at fáa
gentuna leysa og út úr
bilinum.
Genturnar, sum vóru í
bilinum, vórðu báðar við
sjúkrabilinum
fluttar
á
Landssjúrkahúsið til kann-
ingar. Tær høvdu bert fing-
ið smávegis likamligar
snuddir.
Avleiðingar
Óhepna støðan, sum kom í
hesa náttina, kann í rignasta
føri hava við sær, at Vága-
tunnilin verður stongdur,
sigur leiðarin á Bruna-
umsjón Landsins, Petur á
Lava Olsen.
– Men tá skal standa
øgiliga illa til kortini, legg-
ur hann afturat.
Vágatunnilin kemur upp
í Sandavágs kommunu,
sum hevur skyldu til at hava
tilbúgving, sum kann klára
einahvørja støðu, ið kann
koma í. Bæði við eldi og
øðrum vanlukkum. Og hev-
ur kommunan ikki tað,
sigur grein 13 í brunalóg-
ini, at hon kann kærast til
landsstýrið, sum so ger av,
hvat gerast skal.
Óhepna støðan sunnu-
náttina vísti, at tilbúgvingin
riggaði ikki heilt sum fyri-
skrivað er. Og tað hava av-
varðandi myndugleikar so
tikið til eftirtektar.
Varabrandleiðarin, sum
kommunurnar
hava,
er
staddur uttanlands, og tí var
tað ein annar persónur, sum
ikki dagliga er beinleiðs
knýttur at sløkkiliðnum,
sum tók vakttelefonina.
Nú er ein brandmaður
settur at taka sær av hesi
vaktini, til varaleiðarin er
afturkomin.
Fundarvirksemið hevur
verið nógv hesar dagarnar,
síðan óhappið á Vatnavegn-
um. Nógvar royndir eru
gjørdar at loysa málið
endaliga, men fyrrapartin
hósdagin var eingin loysn
funnin.
Uppsøgnin
Fráfarni brandmeistarin í
M i ð v á g s - S a n d av á g s
Sløkkiliði arbeiðir sum
skúlatænari við skúlan á
Giljanesi.
Hann hevur leingi biðið
um at fáa starvsviðurskift-
ini broytt soleiðis, at hann
kann brúka ein part av
arbeiðstíð síni til sløkkilið-
ið burturav. Viðlíkahald,
venjing og slíkt, sum hoyrir
til.
Sera rímilig krøv halda
fleiri, sum hava við tilbúgv-
ing at gera. Men tað hevur
ikki borið til at fingið eina
poltiiska semju í bygdar-
ráðunum báðum um hesi
ynski.
Fyri drúgvari tíð síðan
boðaði leiðarin so frá, at
hann fór at leggja frá sær, tí
hann metti tað ikki vera
nøktandi, bert at hava sína
frítíð til at røkja sløkkiliðið.
Hann varð biðin um at
halda fram til ein loysn
varð funnin. Men fyrsta
oktober metti hann, at so
mikið var fráliðið, at ein
loysn átti at verið fingin á
málinum. Tá so ikki var, lat
hann lyklarnar til brand-
støðina og -bilin saman við
vaktartelefonini frá sær.
Hálvtannað
samdøgur
eftir hendi eitt ferðslu-
óhapp, sum kundi endað
álvarsliga, men spældi væl
av.
Og tá kom fyri dagin, at
ein fyribilsloysn í tilbúgv-
ingarskipanini er als ikki
nøktandi, sigur leiðarin á
Alarmsentralinum,
Jón
Klein Olsen, varapoliti-
inspektørur.
Vakthavandi var ókunnugur
við mannagongdina
Brandbilurin hjá Miðvágs-
Sandavágs Sløkkliðið er sera
væl utgjørdur. Men
vakthavandi hjá
sløkkiliðnum visti ikki,
hvussu hann skuldi nýtast, tá
brúk var fyri honum
sunnunáttina
Mynd: Edvard Joensen
Ein bilur við tveimum ungum gentum rendi á hendan steinin við Vatnavegin í Vágum
sunnunáttina. Um illa vildi til, kundu tær endað á vatninum, og so kundi ein størri vanlukka
verið hend
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6