Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 192 - 8. oktober 2004 Nr. 192 - 8. oktober 2004 9 Tvøroyrar kommuna fekk sín vilja í mál- inum um leiðaran á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Lands- stýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, góðtók mánadagin grund- gevingina hjá komm- ununi fyri at seta lær- aran í starvið, hóast dagstovnalógin ásetur, at námsfrøð- ingurin átti starvið PEDAGOGMÁLIÐ Á TVØROYRI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Raðsendingin um trætuna um leiðarastarvið á Frí- tíðarskúlanum á Tvøroyri endaði fyribils týsdagin. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, boðaði mánadagin frá, at hann góðtekur grundgevingina hjá Tvøroyrar kommunu um at seta ein lærara sum leiðara á frítíðarskúlanum í Trongisvági heldur enn námsfrøðingin, hóast tað stendur í dagstovnalógini, at námsfrøðingurin átti at fingið starvið Málið um leiðarastarvið á Tvøroyri hevur fingið stóra rúmd í fjølmiðlunum seinastu vikurnar, og vit gera her eina roynd at lýsa málið. Ivasom mannagongd Málið um leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum á Tvør- oyri byrjaði 8. juli í ár, tá Tvøroyrar kommuna søkir í bløðunum eftir einum pedagogi ella námsfrøðingi til Frítíðarskúlan á Tvør- oyri. Sum sæst á síðuni er tal- an ikki um eina rúgvumikla lýsing. Í lýsingini stendur einki um, hvat starvið um- fatar, hvør arbeiðstíðin verður ella í hvørjum lønarbólki, leiðarin á Frí- tíðarskúlanum verður lønt- ur, hóast greiðar ásetingar eru um tað í í sáttmálanum millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Ar- beiðsgevarafelag Føroya. Tvær kvinnur søkja starvið. Onnur teirra er pedagogur, og hevur starv- ast á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri seinastu trý árini, meðan hin hevur útbúgving sum lærari. Tvøroyrar kommuna við- ger umsóknirnar, og velir at seta læraran í starvið. Stutt eftir avgerðina hjá komm- ununi finst Føroya Peda- gogfelag at starvssetanini. Felagið vísir á, at komm- unan fremur lógarbrot við at seta læraran í starv, tí sambært grein 8 í dag- stovnalógini er tað eitt krav, at ein pedagogur stendur á odda fyri frítíðarskúlum í Føroyum. Pedagogfelagið vísir eis- ini á, at pedagogurin, sum ikki hevur fingið starvið, verður ongantíð biðin um at koma til setanarsamrøðu. Í brævinum, sum pedagog- urin fær, stendur at starvið er sett øðrum umsøkjara, sum er betri skikkaður. Grundgevingin er, at Tvøroyrar Kommuna metir, at tann, ið er sett, hevur drúgvari royndir við børn- um í skúlaaldri og hevur relevanta útbúgving, sum í hesum føri kann líkastillast við útbúgvingina, sum pedagogurin hevur. Kortini biður Tvøroyrar býráð óskikkaða pedagogin um at røkja leiðarastarvið fyrstu dagarnar, tí setti leiðarin á Frítíðarskúlanum er burturstødd, og kann ikki møta fyrr renn 25. august. Pedagogfelagið vendir sær til Almanna- og heilsu- málaráðið, og ger vart við óreglusemi í samband við setanina av læraranum í leiðarastarvið á frítíðar- skúlanum. Mitt í august mánaði fer málið á rull. Semjan Føroya Pedagogfelag og Almanna- og heilsumála- ráðið eru seinast í august og fyrst í september mánaði í drúgvum brævaskifti um setanina av leiðaranum á frítíðarskúlanum. 3. september ger Al- manna- og heilsumálaráðið Tvøroyrar kommunu greitt, at hon verður noydd taka setanina av læraranum aftur, og lýsa leiðarastarvið leyst aftur, tí kommunan hevur brotið dagstovnalóg- ina. Hesi viðurskifti skulu fáast í rættlag áðrenn 10. september. Samstundis ynskir landsstýrismaðurin at hitta allar kommunu- stýrislimirnar á fundi, har hann ætlar at fáa eina loysn í málinum Ger Tvøroyar kommuna ikki eftir harraboðum úr Almanna- og heilsumála- ráðnum, hóttir Hans Pauli Strøm við at lata frítíðar- skúlan aftur við fútaboði. Tvøroyrar Býráð ger einki við málið. 12. september eru Hans Pauli Strøm og tríggir bý- ráðslimir úr Tvøroyar býráð á kreppufundi á Tvøroyri, og finna fram til eina semju í málinum. Landsstýrismaðurin bið- ur Tvøroyrar býráð taka neyðug stig til at fáa viður- skiftini í lagi í samband við setanina, og bindur seg samstundis til at taka stig til at broyta grein 8 í dag- stovnalógini, sum ásetur førleikakrøvini hjá leiðar- um á frítíðarskúlum. Tvøroyrar býráð velir eftir fundin at taka setanina av læraranum aftur, men leiðarastarvið verður ong- antíð lýst leyst aftur. Kommunan velir hinvegin at seta sama lærara sum fyribils leiðara á frítíðar- skúlanum, og tá tala Føroya Pedagogfelag og Almanna- og heilsumálaráðið at aftur. Hans Pauli Strøm krevur at fáa at fáa ein haldgóða grundgeving frá Tvøroyrar kommunu, hví námsfrøð- ingurin ikki verður settur í starvið, tá kommunan hevur ógildað setanina av læraranum, og námsfrøð- ingurin tí er einasti umsøkj- arin. Tvøroyrar Býráð verður álagt at viðgera umsóknina hjá pedagoginum av nýggj- um, har kommunan við grundarlagi í einari kon- kretari meting tekur avgerð um námsfrøðingurin kann setast í starvið. Tvøroyrar Býráð kemur síðani við einari grundgeving, men hendan grundgevingin verður ikki góðtikin. Landsstýrismaðurin setur enn einaferð knívin á bark- an á kommununi, og hóttir við at lata Frítíðarskúlan aftur, um Tvøroyrar komm- una ikki kemur við eini frágreiðing. Lærarin settur 30. september fær Al- manna- og heilsumálaráðið grundgevingina hjá Tvør- oyrar kommunu um hví pedagogurin ikki er settur í starvið sum leiðari. Hans Pauli Strøm og Al- manna- og heilsumálaráðið siga seg góðtaka grund- gevingina hjá Tvøroyrar kommunu, tí landsstýris- maðurin heldur, at Tvør- oyrar býráð dugir betur enn Almanna- og heilsumála- ráði at gera av, hvørt peda- gogurin er skikkaður ella ei. Hóast áhaldandi trýst frá Føroya Pedagogfelag er niðurstøðan hon, at læraran røkir starvið sum fyribils- leiðari á frítíðarskúlanum til summarsteðgin 2005. Seinastu mongu vikurnar hevur Frítíðarskúlin á Tvøroyri fingið stóra rúmd í føroysku fjølmiðlunum Mynd: Leivur Nygaard Námsfrøðingurin gjørdist lærari Pedagogur til frítíðarskúla Fyri leiðaran í farloyvi verður søkt eftir pedagogi til Frítíðarskúlan á Tvøroyri í eitt ár frá 15. august. Umsóknir skulu vera Tvøroyrar býráð – sosialu nevnd – í hendi seinast 1. august. Tvøroyrar býráð 8 juli byrjaði málið um leiðaran á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Her er lýsingin, sum Tvøroyrar býráð setti í bløðini. Landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm ásannar, at málið um Frítíðarskúlan á Tvøroyri er eitt polit- iskt trupulleiki fyri seg. Hann er kortini ikki bangin fyri niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðs- manni í málinum, tí formligu viðurskiftini eru í lagi, sum hann málber PEDAGOGMÁLIÐ Á TVØROYRI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál , sum eg fyri alt í verðini vildi verið fyri- uttan. Málið er avgjørt ikki nakað, sum eg eri fegin um -heldur tvørtur ímóti. Landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, ásannar, at trætan um setanina av leiðaranum á Frítíðarskúl- anum á Tvøroyri er ein politiskur trupulleiki. –Tað er ongantíð hugaligt at vera ósamdur og í stríði við fakfeløgini, og tað er ein politiskur trupulleiki, eisini fyri meg persónliga, og tað eri eg keddur av, vísir landsstýrismaðurin á. Framferðarhátturin hjá Hans Paula Strøm og Al- manna- og heilsumálaráð- num í málinum um leiðaran á Frítíðarskúlanum á Tvør- oyri hevur fingið øði í Føroya Pedagogfelag, sum hevur kært landsstýris- mannin fyri Løgtingsins Umboðsmann. Hans Pauli Strøm ber ikki stórvegis ótta fyri niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum –Nei eg eri ikki bangin fyri niðurstøðuni, tí eg eri sannførdur um, at vit hava formligu viðurskiftini í lagi, sigur landsstýrismað- urin. Semjan 12. september varð so- nevnda semjan gjørd mill- um Tvøroyrar býráð og landsstýrismannin í al- manna og heilsumálum í málinum um leiðaran á Frítíðarskúlanum. Spurdur, hvør bakgrund- in var fyri semjuni, svarar Hans Pauli Strøm, at hann fyrst og fremst ynskti at gera Tvøroyrar býráð greitt, hvat dagstovnalógin kravdi í samband við setanina av leiðararnum á Frítíðarskúl- anum. –Umframt at finna eina semju, so vit kundu sleppa undan einum stríði, var ætlanin eisini við fundinum at kunna býráðið um ætlaninar at endurskoða dagstovnalógina. Ein av mongu broytingunum var millum annað grein átta, sum umfatar førleikakrøv hjá leiðarum á frítíðar- skúlum. Á fundinum millum Tvøroyrar býráð og lands- stýrismannin koma part- arnir fram til eina semju. Býraðið bindur seg til at fáa viðurskiftini í samband við setanina í rættlag, meðan landsstýrismaður sigur seg vilja taka stig til at broyta dagstovnalógina. Hví bindur landsstýris- maðurin seg í eini avtalu við einstaka kommunu at broyta dagstovanlógina? - Eg haldi ikki, tú kanst siga, at eg bindi meg til nakað. Eg kunnaði bert kommununi um, at ætlanir eru um at broyta dagstovna- lógina. Hetta varð gjørt fyri, at kommunna kundi vísa størri forstáilsi fyri avgerðini hjá mær, har eg álegði teimum at taka set- anina aftur, svarar Hans Pauli Strøm. Á fundinum millum Tvøroyrar býráð og lands- stýrismannin eru bert fýra mans umboðaðir. Hans Pauli Strøm umboðaði einsamallur Almanna- og heilsumálaráðið, og Kristin Michelsen, Sverre Midjord og Heri Mortensen vóru fyri Tvøroyrar býráð Hví hevði tú ikki ein embætismann ella skrivara frá ráðnum við á fund- inum? - Eg fór í Suðuroynni øðrum ørindum (Umrøddi studentaskúlan í Vági, blðm). Sæð í bakaspegl- inum skuldi eg havt fólk frá ráðnum við mær, tað var kanska býtt gjørt av mær. Hví vóru bert tríggir býráðslimir á fundinum? - Eg fekk at vita, at tað er sosiala nevnd á Tvøroyrar býráð, sum fremur setan- ina, og tí var bara hon um- boðað. Skiftir ham Í málinum um setanina av leiðaranum í Frítíðarskúl- anum hevur Hans Pauli Strøm fleiri ferðir havt knívin á barkan hjá Tvør- oyrar kommunu, um hon ikki tók setanina av lærar- anum. Kortini gekk lands- stýrismaðurin valinum hjá Tvøroyrar kommunu á møti, tá hann mánadagin staðfesti, at lærararin verð- ur fyribilsleiðari á Frítíðar- skúlanum hetta skúlaárið út. Hví hevur landsstýris- maðurin brádliga skift støðu? - Kommunan fekk at vita, at hon skuldi viðgera málið av nýggjum. Vit gjørdu kommununi greitt, at tað kundu bert verða tvey úrslit av tí viðgerðini. Antin varð námsfrøðingurin settur í starvið ella skuldi komm- ununa eftir fyrisitingar- lógini grundgeva, hví hon ikki setti námsfrøðingin. Vit viðgjørdu svarið hjá kommununu , og vit mettu, at svarið lýkur formliga øll krøv, sum vit settu teimum. Var grundgevingin so góð, at tit sum eftirlits- myndugleiki kundu víkja frá dagstovnalógini? -Í svarinum leggja vit dent á, at vit bert eru eftirlitsmyndugleiki á økinum, sum skal halda eyga við, at tað formella grundarlagi er í ordan. Tað er ikki okkara uppgávuna at gera av um ein grundgeving er betri enn ein onnur, men um lýkur hon formellu krøvini, og tað mettu vit, at kommunan gjørdi í hesum føri. Er tað ikki eitt formelt krav, at dagstovnalógin verður hildin? - Jú, men í hesum førið skal eftirlitsmyndugleikin syrgja fyri. at tey formellu viðurskiftini eru i lagi, og grundgevingin hjá komm- ununi verður mett sambært fyrisitingarlógin at lúka krøvini. Ein politiskur trupulleiki Tað er ongantíð hugaligt at vera ósamdur og í stríði við fakfeløgini, og tað ein politiskur trupulleiki, eisini fyri meg persónliga, og tað eri eg keddur av, vísir landsstýrismaðurin á. Jens Kristian Vang Fyrrverandi borgar- stjórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, ivast ikki í, at Tvør- oyrar býráð brýtur dagstovnalógina við at seta læraran í starv sum leiðara á Frí- tíðarskúlanum PEDAGOGMÁLIÐ Á TVØROYRI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hans Pauli skuldi fyri langari tíð síðan skorið ígjøgnum í málinum, og sett býráðið upp á pláss, tí kommunan brýtir eftir míni sannføring heilt greitt lógina, tá hon setir lærar- an- og ikki pedagogin í starv. Finnleif Guttesen er fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri, og hann ivast ikki í, at Tvøroyrar býráð er farið skeivt fram í málinum um setanina av leiðaranum á Frítíðar- skúlanum á Tvøroyri. Í Tvøroyrar kommunu eru í alt fimm býráðslimir í meirilutanum, og Finnleif Guttesen er einasti sam- gongulimur, ið hevur verið ímóti setanini av lærara- num sum leiðara á Frítíð- arskúlanum Borgarstjórin Kristin Michelsen, Sverre Mid- jord, Heri Mortensen og Pauli Einarsson umboða meirilutan Eingin fundarboð 12. september var lands- stýrið á fundi við Tvør- oyrar býráð um leiðara- starvið á Frítíðarskúl- anum, men bert tríggir býráðslimir fingu boð til fundin. Landsstýrismað- urin var á fundi við borg- arstjóran, Kristin Mich- elsen, Sverra Midjord og Heri Mortensen, meðan hinir báðir limirnir í meiri- lutanum als ikki fingu boð. – Allir býráðslimir fingu bræv frá Almanna- og heilsumálaráðnum um, at ráðið ynskti ein fund. Vit fingu kortini ongantíð nøkur fundarboð frá kommununi, sigur Finnleif Guttesen. Hvør er orsøkin til tað? - Eg gangi bara út frá, at orsøkin er, at eg eri ímóti setanini av læraranum, svarar fyrrverandi borgar- stjórin Í fleiri lesarabrøvum seinastu vikuran um frí- tíðarskúlan hevur verið róð framm undir, at setanin av læraranum sum leiðara av frítíðarskúlanum er polit- isk. Finnleif Guttesen sig- ur seg ikki vilja viðmerkja hetta uppáhald. – Eg byggi mína støðu á fakligu krøvini til starvið, og tá er litið at ivast í, at pedagogurin átti at fingið starvið, sigur Finnleif Guttesen. Býráðið brýtur lógina C M Y K 9 8