fríggjadagur 8. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 192 - 8. oktober 2004
Nr. 192 - 8. oktober 2004
11
Fíggjarlógin er nú til viðgerðar á løgtingi. Tað er tor-
ført at meta um, hvørja lagnu hon fær við fyrstu við-
gerð og í fíggjarnevndini. Landsstýrisflokkarnir eiga
at hugsa seg væl um, tá ið teir nú fara at viðgera hesa
ársins mest týdningarmiklu lóg. Sama er um and-
støðuflokkarnar at siga.Vit hava áður á hesum teigi
givið fíggjarlógaruppskotinum bæði rís og rós. Tað er
tí eingin orsøk til at endurtaka tað, ið vit hava sagt.
Men tá hetta er sagt meta vit tað sum okkara skylda
at vísa á nøkur viðurskifti, sum tingmenn eiga at
hava í huga, nú teir hava fingið bóltin. Sum nevnt
hava vit her viðgjørt fíggjarlógaruppskotið út frá
nøkrum yvirskipaðu heildarsjónarmiðum. Nú fara
vit at nýta høvið at taka eitt stakmál fram tingmonn-
um til umhugsingar. Hetta mál kann tykjast lítisvert,
men hava tað ikki tess minni stóran týdning fyri
stórar samfelagsbólkar.
Í valstríði verða mangan lovað bæði líkt og ólíkt. Tað
vil so vera. Nøkur vællyfti verða hildin. Tey flestu
verða goymd og gloymd, tá val er av. Tað vil eisini
so vera. Men nøkur vallyfti eru av einum slíkum
slagi, at tey ikki eiga at verða gloymd ella rættari, at
tey ikki skulu sleppa at verða gloymd. Hesi vallyfti,
stór ella smá, eru av slíkum slagi, at tey eftir val ikki
kunnu fara afur við borðinum. Eitt víðagitið vallyfti
av hesum slagi er lyftið hjá Javnaðarflokkinum í
1958 um fólkapensiónina. Hvar hevði Javnaðar-
flokkurin verið í dag, um hann ikki eftir valið helt
sítt lyfti til Føroya fólk? Í atkvøðum hevði hann ligið
eitt stað ímillum Sjálsvtýrisflokkin og Miðflokkin!
Men flokkurin helt sítt lyfti og kemur flokkurin utt-
an mun til, hvussu tað annars fer at gangast flokk-
inum, at standa sum tann politiski flokkur sum flutti
Føroyar inn tí eftirkrígstíðina - sum gjørdi Føroyar
til eitt nútímans norðurlendskt vælferðarsamfelag.
Javnaðarflokkurin gav í farna valstríði eitt há-
tíðarligt lyfti um bíligari mjólk og heilsugóðan
skúlamat til føroysk skúlabørn. Hetta tóktiskt mong-
um eitt lítisvert vallyfti. Ikki var sørt, at gjøldur varð
gjørt burtur úr hesum. Vit hildu tó tá og halda enn,
at hetta var tað mest originala vallyftið, ið givið varð
í einum kaotiskum valstríði. Eitt lyfti, sum sýndi
okkum ein flokk, ið sum tann einasti tók ábyrgd av
teimum allarveikastu í samfelagnum, samstundis
sum hesi somu eru ímyndin av samfelagsins fram-
tíð. Fíggjarlógin, sum nú er til viðgerðar á Føroya
løgtingið, boðar frá, at samgongan ætlar, at her skal
verða beint tvørturímóti. Mjólka- og matvøruprísir
skulu hækka frá 1. januar 2005. Her hava tingmenn
Javnaðarfloksins frá landsstýrinum fingið ein
trupulleika, sum Føroya fólk roknar við, at hesir
somu tingmenn loysa við góðari hjálp frá sam-
gongu- so væl sum frá andstøðutinglimum. Teir
hava møguleikan í fíggjarnevndini. Tingmenn hava
bóltin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tingmenn hava bóltin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Hví ein kommuna í Suðuroy
Suðringar, vónandi
greiða tygur hesa!
Tom Silvurdal
Vágur tann 27.09.04.
Ein myrkan vetrardag, fóru
teir sjey útróðrarbátarnir
Sumba, Vágur, Porkeri,
Hov, Fámjin
Tvøroyri og Hvalba, til
útróðrar. Hesir vóru allir
línubátar, og hóast tað var
myrkt, var veðrið gott.
Tað løgna við hesum
degi, var, at henda dagin
avgjørdi allir sjey skiparnir,
hvør í sínum lagi og uttan
at vita hvør av øðrum: At í
dag mátti vera best at fara
út á Tinganes, og seta lín-
una har. Av tí at siglingar-
tíðin var ymisk til Tinga-
nesar, fyri hesar sjey út-
róðrarbátar, komu teir út á
miðið til ymsar tíðir. Kom-
nir á Tinganes, gevur skip-
arin boð um at seta, og so
verður gjørt. Tá ið tað byrj-
ar at lýsa fyri degi hava allir
sjey skiparnir sett. Nú verð-
ur so fari at sigla uppaftur,
og tað verður gjørt klárt til
at draga línuna inn.
Men hvat hendir, á Tinga-
nesi er alt ein stór fløkja. Tí
at tað vísir seg , at allir sjey
skiparnir. Hvør í sínum lagi,
og uttan at vita hvør av øðr-
um, hava sett tað annars væl
engdu línuna, hvør omaná
annan og í allar ættir. Við tí
úrsliti at alt gjørdist ein stór
fløkja. Ongin skipari fekk
hylling á hvørja línu hann
nú skuldi draga. Skiparin á
Sumba fekk fatur í línuni
hjá Tvøroyri, sum var føst í
línuni hjá Hvalba, sum aftur
var føst í línuni hjá Fámjin.
Línan hjá skiparinum í
Fámjin var føst í linuni hjá
Hovi, sum aftur var føst í
línuni hjá Porkeri, sum var
fullkomuliga fløkt inní lín-
una hjá Vági.
Alt ein stór fløkja
Nú vóru góð ráð dýr. Hvat
skuldi nú gerast. Og hvør
skuldi nú taka avgerina .
Hvør avger skuldi nú tak-
ast. Hvør mundi nú vera
besta avgerin at taka, fyri
hesu sjey smáu førini.
Hvussu kundi tey nú bjarga
sær fongin úr Tinganesi,
heimaftur við henda dagin.
Dúliga
var
kjakast
millum hesar sjey skiparnar
hesa løtuna. Teir flestu vóru
so uppgevandi at teir høvdu
besta hugin at kappa, so-
leiðis at ongin fekk nakað
aftur
til
hús
-
bæði
reiðskapur og fongur vildi
tí fari á havsins botn.
Men mitt í øllum kjakin-
um, tá ið tað sá allarmest
svart út fyri at finna eina
loysn-fingu teir allir sum
ein, eyga á ein stóran línu-
bát-SUÐUROY.
SUÐUROY var á heimfer
av fiskileið. Skiparin á
Sumba gjørdi skjótt av, og
skjeyt upp at allir skuldi
heita á SUÐUROY, um at
draga allar tær sjey línurnar
inn. À henda hátt kundi
bæði fongur og reiðskapur
fáast til lands, frá hesum
stóra fiskidegi í Tinganesi.
Og so var gjørt, SUÐ-
UROY dró allar sjey línur-
nar hjá Sumba, Vági, Pork-
eri, Hovi, Fámjin, Tvøroyri,
Hvalba, sum settar vóru í
Tinganesi, henda dagin.
Tað vísti seg at vera stórur
fongur henda dagin, væl var
eisini egnt á øllum bátum.
Síðan var silgt til lands, og
skiparin á SUÐUROY, átók
sær at at greiða fløkjuna, og
at syrgja fyri at dagsins fon-
gur úr Tinganesi, bleiv býtt-
ur út til allar sjey bátarnar.
Á henda hátt bjargaði
SUÐUROY-øllum teimum
sjey smáu útróðrarbátunum
frá at koma aftur til lands
ONGUL Ì REYV og uttan
fiskireiðskap til dagin í
morgin.
Jógvan Philbrow
Vegna starvsfólkið í Frí-
tíðarskúlanum í Fuglafirði
Mistøk kunnu koma fyri,
meira enn so, men tá ið
Hans Pauli Strøm blá-
stemplar lógarbrot, uttan
nakrar fylgjur, hvørki fyri
hann ella kommununa, sum
hevur framt lógarbrotið.
Kann tað bert verða tekin
um manglandi virðing fyri
dagstovnaøki
og
dag-
stovnalógina.
Eitt krav má verða at
hægsti
myndugleikin
í
landinum, sum umsitur
hetta øki, Hans Pauli Strøm
virðir og roynir at seta seg
inn í eitt mál áðrenn hann
tekur avgerðina.
Minsta krav má verða,
sjálvt um hann møguliga
heldur at "námsfrøðingar"
eru óneyðugt fólkaslag í
dagsins Føroyar, at hann
virðir lógina. Við lóg skal
land byggjast, og tá ið tær
hægstu myndugleikarnir í
landinum ikki virða lógir,
hví skulu onnur?
Framhaldandi spurning-
urin er hvat tað er vit vilja
bjóða børnum okkara. Er
tað rætt og rímiligt, at tað
bert er tíðin tá ið børnini
ganga í skúla, sum hevur
týdning? Eru barnaárini frá
0-7 ár uttan týdning. Ein tíð
har tey bert skulu "ansast".
Er tað rætt og rímiligt, at
skúlabørnini sum hava tørv
á ansing, eftir skúlatíð,
verða stúgva inn í bygning-
ar sum ikki hóska, hvørki
hvat viðvíkur umstøðum
ella faklig umsorgan.
Ella heldur landsstýris-
maðurin at tað er nøktandi
at seta nøkur "fitt" fólk at
ansað teimum og so einki
meir. Landsstýrismaðurin
hevur eftirlit við hesar
stovnar, hvussu ber tað til at
nógvir av stovnunum ikki
lúka krøvini, sum standa í
dagstovnalógina,
hvørki
hvat viðvíkur starvsetanir,
normeringar ella hølisvið-
urskiftum?
Eg undrist.
Kann tað verða rætt?
VIÐMERKINGAR
Betri og bíligari
Út- og umbygdan
skúla í Hoydølum
Nýggjan Tekniska
Skúla í Marknagili
Kári Mortensen
Tjak um miðnámsútbúgv-
ingar og kanska serliga um
bygningar hevur verið í
Føroyum seinastu 30 árini.
Nógvar ætlanir hava verið,
okkurt ítøkiligt er spurt
burturúr, men framvegis
liggur nógv á láni. Í høv-
uðsstaðarøkinum hava fleiri
arkitektakappingar
verið
um studentaskúla, teknisk-
an skúla/handilsskúla og
skúladepil. Tað trýtur tí ikki
við góðum og hugvekjandi
uppskotum og modellum.
Ein tilsvarandi "hugskots-
banki" um ymiskar bygnað-
ir er tíverri ikki til taks.
Ógvusligur skúladepil
Ætlanirnar um skúladepil í
Marknagili
hava
verið
loyniligar til fyri góðari viku
síðani. Tekin hava í fleiri ár
verið um, at arbeitt hevur
verið við ætlanum um ein
risa stóran miðnámsdepil.
Úrslitið, sum nú verður lagt
fram og sum er at síggja á
heimasíðuni hjá Menta-
málaráðnum, er ein ætlan,
sum savnar øll á einum stað
og sum leggur allar verandi
miðnámsútbúgvingarnar
saman í eina skipan.
Stutt kann sigast, at
depilin er ræðandi stórur,
og at heilt nógv ivamál eru
knýtt at honum.
At royna eina ætlan, sum
ongantíð fyrr hevur verið
roynd í Føroyum í einum
mátistokki á 1400 fólk og
300 til 500 milliónir kr.
tykist beinleiðis óveruligt.
Búskaparliga skilagott
Í Hoydølum stendur eitt
modell av nýggja skúlan-
um, sum skuldi byggjast
har í 1997. Fakfólk við inn-
liti í málið hava mett um
kostnaðin, um byggingin
fer í gongd nú:
Sum er, hevur skúlin rímu-
liga gott pláss í teimum
trimum verandi bygningun-
um. Tørvurin er stórur at fáa
skil á ferðslu og parker-
ingsviðurskiftum og at fáa
ventilatiónsskipan í allar
skúlastovur.
Um ein skipað ætlan
skjótt verður gjørd, og um
tann akutti tørvurin verður
loystur beinanveg, kann sig-
ast, at skúlin væl tolir eina
raðfesting av byggistigun-
um, sum hevur atlit at út-
byggingina av hinum mið-
námsskúlunum og atlit at
fíggjar- og arbeiðsmarknað-
arstøðuna í landinum sum
heild.
Sum í so mongum øðrum
skúlabyggingum, ber eisini
væl til at halda skúla í Hoy-
dølum, meðan út- og um-
byggingar fara fram.
Tá ið øll 3 byggistigini
verða liðug, er skúlin í
Hoydølum sum nýggjur,
tíðarhóskandi - bæði til
skúlabrúk og til frítíðar-
virksemi - og nóg stórur at
nøkta tørvin langt fram í
tíðina.
Fleiri tekningar og mod-
ell eru til skjals um mið-
námsskúlar í Marknagili.
Tað er átrokandi neyðugt
at byggja nýggjan teknisk-
an skúla.
Hugsast kann, at bygg-
ingin verður samskipað -
kanska við nýggja projekt-
inum um skúladepil í
Marknagili sum hugskots-
grundarlag, so endaliga úr-
slitið blívur ein depil, sum
húsar fleiri yrkis- og vinnu-
miðnámsútbúgvingum, til
dømis handilsskúla, tekn-
iskum skúla, listaskúla,
ferðavinnuskúla og fiski-
vinnuskúla.
Í hesi bygging er eisini
neyðugt at fylgja eini skip-
aðari ætlan, og eisini her
kann tíðarætlanin toyggj-
ast, so aktivitetsstigið kann
lagast til samfelagið ann-
ars. Sum sagt er ein høv-
uðstreyt, at byggingin av
Tekniska Skúla fer í gongd
beinanveg.
Verandi
miðnámsskipan góð
Við uppbýti av miðnámsút-
búgvingunum í Havn í tveir
stórar sjálvstøðugar stovnar
fáa allar útbúgvingarnar
best hugsandi karmar at
virka undir.
Næmingar fara framveg-
is at hava møguleika at
velja
millum
almennar
gymnasialar útbúgvingar
(studentaskúla, HF-skeið)
og yrkis- og vinnumið-
námsútbúgvingar.
Stovnarnir verða passa-
liga stórir. 600-700 næm-
ingar og starvsfólk eru ein
eind, sum ikki er ov stór, tá
ið ræður um dagliga trivn-
aðin og sum er nóg stór at
tryggja eitt liðiligt og fjøl-
broytt úrval av vallæru-
greinum.
Skúlarnir og býurin
Skúlin í Hoydølum liggur
væl fyri í býnum. So nær
Gundadali, at ítróttahøll,
svimjihøll og fótbóltsvøllir
dagliga verða brúkt til und-
irvísing. Ein út- og um-
bygging fer at laga bygn-
ingarnar betri til umhvørv-
ið, og økið alt fer at verða
ein góður karmur um tað
dag- og kvøldvirksemi,
sum er og fer at verða har.
Útbygging í Marknagili,
sum við tíðini eigur at
umfata samkomuhøll og
ymisk ítróttahøli, fer enn
meira enn nú at gera hetta
plássi í vesturbýnum til ein
virksemis-og trivnaðar-
miðdepil.
Tveir skúlar heldur
enn ein
Omanfyri er roynd gjørd at
vísa á, at stór virði eru
knýtt at verandi miðnáms-
skúlaskipan, og at tað við-
víkjandi búskapi, skúla-
skapi og trivnaði loysir seg
at halda fast um uppbýtið í
almennar gymnasialar út-
búgvingar og yrkis- og
vinnumiðnámsútbúgvingar.
Viðhvørt kann tað vera
neyðugt at taka avgerðir um
kollveltandi
broytingar.
Men tað kann sanniliga
eisini vera klókt at fara hóv-
liga fram og tora at varð-
veita og útbyggja stovnar og
skipanir, sum byggja á holla
grund, og sum hava allar
møguleikar fyri broyting og
nýhugsan í sær.
1. byggistig:
Nýggjur skúli
1700 m2
Nýggj samkomuhøll/uppihaldsøki og
samanbygging av verandi bygningum
1700 m2
Kostnaður:
60 mió kr.
2. byggistig
Nýggj ítróttarhøll og uppihaldsøki
2200 m2
Kostnaður:
30 mió kr.
Haraftrat
Umvæling av verandi bygningum
4000 m2
Kostnaður:
Smærri upphæddir í eitt áramál
Páll Poulsen
Í seinastuni hava vit hoyrt
nøkur áhugaverd sjónarmið
viðvíkjandi donskum og
enskum máli. Mín uppfatan
hevur altíð verið, at føroy-
ingar fyrst og fremst skulu
læra føroyskt væl og virði-
liga. Tann sum dugir sítt
móðurmál til lítar, kann
altíð nýta somu amboð í
øðrum málum.
Tíanverri hava summi
misskilt okkurt. T.d. skrivar
Jákup Sverri Kass, at tað er
ríkisrættarliga støðan, sum
hevur ávirkan á tað, vit læra
í skúlunum. Tað er ikki
heilt rætt. Fyrstu ferð menn
tóku seg saman at seta ein
standard, var á jólafund-
inum í 1888. Orsøkin til at
vit læra danskt er, at fittur
partur av etymologiska til-
feinginum á føroyskum
hevur parallellar við danskt
mál (eins og onnur ger-
mansk mál). Hammersha-
imb visti, hvat hann gjørdi.
Tískil ber illa til at skriva
føroyskt uttan at hava
grundarlagið við.
Neyðlúkan í stavseting,
eittnú ð- endingunum, hev-
ur mangan verið at vita, um
orðið endar við -d, - t ella -
dt á donskum.
At føroyskt hevur verið
vart
í
fólkaskúlanum,
kunnu vit takka nøkrum
fáum lærarum fyri. Men
ágangurin er stórur, tí vit
fáa ongan standard, tá so
lítið skil er í almennu fjøl-
miðlunum. Svf sendir "Gæt
og grimasser" og ymiskt
danskt fjas, t.d. Robinson,
sum einki hevur við okkum
at gera. Á enskum snýr tað
seg um at læra undantøkini
beinanvegin, so kemur rest-
in av sær sjálvum.
Høvuðstrupulleikin í dag
er, at skúlin ikki lærir børn-
ini at analysera og konstru-
era setningar, soleiðis at
eingin ivi er um, hvat hann
merkir. Ágangurin av sjón-
varpsdonskum er so mikið
stórur, at vit skjótt ikki
kenna munin millum før-
oyskt og danskt.
Grammatikkin er lógin
sum ásetur, hvat ið kann sig-
ast á hvønn hátt á móður-
málinum. Orsøkin til at so
nógvir føroyingar ikki duga
týskt, hóast grammatikkin
er næstan identisk, eru tær
kúgingarmekanismur, sum
liggja í heimastýrisyvir-
stættini, "The comprador
class". Fólk siga, tað kann
gera tað sama, tí vit eru í
Føroyum. Eg sigi, at hatta
ger munin millum vit og
óvit, tí vit eru í Føroyum.
Enskt og danskt
Bøndur og
Bóndafelagið taka
frástøðu frá
djórapínslu!
Bóndafelag Føroya
Tíðindaflutningurin hesa
seinastu
tíðina
hevur
verið merktur av einum
sera óhepnum málið, har
ein djóraeigari hevur ver-
ið meldaður fyri djóra-
pínslu.
Í onkrum førum hevur
verið havt á loftið, at slíkt
er ikki óvanligt og onkur
situr helst eftir við tí
fatan, at slíkt er vanligt
millum bøndur, men tað
er als ikki veruleikin.
Tað eru fakstu bøndur
sum einans eru bøndur
við tí fyri eygað at vinna
pening. Orsøkin er í flestu
førum tí hesi fólk hava
serstakan tokka til djór,
umhvørvi og tað lív sum
hetta hevur við sær at vera
bøndi. At vera bøndi er
aloftast ein lívstílur sum
mann annahvørt kann ella
ikki kann liva við.
Men landbúnaðurin er
hóðast alt ein vinnuvegur
mong liva av. Eins og í
londunum rundan um
okkum royna vit føroy-
ingar at menna hesa vinnu
sum ikki so langt síðani
var tað føroyingar høvdu
sum livibreyð. Struktur-
urin í landbúnaðinum er
nú tann, at vit hava
bøndur sum einans liva av
tí landbúnaðurin kastar av
sær, meðan vit eisini hava
parttíðarbøndur, traðar-
menn osv.
Sum menniskju eru vit
ólík. Vit eru ólík í veru-
máta og vit eru ólík tá tað
snýr seg um ábyrgdar-
kenslu. Summi ganga
langt yvir "vanlig mørk"
og handfara húsdjór sum
tað var talan um menni-
skju ella børn, summi
hava djór sum vanlig keli-
dýr meðan bøndur flest
hava
djórahald
sum
vinnuveg.
Felags fyri okkum øll er
at vit í flestu lutum eru
undirløgd lógir, kunn-
gerðir og reglur. Hesar
eru góðar at hava, men
okkara vit og skil er í
flestu førum best at halda
seg til. At vera bøndi og
fáast við djór krevur sera
nógv umhugsni og plan-
legging eins og tað er eitt
sera ábyrgdarfult starv.
Tað er, tíverri ógjørligt
at umganga, at slíkt fyri-
kemur, men tá er gott at
fólk siga frá soleiðis at tað
kemur fyri ein dag og alt
fyri eitt verður fyribyrgt.
Djórapínslu tekur Bónda-
felagið og bøndur sum
heild, harliga frástøðu frá
og til alla lukku er tað
undantak, at tað kemur
fyri.
C
M
Y
K
11
10