fríggjadagur 8. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 192 - 8. oktober 2004
Nr. 192 - 8. oktober 2004
13
VIÐMERKINGAR
SMØR
VIÐMERKING
Heri Mohr
Í meira enn 20 ár hevur
Eirikur
Thorvaldsson,
stjórin í Meginfelag Bún-
aðarmanna, virkað fyri, í
fyrsta lagi at vit skuldu
gerast
sjálvbjargin
við
mjólk frá okkara neytum,
og í øðrum lagi at bóndin
skuldi fáa maksimala úr-
tøku úr mjólkini.
Hetta hevur Eirikur rokk-
ið so ruddiliga. Og ikki
bara tað: Hann hevur eisini
megnað at framleiða stórt
tal av ymiskum úrdráttum
úr mjólkini, sum bæði í
dygd og prísi kunnu kapp-
ast við somu vørur, sum
koma uttanífrá. Alt tykist at
hava borið til hjá Eiriki
eisini at gera MBM til eitt
fíggjarliga
sterkt
og
álítandi virki.
Og nú borðreiðir hann
mín sann aftur við nýggj-
um, óroyndum: Føroyskt
smør, sum í góðsku og prísi
er ført fyri at kappast ímóti
smørrisanum Lurpak. –
Eitt bragd!
Lítið suff: Prentingin á
innpakkingini selur ikki
nóg væl:
–
Undir
navninum
SMØR kundi staðið við
smáum bókstavum fram-
leitt í kirnu.
– Strika "Smørið er
framleitt í kirnu"
– "Hóskar væl til føroysk-
an viðskera…" – Jamen,
hvussu so við speygpylsuni
úr Danmark og rullupylsuni
úr Íslandi kunnu tær ikki
etast saman við føroyskum
smøri? Strika hatta,
Eirikur, og prenta í staðin
fyri: "Er gott á smurt breyð.
….", so sleppa vit undan
einum í hesum føri fjákut-
um predikati, sum í versta
føri kann darva sølu-
arbeiðið.
Viðmerking
Kristian Sofus Midjord,
Fuglafirði
Lógin viðvíkjandi skráset-
ing av fiskiskipum og rætt-
indum somuleiðis sett úr
gildi?
Tá ið eg nú vil spyrja um
slíkt, so fari eg vísa á hesar
staðfestingar viðvíkjandi
einum stríðsmáli sum byrj-
aði 17. juli 2001 og er enn
á skránni tann dag ídag vit
skriva 2004. Tað hevur
verið ein tungur róður hig-
artil, men er man treiskur
so letur tað seg gera hóast
alt. Lat okkum so tríva í,
hvat hetta mál snýr seg um
og hvørjir eru hesir per-
sónar, sum eru tengdir uppí
hesum stríðsmáli.
Hetta er eitt stríðsmál
ímillum Kristian Sofus
Midjord (vegna Sp/f H.K )
Fuglafjørður og Kaj P.
Mortensen, Andras Kristi-
ansen, Heðin Weihe, Hilm-
ar Højgaard vegna Fiski-
málaráðið(stýrið) og lat
okkum ikki gloyma løg-
frøðingin
Poul
Hansen
somuleiðis vegna Fiski-
málaráðið (stýrið), ein rætt-
ur sniðlingur innan sítt øki.
Sølu/leigu avtala gjørd
30. maj – 1. juni 2001,
sølusáttmálin gjørdur av
Jóannis Madsen dommer-
fuldmægtig, ídag sakførari,
sum arbeiddi hjá Anfinn
Vitalis Hansen í 2001. Hes-
in sølusáttmáli stríddi heilt
nógv ímót lógini um vinnu-
ligan fiskikap. Hetta fekk
eg staðfest við at lesa lóg-
ina sjálvur og ikki seta sítt
álit til sama løgfrøðing um
hesi viðurskifti og eg gjørdi
so ein leigusáttmála sum
var tráð við somu lóg.
Ræðisavmarking gjørd
av Jóannis Madsen domm-
erfuldmægtig í dag, tá sum
sakførari vegna sín klient
Sp/f Immanuel við Álv
Hansen og segði víð sínari
høgru hond á hjarta. Hetta
skjal kom frá Fiskimála-
ráðnum (stýrinum) sum var
ein loddrøtt lygn. Tað havi
eg fingið váttað tvær reisur
frá av varandi myndugleika
Fiskimálaráðnum (stýrin-
um) undirskrivað av Kaj P.
Mortensen ein sera trúverd-
igur persónur má sigast,
sum lýgur nær tað skal vera
fyri ikki koma í óføri, men
borðið fangar. Tað fyriligg-
ur nevniliga svart uppa
hvítt tíanverri Kaj.
Miðskeiðis í juni 2001
fyriliggur eitt skriv undir-
skrivað av táverandi lands-
stýrismannni Jørgen Nicla-
sen, at hervið bleiv boðað
frá, at Fiskimálaráðið (stýr-
ið) góðkendi hesi viðuskifti
treytað av, at báðir partar
vóru samdir um hetta altso
Sp/f H.K og Sp/f Immanuel.
17. juli 2001 sendi Sp/f
H.K eitt skriv til Fiskimál-
ráðið (stýrið) um at ógilda
ræðisavmarkingina vegna
avtalubrot partanna millum
og vátta hetta sum skjótast
við aftursvari skrivliga.
Upprunaskjalið við heit-
inum ræðisavmarking bleiv
innlatið tann 6. aug 2001 og
bleiv sostatt nakrar dagar
seinri skrásett hóast mót-
mælið frá uppruna ognara í
skrásettum høpi.
Sp/f H.K móttók eitt
skriv undirskrivað Andras
Kristiansen vegna Fiski-
málaráðið (stýrinum) sum
spurdi hvør hevði ræðis-
rættin yvir loyvinum. Her
er ikki nógv samstarv undir
somu lon má sigast tí hevði
hann kunnað seg um veru-
leikan so hevði hann ikki
stillað henda býttisliga
spurning svart uppá hvítt.
Ná men síðan byrjar hetta
stríðsmál av álvara, 4. sep-
tembur biði eg um alment
innlit í tí, sum skuldi verið
farið fram, soleiðis at eg
fekk tikið til atgerð og so
var gjørt.
Landsstýrisnevndin bleiv
kunnað um henda trupul-
leika, sum beindi málið
beinleiðis til Løgtingins
Umboðsmann og øllum
kunnugt so staðfesti hann í
apríl 2002 at ólógliga
framferð var gjørd av Fiski-
málaráðnum mótvegis Sp/f
H.K.
Síðan meldaði eg meg
sjálvan fyri at hava fiskað
við bátinum hjá Sp/f H.K
uttan at hava tað skrivliga
prógv fyri at báturin hevði
veiði/fiskiloyvi, men væl
vitandi um at løgfrøðisliga
var tað ongan tí latið av
hondum Sp/f H.K´s , hetta
bleiv gjørt áðrenn niður-
støðan fyrilá frá Løgtings-
ins Umboðsmanni.
Tað bleiv frammsett hótt-
an av stjóranum Elmar Høj-
gaard hjá Fiskiveiðieftirlit-
inum um at eg Kristian Sof-
us Midjord bleiv meldaður,
so skjótt avreiðingsseðlarnir
vóru teim í hendi frá Fiski-
marknað Føroya, men hetta
bleiv ongantið gjørt, hví
kundi onkur stilla sær slíkan
spurning óiva væl vitandi at
teir vóru á skeivari leið.
Síðan móttekur Kristian
Sofus Midjord bræv frá
Landfogeden på Færøerne
tann 14. august 2002 undir-
skrivað av Finn Ougaard, at
eg Kristian Sofus Midjord
ikki hevði fiskað ólógliga,
nakað sum Fiskimálaráðið
(stýrið) ikki vil góðtaka
tann dag ídag og harvið
ikki ganga ámøti um út-
flýggjan av veiði og fiski-
loyvum skrivliga tilhoyr-
andi bátinum hjá Sp/f H.K.
Dómur fyriliggur frá 24
septembur 2002 sum bleiv
kærdur inn til Eystara
Landsrætt av báðum pørt-
um. Ein sera ullintur dómur
má sigast, men okkurt mátti
henda við hesari sak og væl
skiljandi fyri flest. Eingin
klokka ringir hjá Fiski-
málaráðnum
(stýrinum)
hetta snúði seg bert um
endurgjald
júvíst,
men
grundað uppá hvat. Eg vil
hervið staðfesta, at hesir
løgfrøðingar sum einaferð
húsast á hesum miðfyrisit-
ingum eru sera ódugnaligir
men sera heppið fyri teim,
tí tað berandi fyri hesum
stætti er at dúva uppá fólks-
ins óvitan og ikki minst tey,
sum umboða fólkið á tingi
máttu havt kenslu av van-
æran, og tó, tí havandi í
huga, har so eru nógv av
teim fólkavaldu, sum bert
hava áhugaði fyri at tæna
sær og sínum í verki.
30. apríl 2004 sendi eg,
Kristian Sofus Midjord,
eina áheitan til danska Løg-
málráðið og Ríkisadvokatin
um at taka til atgerð, tað vil
siga reisa ákæru mótvegis
Fiskimálaráðnum (stýrin-
um) ætlaða ákæra skuldi
snúgva seg um tvangsflytan
av veiði/fiskiloyvum og
somuleiðis skjalafalsan og
alment framsettar hóttanir,
sum ikki vóru uppfylgdar,
men hetta bleiv ikki bein-
leiðis gingið á møti, men
ístaðin fekk eg viðhald í at
reisa hesar somu ákærur
mótvegis av varandi mynd-
ugleika soleiðis kundi Rík-
isadvokaturin sleppa burtur
úr hesari trongstøðu, so
bleiv gjørt, men Landfog-
eden på Færøerne við Finn
Ougaard vildi ikki taka
ímót hesari ákæru frá mær
Kristian Sofus Midjord við
hesari grundgeving. Hatta
málið er avgreitt longu 14.
august 2002 og at Fiski-
málaráðið(stýrið) skal út-
skriva eitt veiði og fiski-
loyvi til bátin Eik Helga-
dóttir hvørs eigari er Sp/f
H.K (undir tvingsil) tó
undrar tað meg stórliga um
Landfogeden på Færøerne
skilur hvussu álvarsligy
hetta mál er í verleikanum.
Eg skilji greitt tað skriv
frá Landfogeden på Færø-
erne at tað manglar bert ein
skrivlig váttan uppá veiði-
loyvi og fiskiloyvi hvarí tað
løgfrøðisliga er uppá sítt
pláss meðan teir yviri við
strond skilja hvørki eitt ella
annað og hvat so teir fáa sín
feitu almennu løn óansæð,
minnir meg nógv um tey
heilagaðu neytini í Indiu
fyrr doyr alt í hungri áðrenn
ein kúgv verður slaktað
sera heppin støða fyri allar
teir
aðalstjórar-stjórar-
deildarstjórar-fullltrúar
(helst
fleir
tørvsnøvn)
bjølgar sum húsast í heitum
og fjálgum skrivstovuhøl-
um goldið av tí berandi í
hesum samfelag.
Síðan eftir hetta so hevur
Eystari Landsrættur av øll-
um alvi roynt at fyrikoma
mær Kristian Sofus Mid-
jord, at framføra hesa sak
ímót Fiskimálaráðnum utt-
an hepni má sigast, tí loks-
ins so hevur Eystari Lands-
rættur boðað frá, at eg
Kristian Sofus Midjord
kann føra sakina vegna Sp/f
H.K (undir tvingsil) Teir
hava møguliga lisið uppá
hvat fyri lóg er galdandi
hesum
staðfestingum
nevniliga sjólógin.
Góðu lesarar haldi mær
til góðar fyri at hetta bræv
bleiv í so langt við um vón
at hetta var ein góður
lesnaður hóast alt. Vónandi
fæst onkur viðmerking til
hetta bræv.
Er lógin um vinnuligan fiskiskap sett úr gildi
Leygardagin verður
farið til gongu í
Havnargøtum, tá til-
takið »Kom og Gakk«
aftur verður á skránni
Leygardagin 9. oktober
skipar Kunningarstovan og
Tórshavnar kommuna -
eins og undanfarna ár - fyri
einum »Kom og Gakk«
gongudegi. Vit hava øll gott
av at ganga, antin vit ganga
einsamøll ella saman við
øðrum. Einki er sum at
ganga ein túr í haganum ein
góðveðursdag, men í ger-
andisdegnum mugu vit ikki
gloyma at ganga ein túr eft-
ir vegunum í býnum.
Vit vænta gott veður
leygardagin,
so
komið
oman á Vaglið klokkan 15
og komið við út at ganga.
Fýra ymiskir gongutúrar
eru á skránni. Túrarnir eru
millum 3,5 og 6 kilometrar
til longdar. Allir túrar eru
av Vaglinum og enda aftur á
Vaglinum.
Tá omman fór í hagan
við stavi
Hóast aldurin ikki tyngir,
ber til at ganga við stavi.
Seinasta nýggja innan moti-
ón og ítrótt er nevnliga, at
fleiri og fleiri eru farin at
ganga við stavum. Hetta tí at
gingið verður skjótari, ein
ikki gertst so troytt/ur og
kortini brennur meira orku.
Vit ætla tí at gera ein túr fyri
tey, sum hava keypt stavar
og eru byrjað stavgongu.
Tey, sum hava hug at royna
tað, kunnu eisini vera við, tí
høvi verður at læna stavar
leygardagin. Sportmaster í
SMS, Thomas Dam Ítróttur
í Miðbýnum og Vøruhúsið á
Hjalla eru á Vaglinum við
stavum, sum tað ber til at
royna.
Vit byrja at hita upp
klokkan
15
í
Gamla
Kommunuskúlagarðinum
og verða aftur umleið
klokkan 16.30, tá strekkja
vit út, fáa heiðursbræv og
hava felagssang. Restorffs
Bryggjarí bjóðar gongu-
fólkið sodavatn eftir túrin.
Øll kunnu luttaka, ung og
gomul, børn og vaksin,
havnarborgarar og gestir í
býnum, einstaklingar og
bólkar, við stav og uttan
stav.
Eingin
tilmelding
er
neyðug. Vit síggjast leygar-
dagin klokkan 15 - havi
beinini við.
Kom og gakk
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
8.
oktober.
Ingibjørg.
Helst gamla navnið
Ingiburgh, men eingin veit hví tað er komið í álman-
akkan.
Navnið er av norrønum uppruna, samansett av
gudanavninum Ing og bjørg, ið kemur av sagnorðin-
um at bjarga.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Andrea Weihe
Selatrað
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 6. oktober, 86 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr heiminum
sunnudagin 10. oktober kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Børnini
Fríggjakvøldið byrjar
eitt stórt tiltak í
ítróttarhøllini í
Trongisvági. Tað eru
Gamlaársnevndin á
Tvøroyri og Lions
Klubburin í Suðuroy
sum skipa fyri.
Nógvir spennandi
nýggir bilar verða
sýndir fram
Gamlaársnevndin
hevur
bilaframsýning við fleiri
kendum bilamerkjum. Við
á sølustevnuni eru fimm
bilasølur: Nordbil, Nord-
car, Berg Motors,Wenzel
Petersen og Reyni Service.
Harafturat eru bæði Trygg-
ingarfelagið Føroyar og
lýsingavirki, Lýsing, við á
stevnuni at vísa, havt tey
hava at bjóða.
Tiltakið í ítróttarhøllini
er opið fríggjakvøldið frá
klokkan 19-22, leygardagin
frá klokkan 14-20 og
sunnudagin frá klokkan 14-
20.
Tann 1. oktober hevði
Georg V. Thorsteinsson trí-
ati ára starvsdag hjá Trygg-
ingarfelag Føroya. Hann
byrjaði at læra til skriv-
stovumann og hevur øll
árini síðan verið í starvi hjá
felagnum.
Í nógv ár hevur hann
serliga tikið sær av edv-
skipanini hjá Tryggingar-
felagnum..
Georg, sum er 48 ára
gamalur, er tvørámaður,
sonur Mariu (Miu) og Tor-
vald á Tvøroyri. Mamman
doyði fyri nøkrum árum
síðan, men pápin livir.
Hann er elstur av trimum
brøðrum.
Georg er giftur Káru,
sum er ættað úr Vestmanna.
Tey eiga børnini, Guðrun
(17), Hemming (14) og
Tórhallu (7).
Kára rekur kantinuna á
Maskinmeistaraskúlanum í
Havn.
Tá ið Georg hevði verið í
starvi hjá Tryggingarfelag
Føroya í 25 ár, gjørdi stovn-
urin nógv burtur úr hesum
degi, og nú árini eru tríati í
tali, ynskti felagið eisini at
heiðra
manninum
við
blómum og gávum á stóra
degnum.
Georg er ikki maðurin
við teimum stóru orðunum;
hann ger í so máta lítið
burtur úr sær sjálvum, men
er ógvuliga blíður og fyri-
komandi, bæði heima og
úti.
Hann er væl lýddur av
sínum starvsfeløgum, fam-
ilju, vinum og kenningum.
Georg V. Thorsteinsson
er dugnaligur í sínum
starvi, og millum fólk er
hann í stuttum tað, sum vit
av røttum kunnu rópa eitt
rættiligt »stás«.
-v.
Tíðindaskriv
Jóan Pauli Joensen profess-
ari á Søgu- og samfelags-
deildini á Fróðskaparsetr-
inum hevur fingið virðisløn
frá Kungl. Gustav Adolfs
Akademin í Uppsala í
Svøríki.
Jóan Pauli Joensen fær
virðislønina fyri, sum tað
stendur í grundgevingini:
"betydelsefullt författar-
skap inom etnologi och
kulturhistoria, senast ge-
nom det stora arbejdet I ær-
lige brudefolk - Bryllup på
Færøerne".
Virðislønin verður
latin á serligari há-
tíðarløtu á Slottinum
í Uppsala leygardag-
in 6. november.
Tríati ár í starvi hjá Tryggingarfelag Føroya
Professari á Fróðskaparsetrinum heiðraður í Svøríki
Spennandi bilar í Trongisvági
Millum bilarnar á framsýningini vera tveir nýggir BMW, jeepurin X3, og tann heilt nýgga BMW-
1 serian
C
M
Y
K
13
12