fríggjadagur 8. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 8. oktober 2004
15
14
Nr. 192 - 8. oktober 2004
- Málið hjá okkum er
at geva búfólkunum
ein virknan
gerandisdag við
fjølbroyttum
tilboðum, sum eru
lagað til teirra áhuga
og førleika, segði
leiðarin á Heiminum
á Mýrunum í
Runavík, ið er fyrsti
sjálvstøðugi stovnur í
landinum, sum
burtur av er ætlaður
minnisveikum
MÓTTØKA
Orð og myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikudagin skipaði Runa-
víkar býráð fyri hátíðarlig-
ari og stórfingnari móttøku
á fyrrverandi Vistarheimin-
um í Runavík, sum komm-
unan hevur keypt og latið
umbyggja til heim fyri
minnisveik.
Nógv fólk var til móttøk-
una, sum eydnaðist sera
væl, og eftir røður, sang og
floytuspæl, fingu fólk kaffi,
te og vælsmakkandi pinna-
mat, samstundis høvi var
hjá gestunum at síggja
snotuliga heimið, ið er tað
fyrsta sjálvstøðuga heimið
av sínum slagi í Føroyum,
sum burtur av er ætlað
minnisveikum.
Tey fyrstu búfólkini eru
flutt inn, og tá ið Heimið á
Mýrunum, sum tað nú
verður rópt, er fullsett, fer
tað at hýsa átta minnisveik-
um fólkum úr Eysturoynni.
Søgan um húsið
Tað var borgarstjórin í
Runavíkar
kommunu,
Rodmundur Nielsen, sum
beyð vælkomin og tók í
stuttum aftur í søguna um
húsið, sum nú er karmur
um heimið fyri minnisveik.
Hann byrjaði við orðunum
hjá skaldinum, "Latið ei
søguna doyggja.." og segði:
– Tað var fyrst í fimti-
árunum, at Símun Hansen
byrjaði at byggja hetta hús-
ið á trøðni, sum hann hevði
havt í nógv ár. Húsini, sum
vóru valahús tá í tíðini,
stóðu liðug í 1959.
Rodmundur
nevndi
nógva trævøksturin, ið er
rundan um húsið og sum
gongd av álvara kom á í
sekstiárunum.
Hann nevndi megnar
stigið í sjeytiárunum, sum
Karolina Petersen tók, tá ið
hon við hesum húsi skapti
karmar um sinnisveik.
– Hetta var eitt bragd, og
her vantaði ikki dirvi.
Borgarstjórin vísti á, at
tað stóð Runavíkar komm-
unu í boði at keypa húsið í
2001, og hetta helt komm-
unan verða ógvuliga áhuga-
vert – við atliti til bæði stað
og tørv.
– Keypið kom í lag eftir
samráðingar við tásitandi
landsstýrismannin, Sámal
Petur í Grund, og eigur
hann – saman við Pálli á
Reynatúgvu, sum eisini
umsat økið í eina tíð og
Hans Paula Strøm, sum nú
umsitur økið og tók sein-
astu avgerðirnar – stóra
tøkk uppiborna fyri stuðul
og áhuga.
Rodmundur segði, at
Runavíkar kommuna hevur
arbeitt í tøttum samstarvi
við heimarøktina og økis-
leiðararnar um, hvussu
stovnurin skuldi skipast.
– Skjótt var greitt, at
tørvur var á heimi fyri
dement í Eysturoy, og síðan
fóru vit at arbeiða miðvíst
eftir hesi ætlan.
Borgarstjórin nýtti eisini
høvi at takka Tordi Nicla-
sen, leiðara á Røktar-og
Ellisheiminum í Runavík
og Ásu Hanusson, økisleið-
ara fyri Heimarøktina í
Eysturoy, fyri stuðul og góð
ráð.
Hann greiddi eisini frá,
hvør hevur staðið fyri
umvælingini og nútímans-
gerðini av Heiminum á
Mýrunum. Hesir eru: TN-
Bygging,
Teknistovan,
Zacharias Leitistein, Marni
Olsen, Sonny Johannesen,
Timburhandilin í Runavík
og Klement Petersen.
Rodmundur segði, at nú
húsið er klárt at taka í
nýtslu, er talan um eina
samlaða íløgu upp á 5,9
miljónir
krónur,
harav
keypsprísurin var 4 miljón-
ir krónur.
Leiðari og starvsfólk
Borgarstjórin visti at siga,
at skipað hevur verið fyri
skeiðum í húsunum um
demens, har skeiðleiðari
var Elsa Zachariassen.
Tey minnisveiku skulu virðast og varðveita sín samleika
– Skeiðleiðarin legði dent
á, at karmarnir um húsið
eru sera góðir og at starvs-
fólkahópurin, sum settur er,
helst er ein av teimum
bestu, hon hevur møtt. Hon
helt, at karmarnir eru
trygdin fyri einum góðum
heimi.
Rodmundur segði, at
býráðið hevur sett Maibritt
Jacobsen í starv sum leið-
ara, og hevur hon síðan sett
starvsfólkini, sum saman
við henni skulu vera um tey
minnisveiku.
– Vit eru errin av tí
arbeiði, sum tú og tíni
starvsfólk hava lagt í at
gera heimið klárt. Tøkk
eiga tit fyri tað, segði borg-
arstjórin og vendi sær til
leiðaran.
Hann nýtti at enda høvi at
takka sosialu nevnd hjá
býráðnum, har Marja Lam-
hauge er formaður, fyri gott
arbeiði.
– Tit hava verið positiv
og ógvuliga virkin fyri at
náa hesum máli, segði
Rodmundur Nielsen.
Serligur tørvur
Setti leiðarin fyri Heimin-
um á Mýrunum, Maibritt
Jacobsen, segði eisini nøk-
ur orð við móttøkuna.
Hon legði fyri við at
ynskja Runavíkar komm-
unu hjartaliga tillukku við
heiminum, sum hon helt
ikki kundi ligið í vakrari
náttúruumhvørvi.
– Heimið er snotuligt, og
umhvørvið uttan er sera
vakurt. Her eru allar fyri-
treytir fyri, at bæði búfólk,
avvarðandi og starvsfólk
fara at trívast.
Hon ynskti eisini Al-
manna- og Heilsumála-
ráðnum, Heimarøktini og
Serforsorgini tillukku við
nýggja stovninum.
– Hetta er ein serligur
dagur fyri okkum øll, tí
hetta er fyrsta sjálvstøðuga
heimið fyri minnisveik,
sum latið verður upp í
Føroyum. Nakrar deildir
eru fyri minnisveik kring
oyggjarnar, og eisini er
nýliga latin upp miðstøð
fyri minnisveik í Havn.
Maibritt ásannaði, at
tørvurin
á
heimi
til
minnisveik, har atlit vera
tikin til serliga tørvin hjá
hesum fólkum, er stórur.
- Tey fyrstu tekini til
demens eru ofta, at minnið
svíkur, og eisini gerst trupl-
ari at kenna fólk og lutir
aftur. Tey minnisveiku eru
ofta troytt og eru ikki so
tilvitaði um, hvør dagurin,
mánaðurin ella árið er.
Trupult kann vera at samla
tankarnar um nakað ávíst.
Eisini kann vera trupult at
merkja, nær ein er svangur
ella tystur. Hýrurin kann
vera skiftandi við vreiði, at
tey eru kedd, í døpurhuga,
uppgevandi, mistonkilig –
ella hvat tað nú einaferð
kann vera.
Leiðarin vísti á, at tey
dementu kunnu hava trup-
ult við at seta orð á tað, tey
vilja siga, og tey kunnu
hava trupulleikar við at
skilja tað, ið sagt verður.
– Tí kann sigast, at hesi
fólk hava serligan tørv á
røkt og umsorgan, segði
Maibritt.
Virðing og virðir
– Vit hava virðing fyri tí
einstaka menniskjanum og
vilja vera um tey, sum
koma at búgva her, soleiðis
at tey kunnu varðveita sín
samleika.
Hon segði, at stovnurin
fer at leggja seg eftir at
savna upplýsingar um bú-
fólkini og festa teirra lív á
blað. Soleiðis fara tey at
skriva eina lívssøgu um
hvønn einstakan.
– Hetta ger, at vit betur
koma at kenna tann ein-
staka og verða dugnaligari
at vera um tey og skilja
teirra støðu. Á henda hátt
vita vit betur, hvørji tey
eru, og hvørji virðir tey
hava sett høgt í lívinum.
Maibritt segði, at málið
hjá starvsfólkunum er at
geva
búfólkunum
ein
virknan gerandisdag við
fjølbroyttum tilboðum, sum
eru lagað til teirra áhuga og
førleika.
– Í okkara føstu vikuætl-
an er eitt nú fimleikur, vit
lesa dagbløð, syngja og
spæla á ljóðføri. Vit fara
upp á gólv, gita orðatøk,
lesa sagnir, ganga túrar og
spæla ymisk spøl. Eftir
ynski eru búfólkini eisini
við í køkinum til matgerð
og stákast annars í húsin-
um.
Leiðarin segði, at starvs-
fólkið sær tey avvarðandi
sum virðismiklar starvsfel-
agar og verða tey tikin við í
avgerðirnar.
– Vit seta opinleika, álit
og reinlyndi í hásæti.
Trygt og gott
Maibritt segði, at tey fara at
hava hugnakvøld fyri av-
varðandi einaferð um mán-
aðin, og tá fara tey eisini at
hava eina ávísa undirvísing
um demens.
Hon legði dent á, at tey,
sum starvast á Heiminum á
Mýrunum, hava virðing og
umsorgan fyri hvørjum
øðrum.
– Vit leggja dent á fakliga
menning innan røkt og um-
sorgan fyri menniskjum við
sjúkuni, demens, og vit
vilja geva vitanina víðari –
eisini til tey avvarðandi.
Og Maibritt Jacobsen
endaði við hesum orðum:
– Vit hava lagt okkum
eftir, at hetta skal vera eitt
heimligt heim, har trygt og
gott er at vera.
Onnur heilsaðu
Tað vóru eisini onnur, sum
heilsaðu Heiminum á Mýr-
unum, nú móttøka var, og
heimið alment varð tikið í
nýtslu.
Sigrid Mohr, formaður í
Alzheimerfelagnum, fegn-
aðist um, at Runavíkar
kommuna er undangongu-
kommuna at leggja lunnar
undir eitt slíkt heim, sum
burtur av er ætlað fólki við
demens. Hon helt, at tað er
heimligt at koma innar, og
at atmosferan tykist ógvu-
liga góð.
Sigrid ynskti góða eydnu
og góðan byr.
Ása Hanusson, økisleið-
ari hjá Heimarøktini í Eyst-
uroy, fegnaðist eisini um
stovnin.
Hon segði, at umstøðurn-
ar hjá teimum gomlu og
sjúku eru nógv betraðar í
Eysturoynni.
Ása vísti á eldrasam-
býlini, sum bygd eru á Toft-
um og í Leirvík og heimið,
sum Gøtu kommuna letur
byggja í Norðragøtu.
Hon nevndi týdningin av
at vera neyv í visitatiónini,
tá ið fólk verða tikin inni og
vísti á, at stovnurin á Mýr-
unum er ætlaður teimum
dementu,
sum
kunnu
ganga, sum hon tók til.
– Eg ynski tykkum hjar-
taliga tillukku við nýggja
stovninum, sum vónandi
verður til stóra gleði.
Tordur J. Niclasen, leið-
ari á Eysturoyar Røktar-og
Ellisheimi, helt fyri, at
hetta er ein søguligur dagur
í Runavíkar kommunu og
fyri alt landið.
– Vit hava stórliga brúk
fyri hesum, og tað gleðir
meg, at Runavíkar komm-
una tordi at ganga á odda.
Hann vísti á, at Røktar-og
Ellisheimið er nærmasti
granni og segði seg vóna, at
fruktargott samstarv kann
spyrjast burtur úr hjá hes-
um báðum stovnunum.
– Tað er dygdargott fólk,
sum her koma at starvast,
og ei undur í, má eg siga, at
tey flestu eru komin av
Røktar- og Ellisheiminum í
Runavík, segði hann við
einum smíli.
Eftir røður, sang og
floytuspæl, var høvið hjá
fólki at síggja snotuliga
Heimið á Mýrunum.
Borgarstjórin í Runavík, Rodmundur Nielsen, fegnast um
nýggja stovnin fyri minnisveik í Runavík
Marja Lamhauge (tv.) er formaður í sosialu nevnd hjá Runavíkar býráði. Undir liðini á henni
stendur Maibritt Jacobsen, leiðari á Heiminum á Mýrunum
Starvsfólkini á Heiminum á Mýrunnum avmyndaði í køkinum
Stovnurin stendur í sløkum 6 milj. krónur, nú hann er liðugur og alment tikin í nýtslu
Símun Hansen, sáli, læt húsini byggja. Kona hansara, Karla,
var við til móttøkuna mikudagin
Trý av búfólkunum
C
M
Y
K
14