týsdagur 11. apríl 2017síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017
HJÁ SKÓS, SUM HÚSAST Á STANGAVEGI
14 Í KLAKSVÍK, ER EIN GAMAL
SKÓGVAHANDIL, SUM SELUR SKÓGVAR
TIL ALLA FAMILJUNA,
BÆÐI TIL BØRN,
KVINNUR OG MENN
Seymistovan í Klaksvík, sum hevur eini 13
ár á baki, húsast í Nólsoyar Pálgøtu 5.
- Tá eg byrjaði, var tað á
Stoksoyrarvegnum og í útjaðaranum í
býnum. Seinnu árini hevur fyritøkan so
húsast mitt í hjartanum í Klaksvík, sum
hon tekur til.
Her eru umstøðurnar góðar, men
seymikonan heldur, at hølini saktans
kundu verið størri ella verið betri
innrættað.
- Mær hevur altíð dámt væl at seyma
og hondarbeiði sum heild, og eg havi eisini
undirvíst á kvøldskúla.
HJÁLPIN ER GULL VERD
Heidi Høgnesen byrjaði í tí smáa við at
seyma gardinur, og síðan tók hon fleiri og
fleiri uppgávur upp á seg.
- Tað, sum fyllir mest í dag, eru
føroysku klæðini til kvinnur og menn. Her
kann eg levera alt - eisini silvurið og enntá
lummaurið. Tað er bara skógvarnar, sum
fólk mugu keypa aðrastaðni.
Men, Seymistovan hjá Heidi bæði
selur og seymar eisini gardinur og onnur
klædnapløgg, og her verða nógvar buksur
lagdar upp.
Heidi Høgnesen er altíð til arbeiðis, tá
handilin er opin, og í aðrar mátar hevur
hon raskar kvinnur at hjálpa sær eftir
tørvi við at eitt nú at veva, brodera, hekla
og binda.
- Hesar kvinnur eru gull verdar fyri
meg, sigur hon avgjørd.
Seymistovan ger eisini spesialvovin
skjúrt til føroysk klæði við føroyskum
mynstri, og her kunnu fólk velja litirnar
sjálvi.
- Vit brodera og hekla eisini
køksgardinur, dúkar og annað, og
vit royna í størst møguligan mun at
ganga serstøku ynskjunum hjá okkara
viðskiftafólki á møti, sigur Heidi
Høgnesen.
Í Seymistovuni fæst bæði gardintoy,
klædnatoy og vovið, og her fæst nógv
til hondarbeiðsbrúk. Ynskja fólk
foldigardinur ella rullugardinur, er tað
eingin trupulleiki.
ÁRÆÐIÐ ER AVGERANDI
Í sínari tíð fór Heidi Høgnesen til
Danmarkar, og ætlanin var at læra
til skræddara, men hon gjørdi ikki
útbúgvingina lidna. Skemtandi sigur hon,
at tað var maðurin, sum vildi hava hana
heimaftur.
- Hóast eg ongantíð fekk mína
útbúgving, geri eg júst tað, sum eg brenni
fyri. Tá hugur og áræði er til tað, tú gert
og brennur fyri, er einki óført, og hetta er
virkuliga tað, sum mær dámar, sigur hon.
vilmund@sosialurin.fo
Føroysku
klæðini
fylla nógv
– HÓAST EG ONGANTÍÐ FEKK MÍNA
ÚTBÚGVING SUM SKRÆDDARI, GERI
EG JÚST TAÐ, SUM EG BRENNI FYRI,
SIGUR HEIDI HØGNESEN, SUM EIGUR
OG REKUR SEYMISTOVUNA Í KLAKSVÍK
Millum skógvamerkini til kvinnur er eitt nú
Gabor, sum er eitt gott og gamalt merki, og
her er Tamaris, sum bæði verður keypt til
gerandis-og veitslubrúk.
Onnur skógvamerki til kvinnur er
Relaxshoe, Legero, SixMix og Peperoni, sum
er eitt lutfalsliga bíligt merki.
Onnur skógvamerki, sum Hjá Skós selur,
eru bæði ætlað kvinnum og monnum,
gentum og dreingjum, og millum hesi er
eitt nú Cavalet, Helly Hansen og orginala
Viking-merkið, sum ikki minst er kent fyri
sínar dygdargóðu gummistivlar.
Av merkjum Hjá Skós, sum eru ætlað
monnum, er eitt nú Ambré, Josef Seibel,
Dockers og IMAC.
Stórt úrval er eisini av barnaskógvum, og
her eru merkini, Kennedy, Viking, SuperFit,
Network, EN+FANT, KangaRoos, Gulliver
og Primigi.
NÝTT TIL VÁRS
Hóast skógvahandilin í Klaksvík hevur
nógv ár á baki, fylgir handilin eisini
tíðarrákinum, og soleiðis fær handilin tvey
nýggj skógvamerki nú til várs, sum handilin
ikki hevur havt í sínum konsepti áður.
Nýggja skógvamerkið til kvinnur er
týska Caprice, og nýggja merkið til menn er
amerikanska, Timberland.
Umframt stóra úrvalið av skóm til alla
familjuna, selur handilin eisini jakkar og
regnsett frá Helly Hansen.
Hjá Skós luttekur á messu í Bella
Centrinum tvær ferðir um árið, og handilin
fær regluliga nýggja vøru.
Skógvahandilin á Stangavegi 14 í Klaks
vík hevur ein breiðan kundaskara, og tá
tunnilsdagar eru, og fólk annars leita sær
til Klaksvíkar í ymiskum ørindum, síggjast
eisini nógv nýggj andlit inni á gólvinum.
Handilin er eisini at finna á Facebook
undir navninum Hjá Skós.
vilmund@sosialurin.fo
Skógvar til
kvinnuna og til
alla familjuna
Seymistovan í Klaksvík
hevur seinastu árini húsast
í Nólsoyar Pálsgøtu 5
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Hjá Skós, sum húsast á Stangavegi
14 í Klaksvík, hevur eitt stórt úrval
av skóm til alla familjuna