Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-11, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2017síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 LÝSINGARTEKSTUR • SOSIALURIN APRÍL 2017 K v ø l d s e t a fríggjakvøld 28. apríl og leygarkvøld 29. apríl kl. 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Vit bjóða avsláttur til bólkar ... Ring og hoyr nærri um prís tlf. 74 47 20 Á Heiðavegi 4 í Miðvági húsast móta­ handilin Sorella, ið selur klæði til tilkomnar kvinnur og gentur niður í 13-14 ára aldur. Umframt at vera ein handil við konufólkaklæðum, selur Sorella eisini skógvar, ymiskar gávu-og prýðislutir og brúksting. Systrarnar, Eyð og Annbritt Ellingsgaard, byrjaðu at handla í Sørvági í 2007 og fluttu til Miðvágs at handla í 2009. KEND KLÆDNAMERKI Annbritt Ellingsgaard sigur, at klæðini, sum Sorella selur, eru í støddini XS til XXL, sum svarar til stødd 46. – Tær ungu kvinnurnar og genturnar keypa mest merkini, Sisters Point, Only, Pieces og Vero Moda, meðan tær tilkomnu kvinnurnar í størstan mun halda seg til merkini, Pulz, Culture og Dranella. Tað merkir tó ikki, sigur hon, at tilkomnar kvinnur ikki eisini kunnu fella fyri klædnamerkjum, sum tær yngru kvinnurnar keypa. – Men, tað er sjáldan, at tær yngru kvinn­urnar keypa klædnamerkini, sum tær til­komnu keypa. Annbritt Ellingsgaard vísir á, at kovboybuksurnar av merkjunum, Pulz og Dranella, sum Sorella selur, eru sera vælumtóktar millum tær tilkomnu kvinn­ urnar, tí hesar hava so góðan passform, sum tey rópa tað. – Tær yngru kvinnurnar og genturnar keypa gjarna kovboybuksur av merkjunum, Only og Pieces, leggur hon aftrat. EISINI SKÓGVAR Sorella hevur eisini eitt gott úrval av skóm, og her er merkið SixMix, sum er úr ektaðum leðuri, sera væl umtókt. Handilin selur eisini skógvar frá Vero Moda og Pieces. – Tað passar okkum væl at hava skógvar í okkara útboði, tí tað er ikki so sjáldan, at fólk eisini keypa sær einar nýggjar skógvar, tá tey keypa nýggj klæði. Vit hava eisini viðskiftafólk, sum bara koma inn at keypa sær nýggjar skógvar, sigur Annbritt Ellingsgaard. SAMSTARV VIÐ ORKIS Sorella í Miðvági hevur gott samstarv við blómuhandilin Orkis á Glyvrum. Fólk kunnu bíleggja vørur í Sorella, sum Orkis selur, og tá vøran er komin í Vágar við Posta, kann hon avheintast í Sorella. Sorella í Miðvági er eisini á Facebook, og handilin hevur tlf. 333641. vilmund@sosialurin.fo Systrar saman um mótahandil TAÐ ERU SYSTR­AR­ NAR, EYÐ OG ANN­ BRITT ELLINGS­ GAARD, SUM EIGA OG REKA MÓTA­HAND­ ILIN, SORELLA Í MIЭ VÁGI Lekkur kjóli til páskirnar – og skógvar frá SixMix í Sorella í Miðvági