Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HVALAVEIÐA Áki Bertholdsen Á Náttúrugripasavninum vilja tey fegin sleppa at merk­ja fleiri grindir. Bjarni Mikkelsen, lív­ frøð­ingur, sigur at tey hava merk­ini tøk, so nú manglar teim­um bara at fáa eina grind at merkja. Endamálið við merk­ing­ unum er at royna at stað­ festa, hvussu víða grind ferðast, og sostatt eisini at fáa at vita, hvussu stórum øki, vit í Føroyum fáa okkara grind­ir úr. Bjarni Mikkelsen hevur áður sagt, at hetta eru spurn­ ing­ar, tað er sera týdningar­ mik­ið at fáa svaraðar, tí vísir tað seg, at grindirnar, vit drepa, koma úr einum ógvu­ liga lokalum stovni beint runda­num Føroyar, kann spurn­ingur kanska setast við hvussu burðardygt grinda­drápið er. Men er talan um ein stór­ an, felagsstovn, sum ferð­ast um alt Norður­atlantshav, ella enn longur, er myndin ein heilt onnur. Tá ið tað er staðfest, um talan er um ein felags stovn, ella ikki, ber eisini til at gera neyvari metingar av, stórur stovnurin, vit fáa okkara grind úr, hevur Bjarni Mikkel­sen áður greitt okkum frá Hann sigur, at fyri at okkara grindadráp skal vera burðar­dygt, skal stovnurin vera einar 100.000 hvalir fyri at bera tað, vit taka burtur av. Ferðast víða Hinvegin sigur hann, at fyri­ bils er niðurstøðan av tí ar­ beiði, sum higartil er gjørt at merkja grindahval, at grind ferðast rættiliga víða, tí hvalir, sum eru merktir í Før­oyum, hava ferðast heilt suður ímóti Asorunum, og rætti­liga víða annars, áðrenn sendar­arnir góvust at senda. – Tað styrkir okkara pá­ hald um, at grindin er ein stór­ur felagsstovnur, og at grind­in, vit fáa í Føroyum ikki er ein serstakur stovnur. Men Bjarni Mikkelsen leggur afturat, at á Náttúru­ gripa­savninum vilja tey fegin sleppa at merkja fleiri grindir fyri at fáa eina so hald­góða mynd av støðuni sum gjørligt av, hvussu grinda­hvalur ferðast, og, hvussu hann annars ber seg at. Hann sigur, at tey hava sendar­ar tøkar á goymslu til at merkja einar tríggjar grind­ir, so hann vónar at fáa fáa eina grind at merkja kanska eina heilt lítla grind, sum kundi farið til vísindalig endamál, heldur enn at hon varð dripin.  Hann sigur, at tey royna alla tíðina at gera tillagingar og at bøta um sendararnar og festini, men hóast teir higartil ikki hava sent so leingi, sum ætlanin hevur verið, hava tey kortini fingið virðismikla vitan um, hvussu grindahvalur ferðast. Áki Bertholdsen Tað er meiri til at grind nú, enn tað hevur verið. Tað er úrslitið av seinastu stóru hvalateljingini, sum var á hásumri í 2015, og sum lima­londini í nevndini fyri súg­djór í Norðuratlantshavi, Nammco, stóðu fyri. Øll lond­ini hava skipað fyri kann­ingum í sínum egna sjó­ øki og í altjóða sjógvi. Bjarni Mikkelsen, lív­frøð­ ingur á Náttúr­gripa­savni­ num, sum stóð fyri føroyska íka­stinum í teljingini, sig­ur, at enn er úrslitið av kann­ing­ ini ikki greitt og tískil kann hann ikki nevna nøkur tøl. Men talan var um eina víð­fevnda kanning, har Náttúru­gripasavnið leigaði Høga­klett til føroyska partin av kanningunum, ið fevndi um føroyskt sjóøki, og eitt øki suðureftir, heit suður á 52 stig, men vestanfyri bretskt sjóøki. Í hesum sambandi sigldi Høgi­klettur næstan 3200 fjórð­ingar í fimm vikur, við átta eygleiðarum umborð. Umframt vanligan kann­ ingar­hátt, var kanningin hesa ferð slóðbrótandi við tað, at tey brúktu eisini fjar­ stýrd flogfør at til at flúgva uppi yvir grindum við og taka myndir av teimum, fyri at kunna telja neyvari. Hetta er sættu ferð, at lond­ini í Nammco telja grind og annan hval og á hesi ferð­ ini vórðu 16 hvalasløg skrá­ sett. –  Vit taldu eisini grind í 1987, 1989, 1995, 2001, 2007 og so aftur nú í 2015. Hann sigur, at í 1989 varð grinda­stovnurin mettur at vera góðar 700.000 hval­ir, men síðani er hann mink­ að­ur eftir teljingunum at døma. – Men teljingin í 2015 vísir, at vend er komin í aftur, og at stovnurin er í menning. Bjarni Mikkelsen sigur, at grind var at síggja um alt kann­ingarøkið, og hóast tað ikki ber til at nevna nøkur tøl enn, vísa kanningarnar, at stovnurin av grind er í vøkstri, samanborið við undan­farnu teljingarnar. Um ársskiftið Hann sigur, at endaligu tølini verða ikki greið fyrenn eina­ ferð um árskiftið. Hann leggur afturat, at hóast teljingarnar hava víst, at stovnurin hevur verið í minking, hevur okkara grinda­veiða verið ein so lítil part­ur av honum, at hon hev­ ur ongantíð verið í vanda fyri ikki at vera burðardygg. Seinastu nógvu árini hava føroyingar ikki dripið meiri enn 650 grindahvalir um árið, tí tað hevur ikki verið so nógv grind ímillum oyggjarnar.   Hann leggur afturat, at fyri­bils er niðurstøðan tann, at grindin undir Føroyum er ikki ein stovnur fyri seg, men at øll grindin í Atlantshavi er ein felags stovnur. Sosatt er grind­in, vit drepa, burturav ein­um felags stovni, og tí­skil er ongin vandi fyri, at okkara grindaveiða ikki er burðar­ dygg. Hann vísir á, at merk­ing­ ar­nar, vit hava gjørt, vísa, at grind ferðast rættiliga víða og grindahvalir, sum eru merktir í Føroyum, hava ferð­ast heilt suður ímóti Asorun­um. ERU KLÁR Á Nátturugripasavninum hava tey merkini klár, nú manglar bara grindin HVALATELJING Seinasta hvalateljing vísir, at tað er meiri til at grindahvali enn undanfarnu teljingar hava víst Fyribils er niður­ støð­an tann, at grindin undir Føroyum er ikki ein stovn­ur fyri seg VILJA SLEPPA AT MERKJA FLEIRI GRINDIR Stovnurin av grind stendur FERÐAST VÍÐA Grindir, sum eru merktar í Føroyum, hava ferðast rættiliga víða, og at stovnurin rundan um Føroyar ikki er ein serligur stovnur fyri seg