mikudagur 19. apríl 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45
HVALAVEIÐA
Áki Bertholdsen
Nú er ráðiligt at skjóta nebbafisk í
okkara parti í Atlantshavi.
Tað er niðurstøðan av teirri
seinastu, stóru hvalateljingini í
Atlantshavi, sum vit gjørdu í 2015
sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðing
ur á Náttúrugripasavninum.
Fyri tveimum árum síðani var
ein stór hvalateljing í Norður
atlantshavi. Hon varð skipað sum
eitt samstarv ímillum Føroyar,
Noreg, Ísland og Grønland, sum
eru limalondini í hvalaveiðifelags
skapinum, Nammco.
Hetta var ein rættiliga um
fatandi kanning, har Høgiklettur
varð leigaður til okkara íkast til
kanningina, og har hann sigldi
runt á eini leið upp á næstan 3200
fjórðingar í fimm vikur við átta
eygleiðarum umborð.
Fáa kvotu av nebbafiski
Sum heild eru úrslitini av kann
ingini ikki greið enn.
Men Bjarni Mikkelsen sigur
kortini, at eitt úrslit er í hvusu so er
greitt tað, at tað hevur aldrin verið
so nógv til av nebbafiski í nakrari
hvalateljing frammanundan, sum
tað var í hesari seinastu.
– Ongar av metingunum, sum
áður eru gjørdar, hava mett stovn
in at vera so væl fyri, sum hann er
nú, sigur Bjarni Mikkelsen.
Lívfrøðingurin sigur, at mett
verður, at bara í sjóøkinum ímill
um Føroyar og Eysturíslandi eru
einir 40.000 nebbafiskar.
Og sostatt hevur nevndin
fyri súgdjór í Norðuratlantshavi,
Nammco, mælt til, at tað er ráðiligt
at skjóta 46 nebbafiskar í økinum
ímillum Føroyar og Eysturísland.
Nammco metir, at við úrsliti í
seinastu teljingunum, sum vóru
gjørdar í 2015, er hetta ein burðar
dygg kvota av nebbafiski.
Bjarni Mikkelsen sigur, at vit
hava ikki veitt nebbafisk síðani í
1984 og síðani hava vit ikki havt
nóg gott grundarlag til at áseta
eina kvotu fyri veiði av nebbafiski.
Spurningurin er so um nakar
fer at skjóta nebbafisk í hesum
partinum í Atlantshavi ímillum
Føroyar og Eysturísland, taka
íslendingar ikki burtur av, kunnu
teir í roynd og veru allir skjótast
undir Føroyum.
Sleppa nú at
skjóta nebbafisk
undir Føroyum
STÓRHVALAVEIÐA Tað er so mikið nógv til, at vit kunnu
skjóta upp ímóti 50 nebbafiskar í okkara parti av Atlantshavi
Hetta var
ein rættiliga
umfatandi
kanning
VÆL FYRI
Nú er grundarlag fyri at áseta eina kvotu fyri nebbafisk, tí stovnurin hevur
ikki verið so væl fyri í nakrari hvalateljing, sum hann er nú
nú í vøkstri
VEND KOMIN Í
Seinasta hvalateljingin, sum var rættiliga umfatandi,
vísir, at vend er komin í, og at stovnurin av grindahvali
er í menning, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur