Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Nú svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv, hava fleiri skip longu fingið uppí og hava landað - ella bíða eftir land­ingartørni - í Fuglafirði. Onkur føroysk skip - eitt nú Jupiter - landar henda túrin í Íslandi, tí væntandi er, at bíðitíðin í Fuglafirði kann gerast ov drúgv. Mikumorgunin landaði Borg­arin 2600 tons í Fugla­ firði, og mikukvøldið landaði Høga­berg umleið 2000 tons. Finnur Fríði, sum varð liðugur at landa seinasta sunnu­dag, er longu á veg aftur av túri við 2500 tons­ um. Tróndur í Gøtu, sum kom á Fuglafjørð seinasta sunnu­ kvøld, slapp framat at landa á døgurða mánadagin, og teir loystu aftur týsmorgunin og fóru nýggjan túr. Eingi krøv Út við 40 skip - ein stórur part­ur íslendsk - lógu her­ fyri suðuri við føroyska fiski­markið og bíðaðu eftir, at svartkjafturin kom í før­ oysk­an sjógv. Ein slakur fjórðingur av skip­unum vóru føroysk. Hjá Varðanum í Gøtu vísa tey á, at íslendskir myndug­ leikar hava hækkað sína svart­kjaftakvotu nógv í ár, og teir fiska alla kvotuna í før­oyskum sjógvi. - Íslendsku skipini landa allan sín svartkjaft í Íslandi, og føroyingar hava einki krav sett um, at skipini skulu landa ein part av fiskinum, sum verður fiskaður í før­ oyskum sjógvi, í Føroyum. Lagt verður aftrat, at íslend­ingar hinvegin krevja, at føroysk skip, sum fiska í íslendskum sjógvi, landa ein part av veiðini í Íslandi. Lágur prísur Mortan G. Berjastein, sum er stjórnarlimur í Føroya Fiski­mannafelag og siglir við Jupiter, sum henda túrin landar í Íslandi, vísir á, at til­ feingisgjaldið á 20 oyru fyri kilo merkist rættiliga væl, nú svartkjaftaprísurin er so lág­ur. - Í fjør var tilfeingisgjaldið á svartkjafti eisini 20 oyru fyri hvørt kilo. Tað helt eg sjálvur vera sámiligt, tí prís­ urin fyri svartkjaftin tá var 2,20 krónur fyri kilo. Mortan G. Berjastein sigur, at í fjør svaraði til­ feingis­gjaldið til níggju pro­ sent av søluvirðinum, men í dag - nú prísurin á svart­ kjafti er so lágur - svarar til­ feingis­gjaldið til stívliga 18 pro­sent. - Hesi 18 prosentini fara beint í landskassan, áðr­enn manningarnar verða av­rokn­ aðar, sigur stjórn­ar­limurin í Føroya Fiski­manna­felag. Vilmund Jacobsen Í morgun seldi Fiska­mark­ nað­ur Føroya 86,6 tons av fiski fyri stívliga 1,3 miljónir krónur tilsamans. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini saman­ lagt á 15,57. Á søluni í morgun var ein stórur partur toskur, stívliga 50 tons tilsamans. Mest var av toski 3, sløk 33 tons, sum fekk miðalprísin 18,47. Stívliga 10 tons var av toski 4, og her var miðal­prís­ urin 17,46 krónur fyri kilo. Nakað var av toski 1 og toski 2, ávikavist 3,8 og 7,7 tons tilsamans, og her var miðal­prísurin 21,46 og 19,49 krónur fyri kilo. Stívliga átta tons vóru av hýsu, harav sløk 6 tons var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 16,79. Onnur fiskasløg á mark­ naði­num í morgun vóru ser­ liga upsi og reyðsprøka, tó í smærri nøgdum. Besti upsaprísurin var 8,84, og besti prísurin fyri reyð­sprøku var 4,81 krónur fyri kilo. Í Toskur og hýsa á marknaðinum Besti toskaprísurin í morgun táttaði í 20 krónur fyri kilo, og besti hýsuprísurin var 17,40 ROKFISKA Í FØROYSKUM SJÓGVI FISKISKAPUR Svartkjaftaskipini rokfiska. Í hesum stóra hálinum eru heili 900 tons. Myndina eigur Rúni í Hjøllum, sum siglur við Høgabergi Tað er nógvur svartkjaftur at fáa í føroyskum sjógvi. Skip bíða eftir landingartørni í Fuglafirði, og onkur føroysk skip landa í Íslandi, tí tað styttir um bíðitíðina - Heili 18 prosent av veiðivirðinum fara beint í landskassan, áðrenn manningarnar verða avroknaðar, sigur stjórnarlimurin í Føroya Fiskimannafelag, Mortan G. Berjastein