Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fýra av tíggju krabba­meins­til­burð­ um kunnu fyribyrgjast. Við at fylgja góðum ráðum, kanst tú sjálv/-ur gera nakað fyri at minka um vandan fyri at fáa krabba­mein. Nógv sløg av krabbameini taka seg upp, uttan at orsøkin er kend, og ofta er tað eitt óheppið samanfall av nógvum ymiskum faktorum sum ger, at fólk fáa krabbamein. Kortini kunnu nógvir tilburðir um­gangast, um góð ráð verða fylgd. Roykur og fiti Royking er orsøkin til 25-30 pro­ sent av ymiskum krabba­meins­ til­burðum í fram­komnu lond­ u­n­um, og flestu til­burðir av lung­na­krabba standast av royking. Royk­ing er eisini orsøkin til aðrar krabba­sjúkur enn lungnakrabba. Í framkomnu londunum er yvirvekt ella fiti - næst eftir royking - størsti vandin fyri einari røð av ymiskum sjúkum og her ímillum krabbasjúkum. Tað er tí týdningarmikið at um­ gangast at gerast ov tung/-ur. Øll vaksin eiga at eta í minsta lagi 600 gram av fruktum og grønmeti um dagin. Mælt verður til at eta vørur úr fullkorni, og í minsta lagi helvtin av teimum kornvørum, sum vit eta, eiga at bera fullkorn. Á netinum kann lesast um til­ mæli um heilsugóðan kost. Rørsla og alkohol Fleiri og fleiri kanningar vísa, at likamligur aktivitetur kann fyri­ byrgja krabbameini. Hetta er eitt nú galdandi fyri krabbamein í langanum ella tjúkktarminum, sum vit vanliga rópa gøgnina. Ábendingar eru eisini um, at likam­lig rørsla minkar um vandan fyri krabbamein í brósti, lívmóður og prostata. Ætlar tú at gera títt til at fyri­ byrgja krabbameini, eigur tú sum maður ikki at drekka meira enn tveir snapsar um dagin - og sum kvinna í mesta lagi ein snaps. Á netinum kann eisini lesast um sam­bandið millum alkohol og krabba­mein. Í okkara umhvørvi finnast evni sum eru krabbameinselvandi, eitt nú í samband við ymisk sløg av arbeiði. Á heimasíðuni - cancer.dk - kann lesast um ymisk arbeiðs­um­hvørvi og kemikalium. Sól og snarkanningar Tað er alment kent, at ultraviolettar geislingar kunnu elva til húðkrabba. Besti háttur at umgangast vandan er at verja seg móti sterka sólarljósinum - við at halda seg innandura, tá sólin skínur bjartast, brúka sólhatt og sólkrem og annars ikki at brúka sólstovur. Møgu­leikin at yvirliva krabbasjúku er størri, um funnið verður fram til sjúkuna í góðari tíð, og tá verður við­gerðin ofta náðiligari ella mildari, enn tá sjúkan er komin langt. Tað er tí ein góður máti at luttaka í snarkanningum ella screen­ingum. Sum vit áður hava hoyrt, er møguleikin at lata seg kopp­seta móti krabbameini í lív­móður­hálsi­ num. Koppsetingin verjir móti HPV, sum er virusið, ið er orsøkin til krabba í lívmóðurhálsinum. Hesi nevndu tilmæli byggja á evropeisk tilmæli, ið evropeiskir granskarar í krabbasjúkum hava skrivað. Kelda til hesa greinina - Soleiðis fyribyrgir tú krabbameini - er www. cancer.dk HPV-koppseting Á heimasíðuni hjá Krabba­meins­ felagnum - www.krabba­mein. fo - verður sagt um HPV, at kopp­ ingar­evnið ímóti lívmóður­háls­ krabba er rættiliga nýtt, men hóast tað eru longu gjørdar nógvar vísindaligar kanningar av virknaði og hjáárinum av hesi koppseting. Við støði í hesum kanningum gjørdi Sundhedsstyrelsen seint á heysti í 2007 eitt heilsufakligt til­mæli, har tey mæltu til at fara undir at koppseta gentur fyri lív­ móður­hálskrabba. Heilsufakliga tilmælið varð sent donsku heilsumyndugleikunum til støðutakan, og samstundis sendi Sundhedsstyrelsen tilmælið til landslæknan í Føroyum, sum mælti føroysku heilsumyndugleikunum - Heilsumálaráðnum - til at seta somu skipan í gildi í Føroyum, sum er galdandi í Danmark. - Við støði í tilmælinum frá landslæknanum valdi Heilsu­mála­ ráðið at seta eina skipan í gildi við tilboði um ókeypis koppseting fyri lívmóðurhálskrabba. Úrslitið er, sigur Krabba­meins­ felagið, at nú kunnu allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár lata seg koppseta ókeypis móti lív­ móðirhálskrabba (HPV). - Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at kvinnan hevur fylt 12 ár, tá koppsetingin byrjar, og koppsetingarnar skulu verða framdar, áðrenn kvinnan fyllir 28 ár, verður lagt aftrat. HEILSA Soleiðis fyribyrgir tú krabbameini Nógvir tilburðir av krabbasjúku kunnu umgangast, um góð ráð verða fylgd. Tað siga evropeiskir granskarar í krabbasjúkum, sum standa saman um eitt evropeiskt tilmæli Kanningar vísa, at likamligur aktivitetur kann fyribyrgja krabbameini. Tað er ikki gott at viga ov nógv, og skilagott er at vera mátahaldin við alkoholi