Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1943: Heimatíðindi 9. februar 1943 »Grind – um 300 hvalir – doyði í Hvalbæ hósdagin 4. í hes­um. Mjólkabáturin, ið gong­ur millum bygda í Suð­ur­oynni, fann hana. Hann hev­ur, síðani hann fór at siga, funn­ ið tær allraflestu grindirnar á norð­ara parti av Suðuroynni, og er hann sostatt eitt prógv fyri, hvussu nógv tað hevur at týða, at dagliga verður hugt eft­ir grind. Kolagrefstur á Tvøroyri fer fram í størri og størri muni. Ætlandi vera vit førir fyri at vinna út tað kol, ið vit brúka sjálvir. So brátt hvalbingar kunnu fáa teir neyðturviligu bil­ar at koyra kolið oman við, verða teir førir at útvinna kanska líka nógv sum í Ranga­botni í Trongisvági. Skipini hvørva av Tvøroyri Sárt var tað hjá tvøra­monn­ um at uppliva, at hit stóra mort­en­senska handilsvirki fór um koll og allur tann stóri skipa­floti, ið var knýtt­ur til tað, hvarv av Trong­is­vágs­ firðið. Einaferð vóru nógv privat skip – tey eru farin, Pauli Nols­øe átti fleiri skip – tey eru farin. Og nú tykist tað, sum hug­ ur er at lata restina fara við. Tað frættist, at T. F. Thom­ sen hevur selt »Isabellu« fyri 72.000 kr. til Z. Heinesen. Tað tykist at vera væl at fáa av fiski við Føroyar, bara tað hevði viðrað. Men óveður, ó­veður og aftur óveður! Úr Danmark frættist, at eing­ in før­oy­ing­ur varð drip­in ella særd­ur undir loft­á­rás­ini, bretar gjørdu á Keyp­manna­ havn.« Brúgvin um Hvannasund SOSIALURIN 1967 1967: Nú er so væl komið ávegis við fjallasmogunum í Norðoyum, at vegasambadið norð­ ur um Fjall eftir øllum at døma verður ein veruleiki longu á ólavsøku, men framvegis er eing­in støða tikin til brúnna um Hvannasund S osialurin skrivaði soleiðis 12. apríl 1967: »Poul Jacob Olsen, løg­ tings­mað­ur fyri Javn­aðar­flokk­ in, hev­ur tvær reisur lagt fram uppskot um at gera brúgv tvørtur um Hvanna­sund í sambandi við gerðina av fjalla­smog­u­num, ið nú er komið væl ávegis. Hesi uppskot eru ongantíð komin til við­gerðar á tingi, men havnað í nevnd, haðani tey ikki eru komin fram­aftur. Sama uppskotið varð sett fram und­ir seiansta landsstýri. Hesaferð var nevnt um kostnaðin, sum verk­frøð­ing­ar leysliga høvdu sett upp – eina­staðni millum 2 og 3 millióir krón­ur. Sum rímuligt er má brúgvin gerast skjót­ast gjørligt, tí eisini Hvannasund má fáa nyttu burtur úr hesum mikla fram­stigi – og frá Hvannasundi er vega­sam­band til Viðareiðis. Brúgvamálið fingið góða undirtøku Tá ið seinasta skotið í seinru fjalla­ smogu­ni varð skotið, vóru fremstu menn landsins til staðar, m. a. alt lands­stýrið, løg­tings­menn fyri Norð­oy­ar, ríkisumboðsmaður. Í teim­um røðunum, ið frambornar vóru, var greitt sagt frá, at arbeiðið fram­veg­is ikki var liðugt við vega­ sam­band­inum Klakksvík – Norð­ dep­il – eisini Viðoyggin við Hvanna­ sundi og Við­ar­eiði skuldi knýt­ast upp í hetta týdningarmikla bygda­ sam­band. Tað er tí at vænta og vóna, at málið um skjóta gerð av brúnni um Hvanna­sund, fær hina bestu undirtøku og greitt so­leiðis, at farast kann til verka beinan­vegin sum hini arbeiðini eru lið­ug. Skal Hvannasund typpast Tað er einki loyndarmál, at menn á Hvanna­sundsleiðini ikki eru á heilt ein­um máli um, hvat best er at gera: Brúgv um ella eisini typpa Hvanna­ sund. Hin stóri meirilutin tykist vera fyri at gera brúgv, so sundið verður op­ið og siglast kann báðar vegir, bæði norð­ur­eftir og suðueftir eins og nú. Hinvegin fæst sjálvandi ein frá­ lík kyrru­havn, og hin mikli streym­ ur­in verð­ur burtur, um sundið verð­ ur typt: men hetta er mál, ið fólk­ið á staðnum best kann taka støðu til. Sagt verður at bara 5 pst. av fiski­num, ið avreiddur verður har á leið, kem­ur norð­an­í­frá, men tey 95 pst. koma frá veiðuførum, ið leita suð­ur gjøgnum sundið. Hesi tøl siga sjálv­andi ikki so lít­ið; men kunnu ikki vera av­ger­andi fyri málið, tí her gera seg so mong onnur við­ur­skifti seg gald­andi.« »Mánakvøldið hildu SAS og Ice­ land­air fund fyri bløð­um og út­ varpi í sam­bandi við at flog­fel­øg­ini bæði eru ging­in saman um at røkja flog­rut­una Føroyar–Keyp­manna­ havn. Stjórin í SAS í Danmark, Jo­ hann­es Niel­sen, um­boð­aði SAS, með­an íslendingarnir Sveinn Sæ­ m­unds­son og Birgir Thorgillsson um­boð­aðu Icelandair. Teir hvødu havt fund sam­an við lands­stýrinum, rík­is­um­boðs­ mann­i­num og ferða­manna­fel­ag­ num, og siga seg vera væl nøgdar við mót­tøk­una allastaðni. Umboðsmenninir hava fyri lands­stýr­i­num mælt til, at sett verð­ur nevnd við umboðum úr stovn­um sum hava eittvhørt við ferðslu at gera, sum saman við flog­fel­ag­num skulu planleggja flog­ferðsl­una til Føroya. Icelandair rekur framvegis flúgv­ing­ina til Onglands og Ís­lands, og íslendska flogfarið »Fokk­er Friend­ship« verður sum higartil nýtt til allar flogruturnar. Upp á fyrispurning um flog­fel­ øg­ini høvdu í hyggju at samstarva við nýggja før­oyska flogfelagið, svaraði Johannes Nielsen, stjóri, at teir høvdu fingið áheitan frá danska ferðslumálaráðharranum, Svend Horn, um sera gjølla at kanna møguleikarnar fyri sam­ starvi, um eitt serligt føroysk flog­felag varð stovnað.« 10. apríl í 1967: SAS og Iceland Air gingin saman um Føroyaflúgvingina Lýsing frá SAS í Sosialinum bløðunum í 1967 1967: Uppskot til brúgv um Hvannasund, sum Fritjof Joensen hevur teknað