mikudagur 19. apríl 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45
16
Sosialurin
Tróndur Arge/Pætur Albinus
Fyri fyrstu ferð síðani 2006 er SÍ
FM vinnari hjá kvinnum. Tvær
ferðir upp í slag hava tær tapt í FM
finaluni, men hesa ferð bleiv tað
til gull. Eftir at hava vunnið fyrru
FM finaluna greitt 3-0, so varð
mótstøðan úr Kollafirið nógv betri
til seinnu FM finaluna. Hesa ferð
bleiv tað til ein 3-1 sigur, har serliga
nógv stóð á í fjórða setti.
Vit vóru klárar yvir, at KÍF fór
at spæla betri í dag. Vit gjørdu
eisini fleiri feilir, men tá tað stóð
nógv á, so kláraðu vit tað, Sólgerð
Henriksen.
Eftir finaluna kunngjørdi Helga
Nordendahl, at hon heldur ikki
fram at spæla á hægsta stigi.
Nú siga knøini stopp. Hetta er
ein stuttligur máti at enda upp á.
Vit hava verið nummar eitt í alt ár,
so eg haldi at hetta er uppiborið. Vít
vóru ikki so væl mannaðar fyri jól,
men síðani hevur tað sæð gott út,
sigur Helga Nordendahl.
KÍF góða byrjan
Seinna FM-finalan hjá kvinnum
varð spæld í høllini á Hálsi
leygardagin,
har
suverena
oddaliðið, Dráttur, sum fyrradagin
vann fyrru FM-finaluna greitt 3-0,
lá betur fyri enn mótstøðuliðið,
KÍF, at tryggja sær FM-gullið.
Søgan endurtók seg frá fyrru
finaluni í fyrsta settinum. KÍF
var á odda fyri tað mesta, men
tær megnaðu ikki at varðveita
leiðsluna, og tá ið Dráttur javnaði
við støðuna 17-17, kopppaði settið
teirra veg og tær vunnu tað 25-21.
Í øðrum setti kom KÍF aftur á
odda frá byrjan. 6-1 var støðan, og
hesaferð megnaði KÍF at halda fast
um leiðsluna, sum eina løtu var
heili 19-10. Hetta var fyrsta settið,
sum KÍF vann í FM-finalunum, og
tær vunnu tað 25-19.
Triðja sett var ógvuliga javnt.
Liðini fylgdust at kalla allan vegin,
men við støðuna 19-19 vísti Dráttur
seg at standa stinnari í avgerandi
løtuni. Dráttur gjørdi ikki mætari
enn at vinna seks teir næstu
bóltarnar, og við 25-19 vóru tær nú
á odda 2-1 í settum.
SÍ vinnur FM
Sum ikki einaferð, so kom KÍF eisini
betur frá byrjan í fjórða setti, men
hóast stóra leiðslu, 14-6, so bleiv enn
ein stór leiðsla til rúgvuna tveitt
burtur, og í einum sera tøttum og
spennandi enda á settinum var tað
Dráttur, ið var stinnari og vann 25-
23.
Við hesum vunnu tær finaluna
3-1, og av tí at tær eisini vunnu ta
fyrru, so kunnu tær úr Drátti nú
kalla seg føroyameistara fyri fyrstu
ferð síðani 2006. Tær hava verið
oddalið í meistaradeildini í alt ár,
so FM-heitið má sigast at vera væl
uppiborið.
Seinna FM finalan:
Dráttur – KÍF 3-1 (25-21, 19-25,
25-19, 25-23)Dráttur FM vinnari
fyri fyrst ferð síðani 2006
DRÁTTUR FM VINNARI
FYRI FYRST FERÐ
SÍÐANI 2006
Nú siga knøini stopp. Hetta er ein stuttligur máti at enda upp á, sigur 41 ára gamla Helga
Nordendahl, sum við FM gullinum um hálsin velur at gevast við flogbólti á hægsta stigi
FLOGBÓLTUR