mikudagur 19. apríl 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45
Tróndur Arge/Pætur Albinus
SÍ er FM vinnari hjá monnum, eftir
eina dramatiska FM finalu móti
Fleyr. SÍ vann fyrr finaluna 3-0 og
hevði góð kort á hondini undan
seinnu finaluni leygardagin, men
Fleyr reisti seg og vann 3-0. Sostatt
skuldi ein gylt sett til fyri at avgera
FM. Her vann SÍ 17-15, eftir at hava
verið aftanfyrio 14-12 eitt skifti í
gylta settinum.
Hetta er tað sum kann henda í
einum slíkum setti. Tað er torført
at siga hví vit vinna, men eg haldi
at tað eru teir, sum klára at stýra
nervunum betri, ið fara avstað við
tí, sigur liðskiparin hjá SÍ, Niels Erik
Anderson.
Fleyr blokkaði SÍ
Fleyr kom væl betur frá byrjan, har
serliga blokkurin og stríðshugurin
tóktist at vera betri enn í fyrru
finaluni
fyrradagin.
Hóast
SÍ
nærkaðist
ímóti
endanum
av
settinum, so var Fleyr omaná teir
síðstu bóltarnar og vann fyrsta
settið 25-18.
Góðu gongdina tók Fleyr við sær
inn í annað settið, har teir fyri tað
mesta vóru omaná, kanska serliga
takkað einum væl spælandi Jóhan
Arna E. Wang. Hóast settbóltar til
Fleyr, so svaraði SÍ aftur og javnaði
til 24-24, men havnaliðið helt
høvdið kalt og við 26-24 bleiv nú
2-0 í settum.
Tað gekk báðar vegir í triðja
setti, men aftur hesaferð var tað
Fleyr, sum stóð seg betur ímóti
endanum, og við 25-22 tryggjaðu
tær sær ein 3-0-sigur. Neyðugt var
tískil við einum gullsetti fyri at
avgera hvør skuldi fara avstað við
FM-gullinum.
Gullsettið
Í gullsettinum fekk Fleyr ta bestu
byrjanina. Teir løgdu seg á odda
6-3 áðrenn SÍ tók timeout. Hetta
hjálpti, tí løtu seinni var javnleikur
6-6, og SÍ fekk fyrstu leiðsluna við
støðuna 8-7. Fleyr svaraði tó væl
aftur og við støðuna 14-12 høvdu
teir tveir dystarbóltar.
Hóast
dystarbóltarnar,
so
megnaði Fleyr ikki at taka av.
SÍ vísti stóra sálarliga styrki, og
teir kúgvendu gullsettinum og
vunnu tað 17-15. Við sigrinum í
gullsettinum kann SÍ nú kalla seg
føroyameistara, meðan Fleyr fær
silvur.
Seinn FM finalan:
Fleyr – SÍ 3-0 (25-18, 26-24,
25-22). Gullsett: 15-17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
Hetta er tað mest spennandi eg havi verið við í samband
við FM. Eg havi vunnið fleiri, men hetta er tað besta. Orðini
eigur Ólavur Jensen, sum saman við SÍ vann gyltasetti og
FM í stórum dramatikki í høllini á Hálsi leygardagin
SÍ meistari við gullsetti
FLOGBÓLTUR