Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. apríl 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningarorð um Óla Mittún Petersen Á Mariumessu tann 25. mars 2017 andaðist okkara deiligi bróðir og svág­ur 78 ára gamal. Óli varð borin til garð sum elsti sonur av seks systkjum. Foreldrini vóru Klement Petersen kongsbóndi í Mittúni á Selatrað og Amalie Charlotta Johanna Simonsen, vanliga nevnd Malla, ættað av Høga­bóli í Saltangará. Malla var dóttur tann kenda vinnu­lívs­mann­ in Símun Simonsen, vanliga nevnd­ ir Símun á Høgabóli, og Johanne Sofie Simonsen, ættað úr Hoyvík. Tey seks systkini vóru: Marita, Óli, Símun, Hannelena, Egil og Sonja. Óli var sera ættarkærur og visti alt um ættarsambond í familjuni og flestu ættum í Føroyum. Minni hevði hann sum fáur og ivaðist tú hvaðani onkur kom frá, so varð bert at spyrja Óla, hann visti altíð hvaðani hesin ella hasin var frá, og hvørji foreldur/børn ella omma og abbi vórðu. Hann var sera hugnaligur at vitja, altíð visti hann okkurt at for­ telja, tað kundu vera hendingar, hann hevði upplivað/hoyrt um ella søgur úr ættini. Alt bleiv frásagt við einum smíli. Óli bleiv giftur við Fíu Joensen úr Vestmanna, og tá tey fluttu heim til Føroya eftir lokna útbúgving, bygdu tey sær eini snotilig sethús á Dalagøtu. Tey fingu tríggjar synir Petur, Klæmint og Regin og kundi hann gleðast um 10 abbabørn Barna- og ungdómsár hjá Óla vóru á Selatrað. Tá búleikaðust uml. 170 fólk í bygdini, og fekk hann um endan av bónda- og torvtíðini, alt var sum tað hevði verið í øldir. Einasta samband var til gongu um fjøll ella sjóvegis, fólk livdu í stóran mun av tí tey sjálvi kundi útvega sær av landsins grøði, so sum seyður, fiskur, eplir, torv, mjólk frá kúnni í kjallaranum. Men í 1958, tá Óli bleiv 19 ár, kom broyting í. Vegur og SEV kom til bygdina, alt broyttist, nú kundu fólk koma til lønandi arbeiði í grannabygdunum, torvskerin var stungin upp undir bitan og í mongum føri var kúgvin í kjallaranum avtikin. Óli var skjótur at laga seg til hesar nýggju tíðir, keypti sær lastbil og fór at arbeiða upp á vegagerðina til Selatrað. Óli bleiv ikki verandi á Selatrað. Hugurin til sjógvin dró og fór hann sín fyrsta túr á Suðurlandið við sluppini Carl í 1956. Skipari var tann kendi havnarmaðurin Alfred (Affi) Egholm. Seinni sigldi hann eina tíð við Austerlitz, har navnframi Bartal Kass var skipari. Eisini var hann ein túr við tí tá spildur­ nýggja stálbátinum Reynsatindi, sum Meinhard Djurhuus frá Gjógv førdi, hetta var í 1961 og bleiv hetta hansara seinasti túrur til skips. Hann fór í land, ætlanin varð at lesa til skipara, men hann stóð ikki sýnsroyndina og tí hálsaði hann um og fór í læru sum timburmaður hjá táverandi felagnum Lamhauge og Waagstein. Eitt gott val, tí hann var føddur við avbera góðum handa­liga evnum. Lærutíðina um­ talaði hann altíð við gleði og serliga lærimeistaran Gunnar, sum hann sá nógv upp til. Skjótt var Gunnar varur við, at hetta var ein unglingi, sum longu dugdi sítt handverk og gjørdi hann av at geva honum fulla løn alla lærutíðina. Teir blivu væl, skuldi okkurt smáting gerast heima hjá Gunnari, var tað oftast Óli, sum bleiv biðin um at gera hetta. Har var tað konan Alma, sum ráddi. Hana sá hann ikki minni upp til, tað skilafólk, sum hann málbar seg. Eisini hava børn og familjan notið gott av hansara handverki og orku at hjálpa. Eftir lærutíðina fór Óli til Haslev, at lesa verkfrøði og í 1968 var hann liðugt útbúgvin og fekk arbeiði hjá Phil og Søn og arbeiddi hann eina tíð har, m.a. við havnargerð í Hirtshals. Men longsulin at koma heim aftur á klettarnar var har og í 1972 flutti hann heim og fekk arbeiði hjá Mikkjali Helmsdal, lands­verkfrøðingi (nú Landsverk) og bleiv hann har til hann fór frá fyri aldur. Hjá Landsverkfrøðinginum bleiv hann settur sum leiðari av as­falt­verkinum og undir hans­ara leiðslu mentist góðskan og asfalter­ ingin av tí føroyska vegakervinum munandi. Eftir at vera komin heim aftur á klettarnar brúkti hann so at siga alla frítíð upp á garðin á Selatrað. Tað mundu vera fá vikuskifti, hann ikki var á Selatrað og bóndaðist. Serliga í lembingartíðini búði hann nærum í haganum. Innløgumaður var hann burturav. Kjøt, eplir, røtur, fisk og annað var egin framleiðsla. Eisini børn og onnur í familjuni nutu gott av hvat bóndagarðurin gav. Eisini bleiv hann vinnu­lívs­mað­ ur, tá hann og svágurin tóku stig til og settu parta­pening í bygging av smoltstøð á Selatrað og var hann nevndarlimur har í 20 ár. Óli arvaði húsini hjá abba sínum á Selatrað, sum fasturin sat í, og nú hann legði frá sær, eru húsini í besta standi, har alt er umvælt bæði uttan og innan saman við urtagarði og túni. Óli varðveitti sína barnatrúgv og hansara andaliga heim var Vest­ urkirkjan, har hann sunnumorg­nar hevði sín fasta sess! Ella sunnu­ dagar á Sela­trað í Sela­trað­ar kirkju. Vit, ið eftir sita sakna teg ómetaliga nógv, men sjálvandi er sorgin, sakn­urin størst hjá tær og tín­um, góða Fía. Vit biðja um, at hin Altvaldandi styrkir teg, tíni nærmastu og okk­ u­m øll! Símun bróðir og Høgni svágur KJAK FAG eigur at koma við dokumentatiónini Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í FAG Eg skilji ikki rætti­ liga boðskapin frá Før­oya Arbeiðs­ gevara­felag (FAG). Ella rættari: eg spyr­ji meg sjálvan, hvør er boð­skap­urin hjá FAG í roynd og veru? FAG sigur seg ikki hava broytt støðu viðvíkjandi fríari kapping. Samstundis heldur FAG fast við, at í fiskivinnuni frámæla tey kapp­ ing, men viðmæla í staðin fáar ak­ tørar við fríum serrættindum og brandskatting. Hetta samsvarar ikki við støðu­ takan­ina í 2016. Tá gjørdu ARTI­CON og SEV eina avtalu um eina stóra út­ bygg­ing á Sundi. Avtalan varð gjørd uttan útboð, og minnist meg rætt, so var FAG tá frammi og vísti á, at hetta var ikki skilagott. FAG vildi hava, at arbeiðini skuldu bjóð­ast út í fríari kapping við full­um gjøgnumskygni. Hevur FAG ikki broytt støðu, so má sigast, at hesi bæði dømini vísa, at FAG má hava minst eina tvístøðu, tá ið talan er um kapping. Er støðu­ takanin til kapping nú ymisk, alt eftir hvørjar vinnugreinar talan er um? Ella er tað ymiskt, alt eftir hvørjar fyritøkur talan er um? Fyri at styðja uppundir, at støðan hjá FAG er óbroytt, vísir felagið til tey generellu vinnusjónarmiðini úr ársfrágreiðingini frá 2010. Í 2010 sat eg i nevndini hjá FAG. Í samband við skriving av árs­ frá­greiðing fyri 2010 minnist eg einki til nakað kjak um eina fiski­ vinnunýskipan eftir 2017. Tá vóru tað onnur og meira aktuel mál, sum vórðu viðgjørd. Eitt av hesum málum var hugtakið tilfeingisgjald. Felagið við­gjørdi tilfeingisgjald og var av teirri fatan, at hetta boðaði frá onkrum ófrættakendum. Mælt varð til varsemi við at taka gjøld frá vinnuni á slíkan hátt. M.a. er ein yvirskrift í ársfrágreiðingini orðað soleiðis: ”Tilfeingisgjald er loysnin ella?” Tá ið FAG nú brúkar frágreið­ ing­ina frá 2010 til at grundgeva fyri støðu felagsins til kapping ella ikki kapping í einari nýggjari fiski­vinnuskipan, so er ikki grund­ arlag fyri hesum. Tann frá­greið­ ingin snúði seg als ikki um kapping í fiskivinnuni, men ein­ans um tað nýggja fyribrigdið, til­feingis­gjald, í verandi skipan. Í skrivinum á VP verður víst á, at kapping longu er í vinnuni. Í hesum sambandi verður víst til par­trol­ara­flotan, sum at kalla allur hevur skift hendur, og hvussu nótaflotin hevur tillagað seg frá at vera 20 skip til nú at vera sjey skip. Eg skilji tað soleiðis, at FAG við hesum vil geva hesari tillaging av flotanum æruna fyri nærum øllum framburðinum. Tað hevði verið áhugavert, um FAG vildi lýst henda pástandin nærri og víst á, hvussu tillagingin hevur verið í nótaflotanum, síð­ani núverandi skipan byrjaði. Til­lag­ ingin má taka útgangsstøði í støð­ uni, sum hon var, tá ið nú­ver­andi skipan byrjaði. Lógin um vinnu­ ligan fiskiskap kom í gildi 1994. Alt, sum var áðrenn, er óvið­komandi fyri tillagingina undir skip­anini. Í 1994 vóru mær kunnugt seks nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg, Krúnborg og Esther (ein frystitrolari). Í 2017 eru mær kunnugt sjey nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grót­in­ um, Norðborg, Fagraberg og Høga­ berg. Eg skal her heita á FAG um at koma við einari dokumentatión, fyri hvussu tey fáa tað til, at tað vóru 20 nótaskip, sum nú eru vorðin til sjey nótaskip. Samstundis sum henda uppgerð verður gjørd, eigur at verða gjørd ein neyv lýsing, sum vísir, hvussu nógv veiðuevnini hjá hesum flota undir einum eru broytt. Eg haldi, at tað hevði tænt trú­virð­ inum hjá FAG, at ein slík uppgerð bleiv send til fjølmiðlarnar, soleiðis at øll kunnu fyrihanda seg til ta so­ kallaðu tillagingina í hesum part­ inum av flotanum. – Eg skal her heita á FAG um at koma við dokumentatión fyri, hvussu tey fáa tað til, at tað vóru 20 nótaskip, sum nú eru vorðin til sjey nótaskip, skrivar Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í Føroyar Arbeiðsgevarafealg í viðmerking til grein undir heitinum: »Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki broytt støðu« Uppgerðin kann setast soleiðis upp: 1994 2017 Nøvn á nótaskipum : Samlað BRT : Samlað NT : Samlað longd x breidd x dýpd x HK :