mikudagur 19. apríl 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. apríl 2017 · Nr. 45
Antivinnusamgongan
Punktgjald Vágar: Punktgjald Norðoyggjar
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna
Tað er ófatiligt og
óskiljandi og søga
verður skrivað á
Tvøroyri í kvøld
um
samgongan
velur at fara ímóti
allari verkamannafjøldini í Føroy
um og koyra sítt uppskot ígjøgnum.
Síðstu tíðina hava vit ofta hoyrt,
at tað er skaðiligt um einstaklingar
fáa ov stórt vald. Dugnaligir reiðar
ar skulu steðgast, tí teir ikki skulu
fáa ov stóra ávirkan. Í staðin fyri
at gleðast um, at tað gongst væl, so
skulu fyritøkur, sum tjena pengar,
revsast. Um onkur stingur stavnin
framum, so skulu teir steðgast. Tað
verður enntá grundgivið við, at teir
eru vandamiklir fyri okkara land og
eru ein hóttan móti fólkaræðinum.
Somuleiðis skal stjórin í Betri
steðgast, so hann ikki fær ov stóra
ávirkan. Hann hevur fingið eina
sterka fyritøku við dugnaskapi,
men hendan samgongan lønar ikki
dugnaskapi. Her skulu fótonglar
leggjast út. Okkurt má gerast, so
stjórin í Betri ikki fær ov stórt vald,
og landstýrismaðurin i vinnumál
um arbeiðir við hesum nú.
Somu fólk, sum vilja steðga
dugnaligum reiðarum og dugna
ligum stjórum himprast ikki við at
geva landstýrismanninum í fiski
vinnumálum nógv víðari heimildir.
Hetta hóast vit ongantíð áður
hava sæð so massivan mótstand
ímóti tí, sum landstýrismaðurin
ætlar at gera. So seint sum í kvøld,
sóu vit í D & V umboð fyri vinnuna
tosa um møguleikan at leggja allan
flotan, um hetta uppskotið, sum
fyriliggur, verður lagt fyri tingið.
Landsstýrismaðurin
skilir ikki fiskivinnuna
Landstýrismaðurin
vísir
eitt
totalt manglandi forstáilsi og
virðing fyri okkara høvuðsvinnu.
Hvussu oftani hevur føroya fólk,
ikki staðið model til, at hoyra
landsstýrismannin siga, at hann
ikki skilir ymist, sum verður ført
fram av øðrum pørtum. Fiskivinnu
nýskipanaruppskotið hevur verið
til hoyringar hjá vinnuni, men sum
tað ljóðar á landstýrismanninum,
so verður ikki talan um avgerandi
broytingar. Hetta er eisini væl skilj
andi, tí okkara fiskivinna hevur
ongantíð tjenað so nógv sum nú,
og tað tolir hendan samgongan
ikki. Tað hevur gingið so væl sum
ongantíð áður og hetta fullkomiliga
uttan at hvørki Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldi ella Framsøkn hava havt
so mikið sum ytsta liðin av fremsta
fingri við í spælinum.
Í kvøld eru samgongan og land
stýrisfólk á Tvøroyri fyri at fáa tað
síðsta uppá pláss. Spennandi verð
ur at frætta um umboðini hjá Javn
aðarflokkinum á Tvøroyri og Fram
sókn fara at hokna í kongunum og
atkvøðu fyri, hóast tey eru ímóti.
Marjus Dam,
fyrrv løgtingslimur
Tá øll onnur í
Føroyum
gjalda
vegskatt fyri at
koyra eftir vegum
í Føroyum, so má
tað sama verða
galdandi til Vágar og Norðoyggjar.
Annars verður borgarin viðfarin
ymiskt, alt eftir hvar í landinum
hann býr. Og tað er grundleggjandi
skeivt.
Roynd verður nú gjørd frá
politiskari síðu at gera útjaðaraøkir
til avgjaldsøkir. Tað síggja vit, at
núverandi samgonga roynir at
gera. Undanførslur og lygnir verða
nýttar, fyri at renna undan púra
greiðum avtalum og samtyktum
á Føroya Løgtingi. Fjølmiðlarnir
verða eins og dukkur í dukkuleiki
misnýttir av landstýrismanninum.
Nógv demokratisk princippir verða
brotin. Løgtingslógir verða brotnar.
Avtalur verða brotnar. Politiski
myndugleikin ger, at útjaðaraøkir
verða verri fyri enn onnur økir,
og borgarar verða verri fyri, tí teir
búgva í ávisum økjum. Tað mest
grundleggjandi í okkara demokratii
er júst at halda gjørdar avtalur og
tryggja, at allir borgarar verða eins
fyri lógini.
Um stutta tíð verður punktgjald
eisini kravt av Klaksvík. Somu
lygnir og undarførslur verða helst
nýttar enn einaferð. Er hetta
útjaðaraøkispolitikkurin í Føroyum
ídag?
KJAK
TILTØK
LÝSINGARTORG
MERKISDAGAR
KFUK í Havn
Leygardagur 22. apríl kl. 10.00 í
KFUK: Útiruddingardagur.
Mánadagur 24. apríl kl. 15.00 í
KFUK: Seinnapartsamkoman, Inga
Foldbo Hjalnafoss sigur frá sínum
arbeiði á einum evangeliskum
Lutherskum kleystri í Týsklandi.
Adventistakirkjan
Leygardagin 22. april 2017
Kl. 10 Sabbatsskúli: Edvard
Andersen
Kl. 11 Gudstænasta: Aase Bømler
Frelsunarherurin
Tórsgøta 19, Tórshavn:
Hósdagur 20.4 kl 20.00
Heimaforbund
Sunnudagur 23.4 kl 11.00
Halganarmøti. Randi S. Frøyseth
talar. Kollekt til Vennskapsaksjonen.
Sunnudagur 23.4 kl 14.00
Sunnudagsskúli
Sunnudagur 23.4 kl 18.00
Evangeliskt møti. Bjørn Ove
Frøyseth talar.
Mánadagur 24.4 kl 17.00 Club 7up
KFUM & K
Vika 16
Hósdag Kl.17.30 Juniormøti fyri tey,
sum eru frá ca. 5. - 7. flokk. Allir
juniorar og foreldur fáa sms. Um
onkur ikki fær sms, sms'a so navn
og nr til 212480
Kl.20.00 – 21.30 Gospelkórið “Sola
Gratia” venur
Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli.
Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera
aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum
aldri, foreldur, ommur, abbar, øll
vælkomin. Barnakórið venur aftaná
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Møti við Øssur Kjølbro
Evni: ”Reis Jesus veruliga upp”
Barnaansing eru undir møtinum
Kl.20.30 Ungdómsmøtið við Tótu
Akursmørk. Evni: ”Elisa” Vitja okkum
eisini á facebook: kfum&kklaksvik
Øll hjartaliga vælkomin
Keldan, Skálafirði
Hósdagin kl. 10:30-13, Mammukafé
Leygarkvøldi kl. 20, Awake við
Bjørgfinni og Ingibjørn
Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við
Búgva Olsen
Barmamøti kl. 11.
www.keldan.fo
Meinigheitshúsið í Havn Vika 16
Hósdagin, kl. 20, Ungdómsmøti við
Alfred Olsen, Evni: Daglig bøn og
bíbliulesnaður. Hvussu geri eg?
Sunnudagin, kl. 14, Sunnudagsskúli,
kl. 17.30 Bønarløta, kl. 18, Møti við
Jógvan Reynslág www.meinigheit.fo
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn.
Møtir um páskini
Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30
Øll hjartaliga vælkomin.
Gudstænastur 21. apríl:
Hvannasunds kirkja,
ungdómsguðstænasta, Jóannes
Purkhús, kl. 20.30
Gudstænastur 23. apríl 2017
1.s.e.páskir
Havnar kirkja kl 11.00
Uni Næs, dómpróstur Talvan gongur
fyri KFUM -KFUK
skótarnar
Elduvík kl. 11.00 við altargongd:
Marjun Bæk
Hellurnar kl. 14.00 við altargongd:
Marjun Bæk
Funningsfjørður kl. 15.30 við
altargongd: Marjun Bæk
Tvøroyrar kirkja kl. 11 Jónsvein Bech
Viðareiðis kirkja, konfirmatión,
Jóannes Purkhús, kl. 12.00.
Hvannasunds kirkja, lestur, kl.
12.00. Tjørnuvíkar kirkja, Bergtórur
H. Bjarkhamar, kl. 12.
Sumba 12.30: Altargongd. Jens
Mortan Mortensen.
Vesturkirkjan kl. 11.00: Derhard
Jógvansson
Norðskála: kl. 11 konfirmatión Emil
Olsen.
Christianskirkjan kl.11.00 Lestur
Haraldssund kl.11.00 Hanus á
Gørðum altarg.
Konfirmantar í Kirkjuni
við Norðskála 23.
apríl kl. 11.00.
Prestur: Emil Olsen.
Av Eiði:
Filip Kruse Johansen. Dagurin verður
hildin í miðhøll skúlans frá kl. 15.
Silja Jansdóttir Eidesgaard,
Kolshjallar 9. Opið hús frá kl. 17.
Marjun Høgnesen, Úti á Bø 86. Opið
hús frá kl. 14.
Annelisa Martinsdóttir Kúrberg.
Dagurin verður hildin á gamla
hotellinum á Eiði frá 15.
Dianne Madayag Mørkøre. Dagurin
verður hildin í EB-húsinum frá 15.
Úr Svínáum:
Gunnar Yong Samuelsen,
Steinavíksgøta 4. Opið hús frá kl. 15.
Frá Norðskála:
Jóhan Jennýarson Samuelsen,
Lyngvegur 8. Opið hús frá kl. 17.
Siri Joensen, Heiðavegur 16. Opið hús
frá kl. 17.
Ida Potts, Mýrivegur 21. Opið hús frá
kl. 15.
Jóna á Stongum, Heiðavegur 6. Opið
hús frá kl. 17.
Lív Hammershaimb Thomsen,
Mýrivegur15. Opið hús frá kl. 17.
Av Oyrarbakka:
Suni Sølvá, Skúlavegur 13. Opið hús
frá kl. 17.
Brynja Mortensen, Oyrarbakkavegur
31. Opið hús frá kl. 17.
Av Oyri:
Heri á Marknagili Debes. Dagurin
verður hildin á hotellinum á Oyri fra
kl. 17.
75 ára føðingardagur
2. mai 2017 fyllir Hans Pauli
Jacobsen av Eiði, búsitandi í
Runavík 75 ár. Dagurin verður
hildin í EB-Húsinum á Eiði
leygardagin tann 6. mai frá kl.
13 – 18. Tey, sum ynskja at halda
dagin saman við honum, eru
hjartaliga vælkomin, og kunnu
boða Marin frá á telefon 25 72 67
ella 42 30 70 áðrenn 1. mai.
80 ára føðingardagur
Leygardagin 29. apríl verður
Agnas Jakobsen 80 ár. Dagurin
verður hildin á Panorama Hotel
Hafnia frá kl 10 - 14. Øll eru
hjartliga vælkomin.
90 Ára føðingardagur
10. mai fyllur Esther K Berg
90 ár, dagurin verður hildin
í hølinum hjä pizzaria á
Tvøroyri. Opið hús er frá kl
13-17 øll eru Vælkomin.
Diamantbrúdleyp
16. apríl høvdu Eldrið og Per
Jacobsen diamantbrúdleyp.
Dagurin verður hildin
nú leygardagin 22. apríl í
kjallaranum í Elim í Søldarfirði
frá kl. 17,00 tann sum ynskir
at heilsa uppá er hjartaliga
vælkomin
Eldrið og Per
Arbeiði
Grava v.m
Grava, tun, urtagard, v.m. Tlf 224910
Toyota Avensis og Toyota Camry Til sølu
224910
Arbeiði
Smáveg. umvæling/viðlíkahald kann ger. fyri
privat og smærri fyritøkur, helst í Havn, td.
rudding, burturbeining, skelting, timbur, el,
urtagarðar o.a.
Tlf 275946
B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum
alt timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð,
skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn okkum!
B.H.C smíð
tlf. 218991
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið
24. apríl2017 kl. 19. Øll hjartaliga vælkomin.
EB-Streymur
Býli í Føroyum
Garaga á Argjum til leigu.
27 m2 garaga til leigu á Argjaboða 1500 kr/mð.
287580/317580/517580
Býli ynskist til leigu
Vit eru eini hjún við einum barni, sum leita
eftir bústað í Tórshavn, frá 1.mai, max 8000
írkn. øllum. Vit eru friðalig og gjalda til tíðina.
Marianna
288246
Fundir
Epileptikarafelagið Føroyar
Aðalfundurin verður 2. mai kl. 18. í MBF
Húsinum. Skrá samb. Lógum felagsins. Nevndin
Aðalfundur
Djóraverndarfelagið hevur aðalfund leygardagin
29.apríl, kl 15, í KFUM, Hoydalsveg 6, Tórshavn.
Skrá sambart lógum felagsins.
Húsarhaldstól
Leiga hvítvørur við keypsrætti
Vaskimaskinur,turkitrumlur,uppvaskimaskinur,ko
mfýrar og vaski/turkimaskinur .Einki depositum
ókeypis útkoyring um alt landið sí megna.Fo
Megna v/ Guttorm Mortense tlf 251160