Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 4 MANGT OG HVAT Mangan verður sagt um tilkomnar journalistar, at tey eru nøkur gomul grenj. Hetta er helst rætt, men spurningurin er um ein bert skal gevast at grenja tí árini eru farin at telja eitt sindur meira. Vit tosa um kritiskan journalistik. Sjálvur haldi eg, at hetta er ein dupult konfekt, tí orðið kritiskur er óneyðugt. Journalistikkur er í sínum útgangstøði kritiskur. Tað vil siga, at journalistar seta spurningar til tað, sum hendir og hava eina kritiska tilgongd til ymiskt, sum verður ført fram. Tað skulu vit hava. Men at vera kritiskur vil ikki siga, at ein bert er negativur. Kritiska tilgongdin skal noyða makthavararnar í hesum landi at fyrihalda seg til tær avgerðir, sum tey taka. Vit finna okkum ikki í svarum sum “at soleiðis er tað, tí tað hava vit avgjørt.”. Vit vilja hava skilagóðar og gjøgnumskygdar grundir fyri teimum avgerðum, sum makthavarar taka. Og heldur onkur, at tá ið eg skrivi makthavarar, so hugsi eg bert um politikk og almenna krakkaveldið, so er svarið, at hetta er minst líka nógv galdandi fyri tey, sum ráða fyri borgum í stórum almennum partafeløgum eins og í stórum privatum feløgum. Her á síðuni fari eg at finnast at ymiskum, sum eg haldi eigur at vera øðrvísi, men eg skal sjálvandi deila rósur út til teirra, sum gera ymiskt, sum er rós vert. Í hesi vikuni eigur Kringvarpið rós fyri at hava sent fólk til Tvøroyrar at fylgja samgonguni, nú hon stríddist við nýskipan av fiskivinnuni. Eitt fløkt mál, sum hevur verið ein sera long prosess. Hesum skal Kringvarpið fylgja, eisini tá ið allur bandin fer suður á Seglhúsloftið á Tvøroyri at samráðast. Men sami stovnur skal eisini hava pískin. Manglandi politikkur um, hvussu sjónvarpsfólk skulu vera ílatin, tá ið tey koma inn í stovurnar hjá fólk, er eyðsýndur. Ferð eftir ferð hendir tað, at framstandandi sjónvarpsfólk, koma inn í mína stovu í vásaklæðum. Tað vil eg ikki hava! Tað er ikki serliga kurteisligt og so hevur tað eina ringa ávirkan á, hvussu tann boðskapur journalisturin roynir at miðla, kemur fram. Heaferð var tað mín góði vinur Rólant Waag Dam, sum ikki var ílatin, til sítt arbeiði. Leiðslan eigur at taka sær av hesum. Kravið er ikki, at øll skulu vera eins vælklødd og Johnsigurd ella Bogi, men at tey eru hampiliga ílatin, tá ið tey støkka inn á gólvið hjá fólki. Hygg at sjónvarpsreportarum aðrastaðni. Uttan mun til hvar tey eru, so eru tey hampiliga ílatin, tí tey vita, at eru tey ikki tað, so er verri at fáa boðskapin út. Ongin grund er til at gera tað til nakað serføroyskt, at Kringvarps- journalistarnir ganga vásaklæddir, tá ið tey skulu á skermin. Hetta fyribrygdi eigur ikki at vera her hjá okkum. Og lat vera við at billa mær inn, at hetta er ungt og smart. Tað er tað ikki og tað gongur út yvir fakligheit og miðling. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Um Løgmaður ikki kann stýra Kristin Michelsen og javn­að­ar­ flokkinum, so megnar hann heldur ikki at stýra landinum. Tað luktar av nýval! Nú eri eg spentur uppá eina føroyska Prison Break seriu Um orðið sigur Sprotin: 1 ein ið situr í fongsli (fyri lógarbrot) 2 (herm.) ein ið verður havdur í fangilsi hjá mótparti (t.d. hervaldi), hertikin maður, herfangi; taka ein fanga; sms. t.d. her-, revsi- Týsdagin fór samgongan til Suðuroynna í royndini at finna semju um fiskivinnunýskipanina. Semjan skuldi kunngerast í seinasta lagi mikudagin klokkan 17.00, men tað eydnaðist ikki. Fangi rýmdu úr varðhaldinum úr Mjørkadali mikudagin um 17.00 mundið. Løgreglan fann 37 ára gamla mannin 16 tímar seinni í Kaldbak. Fyrstu finalurnar vórðu spældar mikudagin. Hjá kvinnunum vann Kyndil á Neistanum, hjá monnunum vann H71 á VÍF. Malan Mohr varð afturvald sum forkvinna í Alzh­eimersfelagnum. Stjórin í Skyn, Jón Simonsen, fór í vikuni úr starvi. Dia Midjord, kringvarpsstjóri, fer ikki at søkja stjórastarvið aftur, tá ið tað verður lýst leyst í næstum. »Fangi« Á, ja! MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fleiri parkeringspláss skulu skipast á Vestaru Bryggju í Havn 297 Ivaleyst hevur mest verið tosað og skrivað um hendingina í Mjørkadali mikukvøldið, tá ið ein fangi í varðhaldinum slapp sær til rýmingar. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-15 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s Fríggjadagin verður upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10-15 m/s. Vindurin minkar niður í 5-10 m/s seinni um kvøldið. Sólin sær, men møguleiki er eisini fyri ælum. Hitin fer at liggja millum tvey og fimm stig. Um náttin fer hitin niðurum frostmarkið. Sunnudagin veksur vindurin upp í 8-13 m/s av norðri. Sunnukvøldið og sunnunáttina veksur hann upp í 20 m/s. Samdrigið og regn, men seinni klárnar. Hitin alt døgnið fer at liggja millum tvey og fimm stig Andøvsgul av útnyrðingi, 5-10 m/s, sum seinni minkar niður 8 m/s ella minni. Sólin sær, men møguleiki er eisini fyri ælum. Hitin alt døgnið fer at liggja millum tvey og fimm stig. 5-10 -8 -20 Vikuliga glepsið – hesaferð eftir klæðunum hjá kringvarpsfólki Visti tú? at Eivør hevur verið beinleiðis í BBC?