hósdagur 20. apríl 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. apríl 2017
sosialurin 46
3
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1970:
Útvarpið
13 ár
Niels Juel Arge, útvarpsstjóri
Sosialurin 7. februar í 1970: »Í
gjár vóru liðin 13 ár síðani Út
varp Føroya byrjaði regluligar
sendingar.
Teir hava havt ein 5 kw
sendara síðani teir byrjaðu, og
nú eru menn farnir undir at
seta upp tríggjar FM-støðir.
Hesar støðir eru skipaðar so,
at tær seinni kunnu senda fjar
sýnssendingar, og somuleiðis
senda tónleik í stereo.
Fyri at senda tónleik í stereo
verður tó neyðugt at umbyggja
studio. Her kann leggjast aft
urat, tá útvarpið tekur upp
tónleikasendingar, verða tær
allar tiknar upp í stereo. Hesar
upptøkur kunnu sendast í
mono, men ger tað møguligt at
nýta tær tá tað verður aktuelt
við stereosendingum.
Tá útvarpið fór undir reglu
ligar sendingar í 1957 vóru trý
fólk knýtt at útvarpinum. Í dag
eru sjey mans umframt stjóra.
Harafturat koma teknikarar og
hjálparmenn.
Útvarpið hevði ikki sam
band við nakra tíndastovu
fyrstu árini, men nú ahva teir
samband við NTB og Ritzau.
Harumframt eru tíðindamenní
Grønlandi og Íslandi.
Fyrgyklar trupulleikar
um landsstýrissess
SOSIALURIN 1970
1970: Tað einasta, sum vist er viðvíkjandi nýggjum landsstýrismanni er, at
Løgtingið kemur saman til fundar 27. januar, og tá hevur Javnaðarflokkurin
greitt, hvør tað verður, sum skal taka landsstýrissessin
S
osialurin skrivaði soleiðis 10.
januar í 1970:
»Aftan á at Villi Sørensen,
landsstýrismaður, er deyður, hevur
verið gitt, skrivað og tosað nógv um,
hvør hann verður, sum kemur at
taka sess hansara í landsstýrinum,
tað sum eftir er av hesum valskeið
inum, t. v.s. til heystar.
Sum vera man verða nøvn nevnd,
persónar sum á einhvønn hátt eru
knýttir at Javnaðarflokkinum, verða
nevndir sum landsstýrismannaevni,
men higartil eru ongar avgerðir
tiknar í Javnaðarflokkinum.
Tað skilst eisini á onkrum av
bløðunum, at teir framvegis royna
at penta søgur saman, sum ikki
hava hald í veruleikanum. Flokkur
in hevur, sum rætt er, í hesum val
skeiði mist menn, sum serliga hava
verið frammi í politikkinum, menn
sum J. H. Dabjørg, P. M. Dam, P. K.
Mouritsen og nú Villi Sørensen, ið
hava havt avgerandi týdning sum
politiskir oddamenn floksins.
14. September roynir at fyrigykla
sær og lesarum sínum, at Javnaðar
flokkurin hevur ikki fólk at seta fyri
teir, ið farnir eru. Tað mátti verið
nóg strævið hjá Tjóðveldismonnum
at hildið skil á tí klandri, sum er inn
an fyri Tjóðveldisflokkin. Javnaðar
flokkurin hevur, ið hvussu er, ongan
kunnleika til trupulleikar, sum 14.
September diskar upp við.
Tað einasta sum er vist, er tað, at
løgtingið kemur saman til fundar 27.
januar, og tá hevur Javnaðarflokk
urin greitt, hvør tað verður, sum skal
taka landsstýrissessin.
Lógarliga
er
fyriskrivað,
at
starvstíð landsstýrissins fellur sam
an við valskeiði løgtingsins. Verður
embætið sum løgmaður ella lands
stýrismaður ósett í valskeiðinum,
velur løgtingið nýggjan mann í
landsstýrið fyri ta tíð, sum eftir er
av valskeiðinum. Tað einasta sum
er kravt er tað, at tað í minsta lagi
skulu vera tveir landsstýrismenn
afturat løgmanni í landsstýrinum,
og tá so er, er tað ikki neyðugt hjá
løgmanni at leggja uppskot fyri løg
tingið, um landsstýrismaður fer frá
ella doyr, men í hesum føri verður
tað so í øllum førum so, at landsstýr
ismaður verður settur.
Javnaðarfeløgini kring Føroyar
hava seinastu tíðina havt fundir og
viðgjørt støðuna. Okkurt av feløgu
num er komið við uppskoti til nýggj
an landsstýrismann, men verður
ikki tikin nøkur endalig støða, fyrr
enn floksleiðsla Javnaðarfloksins
kemur saman, helst í komandi viku,
um hvør, ið skal vera eftirmaður
Villa Sørensen í landsstýrinum.
Landsstýrið hevur gjørt av, at
løgmaður, Kristian Djurhuus og
landsstýrismenninir, Jákup Linden
skov og Sámal Petersen skulu taka
sær av teimum málum, sum Villi
Sørensen hevði undir sær, til nýggj
ur landsstýrismaður er settur.«
»Útvarpsnevndin hevur samtykt at biðja
landsstýrið um at skipa fyri projektering av
nýggjum útvarpshúsum á Glaðsheyggi.
Her er talan um 1. byggistig, sum eru
útvarpshús. 2. byggistig verður helst, eftir hvat
ið frættist leikskáli, og triðja stig sjónvarpshús.
Samlaða senditíðin í tímum hjá útvarpinum
er vaksandi.
Í 1961 var samalaða senditíðin 838 tímar,
móti 1430 í 1968. Her kann verða nevnt, at í
1961 vóru tónleikasendingar 28 pst. av samlaðu
senditíðini, móti nú 44 pst. Tíðindasendingar
nar tá vóru 16,0 pst. móti nú 13,5 pst.
Hesi tøl eru minkaði nakað síðani útvarpið
byrjaði, og er ein orsøkin tann, at tað eru fleiri
og meiri fjølbroyttar sendingar nú.«
Tað at Villi Sørensen, landsstýris
maður, doyði 46 ára gamal nýggj
ársdag í 1970 var beinleiðis or
søkin til, at Atli P. Dam kom upp í
føroyskan politikk.
Fyrsta politiska starvið hjá Atla
P. Dam var sum landsstýrismaður
frá 8. mars til 10. desember í 1970, tá
hann gjøtdist løgmaður. Atli Dam
varð valdur á ting fyrstu ferð 8.
november í 1970.
Atli Dam avloysti Villa
Sørensen
Landsstýrið við Sámali Petersen, Kristiani Djurhuus, Jákupi Lindenskov og Villa Sørensen kom bert at virka í eitt
gott ár. Myndin er tikin, tá landsstýrið varð umskipað í oktober í 1968, eftir at Petur Mohr Dam, løgmaður, var
deyður og Kristian Djurhuus tók við sum løgmaður. Tá komu Jákup Lindenskov og Villi Sørensen í landsstýrið og
Sambandsflokkurin fekk løgmann
5
Sosialurin 7. februar í 1970:
Nýggj útvarpshús á Glaðsheyggi
Í 1970 vóru ætlanir um at byggja
útvarpshús á Glaðsheyggi í Havn