Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 PERSÓNSSØGA Jóhan Jógvansson: SOSIALURIN 42 FRÍGGJADAGUR 7. APRÍL 2017 TOLIÐ HONGUR Í EINUM KLØNUM TRÁÐ – Tað er alla tíðina ein stríður streymur av einstaklingum, ið koma alt døgnið og ganga og mala allastaðni í bygdini. Tað er ikki ein løta, tá eingin fremmandur er her, og tað er tað, ið ger lívið í Saksun óúthaldiligt. Tað sigur Jóhan Jógvansson, bóndi í Dúvugørðum í Saksun, ið er um at missa tolið við ferðafólkum HALLUR AV RANA V øksturin í talinum av ferðafólkum til Før­ oyar seinastu árini hev­ ur verið lýstur sum ein dundrandi sigur fyri føroyska sam­ felagið eftir, at politiska skip­anin fyri nøkrum árum síðan endur­ stovnaði almenna ferðaráðið undir navninum Visit Faroe Is­lands. Aðalendamálið hjá endur­stovn­ aða stovninum var at markn­að­ar­ føra Føroyar í umheiminum og harvið fáa fleiri ferðafólk til klett­ arnar, og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur eydnast til lítar. Við átøkum sum Un-brand­ið, Instagram-takeovers, summar­ filminum, vetrarfilminum og SheepView hevur tað eydnast ferða­ráðnum at seta Føroyar á heims­kortið, og hevur talið av ferða­fólkum sett met á hvørjum ári síðan 2012. Um at missa tolið Men tað eru ikki øll, ið eru eins fegin um vøksturin av ferða­fólk­ um, og javnan hava røddir verið frammi seinastu árini um, at smá støð sum Mykines, Gásadalur, Saks­un, Tjørnuvík og onnur ikki eru klár til økta og óskipaða ferða­ fólkastreymin. Ein teirra, ið fleiri ferðir hevur tikið til orðanna og gjørt vart við keðiligu avleiðingarnar av økt­ari ferðavinnuni, er Jóhan Jógvans­ son, bóndi í Dúvugørðum í Saksun. – Tað er vorðið púrt ørt við øll­ um ferðafólkunum, ið koma til Saksunar. Okkurt má henda og tað má henda nú, tí hetta gongur ikki leingi aftrat, sigur Jóhan Jógvans­ son, tá hann verður spurdur hvussu støðan er við ferðafólkum í Saksun. Ikki nýtt Tað at ferðafólk leita sær til Saks­ unar er ikki nakað nýtt. Bygdin er millum tær vakrastu í landinum, og er løtt at koma til hjá ferðafólkum, ið búgva í høvuðsstaðnum, ella eru komin við Norrøni ella av flog­vøll­ inum. Tískil hava ferðafólk altíð leitað sær til bygdina. – Her hava altíð verið nógv ferðafólk í Saksun. Men seinastu tvey árini er tað farið yvir um alt mark. Tað kemst av, at tað eru fleiri ferðafólk, men mest tí slagið er broytt. Tá eg var smádrongur, so var tað nógvir jeppar og húsvognar, ið máttu vera her nakrar tímar, tí Norrøna fór til Noregs. Men teir komu, steðgaðu nakrar tímar, og fóru so avstað uttan at gera nakað ser­ligt um seg, greiðir Jóhan Jógvans­son frá. Harumframt er tað heldur ikki nakað nýtt, at Saksun er eitt væl dámt ferðamál hjá teimum, ið skipa fyri bólkaferðum. – Tað hevur altíð verið ein part­ ur av gerandisdegnum í Saks­un. Tá ein bussur kemur til bygd­ina, so veit man, at næsta kor­terið er eingin friður, men so er tað yvir­ staðið, sigur Jóhan Jógvans­son. Óúthaldiligt Seinastu tvey árini er talið av ferða­ fólkum vaksið nógv, og bóndin hevur serliga lagt merki til, at eitt nýtt slag av ferðafólkum leggur sær leiðina til Saksunar. – Tað eru einstaklingar, ið koma í leigubilum. Tað er alla tíðina ein stríður streymur av einstaklingum, ið koma alt døgnið og ganga og mala allastaðni í bygdini. Tað er ikki ein løta, at eingin fremmandur er her, og tað er tað, ið ger lívið í Saksun óúthaldiligt. So hvørt sum tað fyllir meira meira í gerandisdegnum, minkar tolið, og nú hongur tað í einum klønum tráð, sigur Jóhan Jógvansson. Órógvar gerandisdagin Av teimum sjey íbúgvunum, ið sambært Hagstovu Føroya búðu í Saksun 1. februar 2017, er tað kanska serliga Jóhan Jógvansson, ið verður órógvaður í sínum dagliga virki av nógvu ferðafólkunum. Í 2011 tók Jóhan Jógvansson við festinum í Dúvugørðum eftir pápa sínum, og hevur síðan keypt tvey festir aftrat í bygdini, soleiðis at hann í dag eigur trý av teimum fýra festunum í bygdini. Við 710 áseyðum, ið hoyra til festini, er bóndin í Dúvugørðum helst størsti seyðabóndi í landinum. – Eg eri uppvaksin í bygdini og eri av tí fatan, at umstøðurnar til seyðahald í Saksun eru kanska tær bestu í landinum. Tí havi eg eisini frá byrjan av ynskt at skipa vinnuligt seyðahald her í dalinum. Tí um tað ikki ber til her, so ber tað ikki til nakrastaðni í Føroyum, sigur Jóhan Jógvansson. Tað var eisini við vinnuligum seyðahaldi í huga, at Jóhan Um hvørt bygdar­fólk fekk eitt oyra, so hevði tað verið lættari at góðtikið, at onkur stendur og gløðir inn gjøg­num vindeyga ella fer inn í hjallin at sneyta«