hósdagur 20. apríl 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
7
Jógvansson tók við fyrsta festinum
í 2011.
– Tá gjørdi eg greitt, at vinnuligt
seyðahald var tað eg ynskti, og
visti eg tá, at um eg varð tvungin
at halda fram eftir sama gamla
leistinum, so mátti eg gevast aftur,
sigur Jóhan Jógvansson.
Forkunnugt
Øll sum hava havt útlendskar gestir
á vitjan í Føroyum vita tó, at tað
eru fá ting í føroysku náttúruni, ið
bergtekur útlendingar úr alheims
stórbýum meira enn fýrbeinta,
ullinta djórið, ið sæst ganga á fjøll
um, á bønum og enntá millum hús.
Tí kemur tað eisini meira enn
so fyri, at íðinskapurin hjá ferða
fólkum at fáa ta bestu myndina
av seyðum og náttúruni, órógvar
arbeiðið hjá bóndanum í Dúvu
gørðum.
– Tað hendir av og á, at seyður
kemur inn á bøin, og neyðugt er at
reka hann út um bøgarðin aftur.
Um raksturin tá kemur framvið
ferðafólkum, so er tað mangan, at
tey renna fram um fylgið fyri at
taka eina mynd, har tey fáa bæði
meg, hundin og fylgið við. Tað ger
tað so nógv verri at fáa seyðin har
man ætlar sær, tí tey standa í vegin,
sigur Jóhan Jógvansson.
Seinastu dagarnar hevur eisini
eitt nýtt fyribrigdi víst seg í bygd
ini, ið bóndin tó leggur dent á er
púra óvanligt, og sum hann vónar
ikki endurtekur seg.
– Tríggjar ferðir seinastu tveir
dagarnar hava ferðafólk runnið
eftir ónum og teirra lombum mitt
í lembingini, í royndini at fáa eina
betri mynd. Í tveimum førum hev
ur talan enntá verið um tvílembur.
Slíkt hava vit aldrin sæð áður, sigur
Jóhan Jógvansson.
Jagstra góðu myndina
Sum í flest øllum øðrum lívsins
viðurskiftum, so er tað tó ymiskt,
hvussu fólk bera seg at, og Jóhan
Jógvansson leggur eisini dent á, at
tey flestu, ið vitja bygdina, duga at
bera seg at og eru ikki til so stóran
ampa fyri tey, ið búgva og virka í
bygdini.
– Stóra fjøldin kemur, steðgar
á parkeringsplássinum í bygdini,
gongur ein lítlan túr oman til
kirkjuna og nesið, og fara so avstað
aftur. Tey gera ongan skaða hvørki
so ella so, sigur Jóhan Jógvansson.
Men tað er ein ávísur bólkur av
ferðafólkum, ið bóndin metir er
serliga til ampa fyri bygdafólkið.
– Man sær tað á teimum, tá tey
koma, tí tað eru tey, ið hava størsta
myndatólið og linsuna, ið eru tey,
ið fara allastaðni. Í teirra jagstran
eftir tí bestu myndina ganga tey
har tey vilja, og órógva heimafriðin
hjá bygdarfólkinum. Tað ber nóg
illa at fara út um dyrnar uttan at
verða avmyndaður, sigur Jóhan
Jógvansson.
Inn í túnið
Tað er nevniliga ikki bara í sínum
dagliga yrki sum bóndi, at Jóhan
Jógvansson hevur ampa av ferða
fólkum, ið ynskja júst tí røttu
myndina.
– Vit búgva í norðastu húsinum
í bygdini, og er tað soleiðis, at ein
vegur er niðan til okkara hús. Nógv
koyra niðan her fyri at venda, men
so eru tað eisini tey, ið koma til
húsini, tí tey vita, at útsýnið yvir
vatnið og út á hav er best har,
greiðir Jóhan Jógvansson frá.
Vegurin uttan fyri húsini er
almennur vegur, so tað er ikki
nógv, ið Jóhan Jógvansson kann
gera við tað, men ferðafólkini við
myndatólunum lata sær ikki lynda
at standa á vegnum.
– Hóast vit hava ein rimagarð
runt húsini, og eitt portur inn í
túnið, so tykjast fólk ikki taka
hædd fyri tí. Tey koma heilt inn í
túnið hjá okkum, og man kann altíð
vænta at møta fremmandafólki í
túninum. Mong teirra fara eisini
allan vegin gjøgnum túnið einar
50-60 metrar. Alt fyri eina mynd,
sigur Jóhan Jógvansson.
Vælumtókt summarhús
Nærhendis heiminum hjá Jóhan
Jógvansson og familjuni standa,
oman móti vatninum, eini lítil,
gomul summarhús, ið flestu fólk
ikki kendu fyri nøkrum árum
síðan.
Eingin vegur er til húsini,
men atkomurættur er lýstur yvir
grundstykkið hjá Jóhan Jógv
ansson, soleiðis at eigararnir av
summarhúsinum hava atgongd
til húsið gjøgnum túnið hjá bónd
anum.
Tað hevur virkað væl, tí eingin
hevur víst serligan áhuga fyri hús
inum uttan eigararnir, men fyri
nøkrum árum síðan broyttist alt,
tá eitt myndafólk, ið Visit Faroe
Islands hevði fingið til Føroya,
legði eina mynd út av húsinum
á Instagram-brúkaran hjá Visit
Faroe Islands.
– Síðani hevur tað verið so, at
allir fotografar absolutt mugu hava
eina mynd av hesum húsinum.
Tað hevur spreitt seg sum ringar í
vatninum, so fólk valfarta at sleppa
oman til hesi húsini. Helmingurin
gongur gjøgnum túnið hjá okkum,
meðan hin helmingurin gongur
framvið fjørðin, sigur Jóhan Jógv
ansson og leggur afturat.
Eru vælkomin
Hóast Jóhan Jógvansson mangan
hevur funnist at ferðafólkum í al
menna rúminum, so hevur hann
kortini ongar ætlanir at forða
ferðafólkum at koma til bygdina.
– Tað kann bara virka so ógvus
ligt, tá so nógv ferðafólk koma her,
og ikki duga vanliga føroyskan sið.
Men vit hava eina fína inntøku av
ferðafólkunum. Vit varða eisini av
gamla savninum í Dúvugørðum,
har eini 4-5000 vitjandi vóru í fjør,
vísir Jóhan Jógvansson á.
Trupulleikin er tó, at tey, ið lata
nakað eftir sær í bygdini, er øgi
➘
– Í teirra jagstran eftir tí bestu myndina ganga tey har tey
vilja, og órógva heimafriðin hjá bygdafólkinum. Tað ber
nóg illa at fara útum dyrnar uttan at verða avmyndaður
Mynd: Álvur Haraldsen