hósdagur 20. apríl 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
8
PERSÓNSSØGA
Stóra fjøldin
kemur,
steðgar á
parkerings
plássinum
í bygdini,
gongur ein
lítlan túr
oman til
kirkjuna
og nesið,
og fara
so avstað
aftur. Tey
gera ongan
skaða
hvørki so
ella so«
liga lítil í mun til samlaða talið av
ferðafólkum.
– Um vit siga, at 5.000 ferðafólk
vitja savnið, so eru eini 95.000
ferðafólk, ið bara ganga uttan
fyri og einki leggja eftir sær uttan
órógv. Tað verður eitt sindur provo
kerandi fyri okkum, ið búgva her.
Ferðafólk eru vælkomin, men tað
er bara farið yvir um mark nú, um
man einki fær burtur úr tí uttan
stríð, sigur Jóhan Jógvansson.
Má skipast
Tað vakti mikið kjak millum før
oyingar, tá tað í síðstu viku hoyrd
ist, at grannastevnan í Mykines
hevði avgjørt at taka gjald frá
øllum ferðafólkum, ið ikki hava
tilknýti til oynna. Nøkur tóku
undir við avgerðina og vístu á, at
neyðugt er at fáa skipa viðurskiftir
í ferðavinnuni, men tey flestu hildu
tað vera óhoyrt, at føroyingar
skulu rinda fyri at vitja oynna.
Jóhan Jógvansson skilir væl
avgerðina, men er ikki sannførdur
um hvat er best at gera í Saksun.
– Man kann antin gera sum í
Mykines, og krevja eitt gjald fyri
atgongd til lendið, ella man ger
eina skipan, ið veitir samsýning til
fólk, ið eru fyri stórum trýsti frá
ferðavinnuni. Um hvørt bygdafólk
fekk eitt oyra, so hevði tað verið
lættari at góðtikið, at onkur stend
ur og gløðir inn gjøgnum vindeyg
að ella fer inn í hjallin at sneyta,
sigur Jóhan Jógvansson, og leggur
afturat.
– Sum bóndi, so er tað eisini
mítt vinnuøki, ið verður brúkt til
at onnur fólk kunnu selja gist
ingarnætur, máltíðir, leigubilar
o.a. í Havn. Tá skal sjálvandi nakað
liggja eftir her, tí uttan slík støð, so
varð eingin leigubilur, matur ella
annað selt, tí eingi ferðafólk vóru,
sigur Jóhan Jógvansson.
Hóast tolið er um at vera uppi,
so hevur bóndin í Dúvugørðum
tó eina vón um, at tað nokk skal
ganga at finna eina loysn, og vísir
á, at Sunda kommuna ger nógv fyri
at loysa trupulleikan.
– Sunda kommuna er øgiliga
proaktiv, og vil gjarna gera tað
liviligt fyri íbúgvunum, og sam
stundis veita vinnumøguleikar
fyri tey, ið ynskja ferðavinnu á
staðnum. Tað kann m.a. gerast
við at seta skeltir upp, gera gøtur
o.a., so fólk ikki ganga allastaðni.
Tað fer nokk at hjálpa, tó tað er
ivasamt, um tey, ið jagstra góðu
myndina, lata seg steðga, sigur
Jóhan Jógvansson.
Nokk av hugskotum
Tá Jóhan Jógvansson tekur lut í
kjakum í almenna rúminum um
avbjóðingar við ferðavinnuni, er
tað mangan, at hann fær skotið
í skógvarnar, at hann bara skal
steðga við at síggja forðingar, og
heldur byrja at selja ferðafólkunum
ymiskt, so at tey verða ein inntøka
fyri festið.
Bóndin í Dúvugørðum ristir tó
bara við høvdinum yvir slík ráð, og
vísir á, at tað er sjáldan hann hoyrir
nakað, ið ikki longu er gjørt.
– Tað er einki stuttligt at lurta
eftir slíkum, tí tað kemur einki
hugskot frá nøkrum, ið vit ikki
hava hoyrt hundrað ferðir fyrr
ella hava hugsað sjálvi. Tað viðger
heldur ikki trupulleikan við at
ferðafólk órógva heimafriðin.
Vit selja longu køkur og kaffi til
ferðafólk, men fyri tað, at man
hevur selt teimum kaffi og vaflur,
so er tað kortini líka irriterandi, tá
man ikki fær rikið seyðin hagar
hann skal, ella hegnini mugu
umvælast, tí fólk klúgva um tey,
sigur Jóhan Jógvansson.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Tað hevur altíð verið ein partur av gerandisdegnum í Saksun. Tá ein bussur kemur til bygdina, so veit man, at næsta korterið er eingin friður, men so er tað yvirstaðið