Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 10 TEMA TEMA Dating á netinum ANNIKA IM KUNOY F yri fýra árum síðani hevði 29 ára gamla Jocelle í Gerðum ongan­tíð hoyrt um landið Føroyar. Hon búði tá í býnum Cebu á Filips­ oyggjunum og las til fysio­tera­ peut. Lívið í Cebu City er fjart frá gerandisdegnum í Klaksvík, har hon nú býr saman við manni sínum Linda í Gerðum og tvey ára gamla soni teirra Hanusi Tað tøktist ikki Jocelle løgið á nakran hátt, tá Lindi setti seg í sam­band við hana á Facebook. Í Filipsoyggjunum er vanligt at møta fólki á netinum – bæði vin­ fólki og at finna kærleika, greiðir hon frá. Hon leggur afturat, at hon var nógv á netinum ta tíðina og helt samband við fólk, sum hon kennir í øðrum londum. Hon hevði stóran áhuga í ymisku lond­unum, og í hvussu livikorini vóru aðrastaðni. Tá hon tá kom í samband við Linda, var tað fyrstu ferð hon hoyrdi um Føroyar, og áhugin var sprottin. Í Føroyum er minni vanligt at møta fólki á netinum. Forholdini í Føroyum er smá, og flest okkara kenna hvønn annan og hava ikki somu onlina mentanina, sum aðra staðni í heiminum, heldur hon. Tilvildarligt møti á Facebook Hóast hetta, so setti 33 ára gamli Lindi í Gerðum úr Klaksvík seg í samband við Jocelle á Facebook í mai mánað í 2013. Nakað hann ongantíð áður hevði roynt, greiðir hann frá. – Í mai mánað í 2013 byrjaðu vit at skriva saman. Eg setti meg í samband við Jocelle, tí eg sá eina vakra mynd á Facebook, sigur hann. Jocelle leggur afturat, at tey tosaðu nógv saman á netinum fyrstu tíðina og blivu skjótt góðir vinir og funnu útav, at tey høvdu nógv til felags. – Fyrstu tíðina tosaðu vit dag og nátt á Facebook og síðani á Skype og Viber. Hann var høviskur, tos­ aði pent og var nemmur at tosa við. Hetta er ikki altíð so, tá tú møt­ir fólki á netinum. Nógvir menn verða skjótt framligir og prátið verður sexuelt beinanvegin. Hann var annarleiðis, sigur hon. – Eg merkti beinanvegin, at hetta ikki bert var flirt, tí vit hildu á fram at tosa nógv og eg hevði álit á honum, eftir mongu tímarnar vit høvdu tosað saman. Vit høvdu til dømis Skype frá allan dagin og náttina við, og soleiðis vóru vit saman uttan at vera í sama landi, sigur hon. Lindi hevði tá ongantíð verið í Asia, og prátið fall skjótt á eina møguliga vitjan. Lindi vildi vita hvat hetta var fyri nakað, og um perónurin hann hevði møtt á face­book veruliga var alt tað, sum hann vónaði. Hon var sum ein frelsandi eingil Lindi var nýliga fluttur heim aft­ ur til Føroya at búgva um hetta mundið, og hann greiðir frá, at hann var komin heim at rudda øll tingini hjá sær, sum vóru í húsinum hjá pápa hansara. Hann sigur, at kamarið var so fult av eskjum og óruddi, at hann ikki fekk flutt seg har. Hendan ruddingin varð á ein hátt eitt tekin uppá nýggja lívið, sum stóð fyri framman, men tað visti hann tó ikki tá. – Tað er ein grund til, at eg møtti Jocelle, tí eg var í einum myrkum staði í lívi mínum, áðrenn eg møtti henni. Tá eg hevði møtt henni, ruddaði eg alt óruddið frá fortíðini og tveitti næstan alt burtur, sigur hann. – Eg trúgvi, at tað er eitt bønar­ svar, at eg møtti henni, tí eg var so í dapurhuga, at eg hevði biðið Gud endað lív mítt fleiri ferðir, men so møtti eg henni. Eg plagi at siga, at tað átti at verði ógjørligt, tí tað líkist als ikki mær at skriva til ein tilvildarligan persón á netinum, sum eg ongantíð havi tosað við. Tað gjørdi eg fyri fyrstu ferð, tá eg skrivaði til Jocelle, og eg trúgvi, at Gud tá gav mær eitt svar, sigur hann. – Eg føli, at fólk ganga út frá, at eg havi goldið fyri hana, men eg tími so illa at greiða frá, tí so má eg altíð siga somu søgu aftur og aftur. Eg leggi onki í hvat hini siga og halda. Orðini eigur 33 ára gamli Lindi í Gerðum, sum fyri fýra árum síðan hitti konu sína, Jocelle, úr Filipsoyggjunum á Facebook TEY HALDA EG HAVI KEYPT HANA Fordómarnir fylgja okkum: Tá hon tá kom í samband við Linda, var tað fyrstu ferð hon hoyrdi um Føroyar, og áhugin var sprottin«