hósdagur 20. apríl 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
11
Jocelle leggur afturat, at hon
eisini merkti, at Lindi kendist tung
ur í huga, tá hon tosaði við hann í
fyrstuni, men hon visti ikki, hví so
var. Hetta broyttist tó skjótt eftir at
tey fingu samband og vórðu vinir.
Møtast endiliga
Prátið um at vitja Jocelle í Filips
oyggjunum fylti meir og meir í
samtalunum teirra millum, og um
summarið 2013, umleið ein mánað
eftir at tey møttust á netinum,
keypti Lindi ein ferðaseðil til
Filipsoyggjarnar. Hann hevði frí
í nýggju dagar, og brúkti fýra av
teimum døgunum at ferðast í og
fimm dagar saman við Jocelle.
Flogfarið lendi og Lindi kom til
Filipsoyggjarnar fyri fyrstu ferð.
Tað sum hann legði allar mest
merki til var hitin.
– Tað var øgiliga heitt, og kend
ist sum at verða sligin í andlitið
av hita, sigur hann. Hann møtti
tá Jocelle, og hon greiðir frá, at
teirra fyrsta møti byrjaði við, at
hon skeldaði Linda, tí hann legði
taskuna hjá sær frá sær, tá hann
kom úr hýruvogninum. Tað er
skjótt til, at onkur stjelur hana tá,
flennir hon. Hann leggur afturat,
at tað hevði hann ikki gjørt í dag,
um hann vitjaði, men hann visti
ikki betri tá.
– Eg setti mær fyri, at eg skuldi
vitja hana og síggja, hvussu lívið
var har. Eg hugsaði eitt sindur um
vandarnar við, at ferðast so langt
tí eg kendi ikki umstøðurnar. Eg
hevði tó sett mær fyri at fara, og
segði bara fólki, at eg fór at ferðast,
tí eg vildi síggja meir av heiminum,
sigur hann.
– Eg vildi vita, um hetta var
nakað, hóast eg visti at tað ókenda
ikki er vandaleyst, so var tað betur
enn at liva í óvissu um, hvørt hetta
forholdið var nakað ella ikki, sigur
hann.
Jocelle sigur, at hon merkti væl
á Linda tá, at hann var eitt sindur
bangin fyri at koma allan tann langa
vegin til Filipsoyggjarnar. Sjálv var
hon eisini eitt sindur nervøs, tá tey
løgdu ætlanir um at møtast, hóast
tey bert vóru vinir tá.
– Vit funnu tó skjótt útav, at tað
var fantastiskt at hava hesar dag
arnar saman, og vit valdu eisini at
gerast par tá, sigur hon.
Lindi var tungur í huga, tá dag
arnir saman við Jocelle vóru lidnir,
og hann skuldi aftur til Føroya til
vanliga gerandisdagin. Tað gekk
tó ikki long tíð, aðrenn næsti
ferðaseðilin varð bókaður, og ein
mánað senni var hann aftur á
vitjan hjá Jocelle og hesaferð steðg
aði hann longri.
Tá hann kom aftur til Filips
oyggjarnar fóru tey til heimbýin
hjá Jocelle, soleiðis at Lindi kundi
møta familju hennara. Øll familja
hennara var savnað har, flennir
Lindi, og tað var fyrstu ferð nógv
teirra møttu einum útlendingi.
Spurd um, hvussu familja henn
ara hevur tað við, at hon møtti
einum útlendingi og flutti til Før
oyar, sigur hon, at tað skilja tey í
grundini væl.
– Eg var umleiði 16 ár tá eg
flutti heimanífrá og gjørdist sjálv
bjargin, so tey stóla uppá, at eg
taki rættar avgerðir. Tey virdu
avgerðina hjá mær um at flyta við
Linda til Føroya. Tað er tryggari
her í Føroyum enn tað er á Filips
oyggjunum, so tað skilja tey væl,
sigur hon.
Hon greiðir frá, at hóast hon
saknar familju sína og heimlandið,
so hevur hon sett sær fyri, at fáa
sum best burturúr.
– Alt er annarleiðis her, og
rugbreyð er ikki tann maturin mær
dámar allar best. Eg eti tað tó, og
eti eisini næstan allan føroyskan
mat, sigur hon.
– Familjan hjá mær saknar
meg, og tá Lindi og eg skuldu gifta
okkum, so spurdu tey eisini álvars
➘