hósdagur 20. apríl 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017
SOSIALURIN 46
12
12
TEMA Dating á netinum
liga um eg veruliga var klár til tað.
Tá segði eg teimum, at hetta er tað,
sum eg vil, tí eg elskaði hann og
vildi vera saman við honum, sigur
Jocelle í Gerðum.
Lindi sigur, at tey nevniliga
valdu Føroyar, tí tað er trygt at
búgva her.
– Eg hevði tímað búð á Filips
oyggjunum, um vit búðu á bygd, tí
tað er sera ótrygt í býnum. Eisini
eru økir har víðgongdir muslimar
gera um seg, og har er kríggj. Løg
regla og vaktir eru allastaðni. Eina
ferð eg kom á hotellið hjá mær, fekk
eg ein revolvara í andlitið, men tá
vakturin sá, at eg var gestur á
hotellinum slapp eg inn, sigur hann.
Føroysku virðinir
eru avgerandi
Tá Lindi, á heystið 2013, vitjar
Jocelle fyri triðju ferð á Filips
oyggjunum kemur Jocelle við
honum til Føroya. Hann vildi vísa
henni heimland sítt, og uppruna
liga ætlanin var, at Jocelle skuldi
steðga í tríggjar mánaðir. Tað var
ein stór kollvelting hjá Jocelle at
koma til landið, og hon greiðir
frá, at hóast stóru munirnar á
londunum báðum, so trívist hon
í Føroyum og størsta grundin eru
føroysku virðini.
– Fyrstu ferð eg kom til Føroya
varð eg bilsin, tí her vóru ongir
vaktarmenn og eg slapp inn alla
staðni eg vildi. Eg var eisini bilsin
yvir, hvussu fá fólk eru her. Eg
minnist serliga, at eg nakrar
dagar eftir at eg var komin, fór ein
rennitúr, og eg kendi tað fríkst at
sleppa at renna uttan at sveitta og
uttan larm. Hóast tað, so verður
mentanarmunurin ov nógv av og
á, og saknurin eftir familju míni er
svarur. Eg sakni eisini alt tað, sum
stórbýurin hevur at bjóða, sólina
og strondina. Her er ræðuliga kalt,
sigur hon grínandi, og greiður frá
fyrstu ferð hon nart við kava.
– Tað stakk í hondini. Eg havi
ongantíð upplivað líknandi, sigur
hon.
Hon leggur afturat, at tað eru
føroysku virðini, sum viga nógv
í avgerðini um, at búseta seg í
Føroyum.
– Lívið er einkult her, og tað er
trygt fyri børnini. Tað snýr seg
meir um virðir og ikki so nógv um
status sum í Filipsoyggjunum.
Eitt simpult lív ger teg glaða, um
tú ert saman við teimum, sum tú
ert góður við, sigur hon.
Lindi sigur, at hóast ætlanin
hjá Jocelle av fyrstani tíð var at
vitja Føroyar í tríggjar mánaðir, so
visti hann áðrenn tey komu heim,
at hann vildi fríggja til hennara
og vónaði, at hon vildi verða í
Føroyum. Í desember mánaði sama
ár fríggjaði Lindi, og Jocelle segði
ja við tað sama.
– Eg segði ja beinanvegin, tí eg sá
eina framtíð saman við honum. Alt
broyttist, og vit hava lært nógv av
hvørjum øðrum, sigur hon.
– Eftir at vit tóku ring uppá,
fann eg útav, at eg var við barn,
og tí valdu vit at giftast eftir jól og
nýggjár og byrja lívið saman sum
familja í Føroyum.
Vita væl hvat fólk hugsa
Søgan um Linda og Jocelle er onki
eindømi. Tað eru fleiri filipinskar
kvinnur í Føroyum, sum eru giftar
føroyskum monnum, og talið er
vaksandi. Lindi sigur, at hann
veit væl, at fólk ofta ganga út frá,
at hann hevur møtt Jocelle á eini
dating síðu, sum hann hevur goldið
fyri, ella at tað var peningur uppi
í, tá tey komu saman. Tá hann
verður spurdur, sigur hann eisini
– ofta í skemti – at hann hevur
keypt hana.
– Eg føli, at fólk ganga út frá, at
eg havi goldið fyri hana, men eg
tími so illa at greiða frá, tí so má
eg altíð siga somu søgu aftur og
aftur. Eg leggi onki í hvat hini siga
og halda, sigur hann.
Jocelle leggur afturat, at tað
er eitt kennitekin við Linda, sum
henni dámar væl.
– Hann sigur tað, sum hann
heldur og leggur onki í hvat fólk
siga, og tað dámar mær væl við
honum, sigur hon.
Væntaði at fólk
royndu meir
Tá tey tosa um munin á mentan
unum báðum, sigur Lindi, at tú
mást taka mentanina hjá hjúna
felagnum til tín, tí tey hugsa ikki
á sama hátt sum tú.
– Tey tulka ikki ting á sama
hátt, og tað sum gevur meining
hjá tær gevur ikki ikki meining hjá
teimum. Tað sum er normalt hjá
tær, er ikki normalt hjá teimum.
Lærur tú ikki tað, so kemur tað
aftur um bakka, sigur hann
Jocelle greiðir frá, at hon hevði
væntað at fólk í Føroyum fóru at
tosa meir enskt við seg.
– Eg væntaði, at fólk fóru at
møta mær á miðjari leið og tosa
við meg á enskum. Enskt er jú
heldur ikki móðurmál mítt. Tað er
longu eitt stórt offur fyri meg at
flyta og byrja á nýggjum við øllum
og tað er sera einsligt. Serliga ta
tíðina Lindi hevur verið burtur í
arbeiðsørindum, sigur hon.
Nú hevur Jocelle fyri kortum
fingið loyvi at arbeiða og er farin
til arbeiðis.
– Tað er frálíkt, tí nú læri eg
málið og læri meir um mentanina,
tá eg eri saman við fólki, greiðir
hon frá.
Parið hevur havt torfør tíðar
skeið, sum hava verið trupul hjá
teimum at koma í gjøgnum saman,
greiða tey frá.
– Tað er tó eisini gott, leggur
Lindi afturat, tí eg visti í byrjani,
at tað ikki altíð fór at verða lætt.
Vit elska tó hvønn annan. Eisini
á slíkum døgum, og tí fer tað at
eydnast hjá okkum, sigur hann
avgjørdur.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Lindi vildi
vita hvat
hetta var fyri
nakað, og um
perónurin hann
hevði møtt
á facebook
veruliga var alt
tað, sum hann
vónaði«