Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 13 Talið av brúkarum er vaks­andi Faroedating: ANNIKA IM KUNOY Á síðuni www.faroe­ dating.fo eru umleið 1400 vangamyndir, og fyrr í ár vórðu all­ ar vangamyndirnar, sum ikki høvdu verið virknar síðstu tvey árini strikaðar, greiðir Bárður Bærentsen, maðurin handan síð­ una, frá. – Tað leggjast ein ella tvær vanga­myndir afturat síðuni hvønn dag, og teir flestu brúkararnir eru úr Føroyum, sigur hann. Sjálvur møtti Bárður Bærent­ sen eisini filipinsku konu síni á faroedating.fo í 2015. – Vit kjattaðu eitt sindur aftur og fram, og í oktober 2015 fór eg í eitt flogfar til Filipsoyggjarnar, spon­tanur sum eg eri, sigur hann. – Í dag eiga vit ein fimm mán­ aðar gamlan son, og kona mín býr í Manila í Filipsoyggjunum og eg í Danmark. Eg ferðist til Filips­ oyggjarnar eini tvær ella tríggjar ferðir um árið, sigur hann. Føroyingum dáma væl at data á netinum, heldur Bárður. Hóast facebook verður nýtt til alt møguligt og eisini dating, so er tað ikki øll sum dáma at blanda face­ book, har tey hitta familju og vinir, saman við regulerari dating. – Síðani vit stovnaðu síðuna faroedating í 2006 er talið av brúk­ arum vaksið støðugt, sigur hann. – Eisini er áhugin stórur millum menn í Føroyum at finna sær eina konu uttanlands, og her kunnu vit á faroedating verða álítandi millumliðið. Hetta tí, at vit eru á síðuni hvønn dag, og syrgja fyri at ongir falskir profilar verða stovnaðir, og syrgja annars fyri at trygdin er góð, sigur hann. Hann leggur afturat, at restin er síðani upp til tann einstaka, og at ein ikki skal byrja at senda pening til ein, sum man ikki kennir. – Eg vil siga tad soleiðis, at um ein byrjar at biðja um pen­ ing áðrenn mann hevur møtt við­komandi, så er der nok ugler i mosen, sigur hann. FØROYAR 80% KVINNUR 65% MENN 35% 25-45 ÁR FILIPSOYGGJARNAR, GRØNLAND OG ÍSLAND 7-8% Faroedating Primetime á faroedating er frá klokkan 21:00 og 01:00, og tá eru upp til 45 fólk online samstundis