Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. apríl 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. APRÍL 2017 SOSIALURIN 46 14 TEMA TEMA Dating á netinum ANNIKA IM KUNOY Avbjóðingar við online dating Bjarta Petersen greiðir frá, at granskingin vísur, at serliga kvinn­ ur kunnu fáa fleiri ódámligar við­ merkingar á netinum og eru ofta ikki fyrireikaðar uppá tað áðrenn. Tað er lættari hjá einum manni at vera framligur, og siga tað hann vil uttan avleiðingar, tá hann situr handan ein skerm. Hetta hevur eisini við sær, at summar kvinnur velja netið frá, tá tær leita eftir kærleika, greiðir hon frá og leggur afturat, at tað vísir seg ofta, at menn ikki uppliva hetta á sama hátt. Ein onnur avbjóðing er, at tað er torførari veruliga at læra ein annan persón at kenna á net­ in­um, tí tað er lættari at goyma seg handan vangamyndir, sum møgu­liga síggja betur út enn ein ger í veruleikanum, ella at goyma persónligar upplýsingar ella týdningarmiklar detaljur. Hetta er serliga um ein finnur saman við einum frá einum øðrum landi enn Føroyum, greiðir hon frá. Hon sigur, at í Føroyum eru tað onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi, tí samfelagið er lítið, og kennir tú ikki ein persón, so er altíð nemt at finna upplýsingar um hvønn annan. Bjarta Petersen greiðir frá, at hon ofta mælir til­ komnum fólki til, at fara á netið at leita eftir maka. – Tilkomin fólk, sum møguliga hava verið gift fyrr, tíma møgu­ liga ikki í býin at leita eftir kær­ leikanum, tí er tað eitt frálíkt hugskot at brúka netið, sigur hon. Granskingin vísur eisini, at tað er vorðið minni tabu at tosa um, at ein hevur møtt hvørjum øðrum á netinum, heldur hon. Fyrr hildu fólk hesar upplýsingarnar fyri seg sjálvi, og tosaðu ikki hart um tað, men soleiðis er ikki longur, greiðir hon frá. – Samanumtikið flytir sam­ felagið seg meir yvir til, at alt er á netinum. Børn og ung hava vinir á netinum, fylgjast á netinum og kunnu tosa saman handan skermar, hóast tey eru í sama rúmi. Alt gongur fyri seg á skermi, sigur hon. – Eisini flirtra tey ungu í gjøg­ num messenger og snapchat og brúka skerm til tað, sum vit fyrr brúktu pappír til. Tað er ein vaksandi trendur, og alt flytir seg skjótt tann vegin. Á netinum tørvar einum ikki at samla mót á sama hátt, sum ein ger tá man ikki er handan skerm, tí tú ert í tryggum umstøðum, og tú kanst goyma teg handan skermin, sigur hon. Nemt at møta fólki Parterapouturin heldur, at tað er lætt at møta fólki á netinum, hóast tað eru nógv sum ikki neyð­ turviliga hava tað sama í huga, tá tey stovna sær profilar á dating síðum. – Summi brúka nógva tíð uppá at flirtra, og vilja og ætla ikki nakað annað enn tað. Nógv verða eisini bilsin yvir, hvussu skjótt og lætt tað er at koma í samband við fólk á hesum síðunum, tá tú fert tú á netið at leita eftir kærleika, sigur hon. Bjarta Petersen leggur tó afturat, at eitt forhold ikki loysir møguligar trupulleikar ein hevur, men at man verður noyddur at arbeiða við sær sjálvum, vaksa í virðing fyri sær sjálvum og arbeiða við teimum sárunum, sum man hevur, hvørt man fer í forhold við ein annan persón ella ikki. Tú veitst ikki hvat tú fært Kanningar vísa, at tá fólk møtast á netinum, so vísir tað seg at summi ynskja at halda á við at flirtra, hóast tey hava funnið rætta makan, og summi hava torført við at taka eina endaliga avgerð um, at leitanin á netinum nú er liðug, greiðir Bjarta Petersen frá. Hon leggur afturat, at tað er sum at fara til handils í nógvum handlum og leita eftir tí bestu vøruni fyri besta prísin. Tá ein so fer á netið at leita eftir kærleika, so hyggur man eisini leysliga at øllum møguleikunum sum eru har, og tað hevur jú eisini sínar avbjóðingar við sær, heldur hon. Tað er nógv at taka støðu til, tá tú hevur møtt onkrum á net­ inum, sum tú heldur tú vilt byrja eitt forhold við. Ofta er tað ein spurningur um fjarstøðu, hvar familjan býr og um man hóskar saman sum par hóast ymiskleikar. Parterapouturin heldur, at tað er týdningarmikið at svara slíkum spurningum, sum stinga seg upp tí man kann koma til at byggja harraborgir í huganum, og hetta er jú ikki veruleikin. – Tað er sum at keypa eina sjoko­láta plátu, sum tú ikki veitst hvat er í fyrr enn tú býtur í hana, sigur hon. – Tað hevur eisini týdning, hvussu tú ert sum menniskja. Summi ganga høgt uppí smálutir og hava torført við at taka enda­ ligar avgerðir, og summi leypa ofta framav, sigur Bjarta Petersen. Vandar eru verri at síggja Tað eru sjálvsagt vandar á net­ inum, greiðir Bjarta Petersen frá, og nevnir millum annað pædo­filar, drápsmenn og fólk við persónleikaólagi. Vandamikil fólk, sum sjálvsagt ikki bert eru á netinum, men sum hon heldur hava lættari við at goyma seg og halda kenslum sínum í teymum handan skermar. – Tí kann man ikki vita, hvussu ein persónur er á netinum. Tú sært ikki, um hann er harðligur ella liggur í songini og einki etur í fleiri dagar. Tað er eisini verri at halda skil á, um tey eru í forhold við øðrum fólki, sigur parterapouturin. Mentanarligar ymiskleikar Mentanir eru ymiskar – eisini í millum familjur úr sama landi. Vit hava øll eina serstaka mentan, sum avgerð hvussu vit tosa saman, hvat ein kann siga og hvussu vit viðgera negativar kenslur og ósemjur. Síðani er tað eisini mentanin úr landinum tú ert úr, og hendan mentanin broytist ofta alsamt meir, jú longri tú fert frá heimlandinum. Hetta má ein hava í huga, tá ein finnur saman við einum, sum ikki er úr sama landi sum ein sjálvur, heldur Bjarta Peter­sen. Hon dylur tó ikki fyri, at tað eru fleiri menn enn kvinnur í Før­ oyum, og hetta má okkurt gerast við, og ein loysn er, at menn finna sær útlendskan maka. Parterapouturin heldur tó, at tað er vert at hava mentanarmunir í huga, tá ein leitar eftir kærleika á netinum. – Jú minni tørvur er á at broyta mentanina hjá hvørjum øðrum, jú størri møguleika hevur man fyri at tað eydnast væl. Tó, so riggar tað væl hjá nógvum at halda saman hóast stóran mentanarmun, tí tey vita at stórt arbeiði skal leggjast í forholdið. Eitt forhold er ein av­ bjóðing líkamikið hvat, sigur hon. Møtir man einum á netinum, sum man forelskar seg í, so er skilagott at brúka nógva tíð saman, soleiðis at man lærir Tað er vorðið alsamt meir vanligt, at fólk finna kærleikan á netinum, men hóast tað so eru avbjóðingar sum fylgja við, tá tú fert á netið at leita eftir maka, heldur Bjarta Petersen MA.CO í familju og parterapi Bjarta Petersen: LÆTT AT GOYMA SEG HANDAN SKÍGGJAN Á netinum tørvar einum ikki at samla mót á sama hátt, sum ein ger tá man ikki er handan skerm, tí tú ert í tryggum umstøðum, og tú kanst goyma teg handan skermin«